Sendistova Føroya í Keypmannahavn

Sendistova Føroya í Keypmannahavn

Del

Sendistovan røkir føroysk áhugamál í Danmark, og umboðar føroyskar myndugleikar mótvegis donsku stjórnarráðunum. We welcome honest and open feedback.

Harumframt røkir sendistovan sambandið við útlendsku sendistovurnar í Keypmannahavn This page will be used to provide information about our activities and events, as well as relevant news from the Faroe Islands. We reserve the right to remove disruptive and irrelevant material. More information about the Representation can be found on www.faroeislands.org.uk. The general information portal to the

Photos from Sendistova Føroya í Keypmannahavn's post 22/05/2026

Mikudagin 20. mai var tann árliga summarmóttøkan fyri samstarvsfeløgum hjá sendistovuni.

Millum tey innbodnu vóru umboð fyri danska forsætismálaráðið, uttanríkismálaráðið, verjumálaráðið, fólkatingið og Kongshúsið, eins og umboð fyri flestu av útlendsku sendistovunum í Keypmannahavn.

Eftir at Gunnar Holm-Jacobsen, sendimaður, hevði bjóðað vælkomin, helt heiðursgesturin, Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, røðu, har hann legði dent á týdningin av samanhaldi og samstarvi í hesum óstøðugu tíðum.

Síðani framførdi Beinir Troest tveir av sangum sínum.

Tiltakið eydnaðist sera væl og uml. 150 gestir luttóku. ❤🇫🇴

Photos from Sendistova Føroya í Keypmannahavn's post 07/05/2026

Í dag eru 81 ár síðani, at havnarmaðurin Otto Jacobsen, ofta nevndur Otto í Smæruni, varð skotin til deyðis av týskum hermanni í Næstved – tveir dagar eftir, at kríggið var av.

Í hesum sambandi hava Gunnar Holm-Jacobsen, sendimaður og starvsfólk á sendistovuni, vitjað grøvina hjá Otto Jacobsen í Næstved, umframt minnismerkið, ið er fest á húsaveggin á staðnum, har Otto lat lív á so syndarligan hátt. Á báðum støðum vóru blómur lagdar.

Otto Jacobsen var sonur Marin og Hans Jacob Jacobsen, ella Hans Jacob í Smæruni, sum hann eisini varð nevndur. Tey høvdu matvøru- og slaktarahandilin Smæran í Havn.
Otto var í Danmark øll krígsárini, har hann hevði lært til slaktara. Undir krígnum gjørdist Otto partur av donsku mótstøðurørsluni.

Tá tveir týskir hermenn tann 7. mai 1945 komu inn í slaktarahandilin "Mandrup Christensen" í Ringstedgade í Næstved at keypa eitt pund av smøri, høvdu teir eingi rationeringsmerkir, sum teir skuldu brúka at keypa fyri. Tá teir kortini fóru avstað við smørinum, sendi slaktarin boð eftir hjálp.

Otto og ein annar frælsisstríðsmaður, ið vóru staddir nærhendis, komu slaktaranum til hjálpar. Tá teir komu til handilin, vóru týsku hermenninir á veg út. Otto lat felaga sínum byrsuna hjá sær, og nærkaðist síðani óvápnaður týsku hermonnunum í eini roynd at loysa íkomnu støðuna á friðarligan hátt. Men uttan nakra ávaring skjeyt annar av týsku hermonnunum Otto í pannuna, sum doyði á staðnum. Danin, sum var saman við Otto, skeyt fá sekund aftaná týska drápsmannin í høvdið, og hann doyði eisini. Hin týskarin slapp til rýmingar, men bleiv seinni funnin og eisini skotin.

Otto varð bert 23 ára gamal, giftur og átti ársgamlan son.

PS:
Sum eitt kuriosum kann verða lagt afturat, at langabbi sendimannin, Christian Holm Jacobsen, vanliga nevndur Christian Holm, var mammubeiggi Otto.

Photos from Sendistova Føroya í Keypmannahavn's post 26/04/2026

Á altjóða bókadegnum 23. apríl, skipaði spanska sendistovan í Keypmannahavn fyri tiltaki, har tey varpaðu ljós á spanska klassikaran yvir øllum klassikarum, “Don Quijote” av Miguel de Cervantes, ið kom út í 1605.

Í tí sambandi hevði spanski sendiharrin, Salvador Rueda, m.a. bjóða sendifólkunum úr Meksiko, Peru, Argentina, Kuba, Kili, Sveis, og føroyska sendimanninum at lesa upp brot úr bókini.

Gunnar Holm-Jacobsen valdi at lesa kenda brotið, har Don Quijote hugleiðir um stóru gávuna úr erva; frælsi.

Ein uppgáva av teimum meira sjáldsomu hjá sendimanninum 🇫🇴🇪🇸

PS. Í viðmerking til hetta uppslagið, er eitt stutt videobrot av upplestrinum.

25/04/2026

Sendistova Føroya í Keypmannahavn ynskir øllum ein góðan flaggdag 🇫🇴 🇫🇴 🇫🇴

13/04/2026

Amb Manish Prabhat welcomed the Head of the Faroe Islands Representation in Denmark H.E. Mr. Gunnar Holm Jacobsen. They discussed ways of enhancing cooperation between India and the Faroe Islands especially in sectors such as fisheries.

PMO India
Narendra Modi
Dr S. Jaishankar
Ministry of External Affairs, Government of India
Press Information Bureau - PIB, Government of India
DDNewsLive
All India Radio News

26/03/2026

Sendistovan í Keypmannahavn ynskir gott val! 🇫🇴 🇫🇴 🇫🇴

Photos from Sendistova Føroya í Keypmannahavn's post 12/03/2026

Brævatkvøðugreiðslan á sendistovuni í Keypmannahavn heldur fram í morgin, tá avgjørt er at hava opið frá kl. 10 - 18.

Er onkur veljari, ið ikki hevur møguleika at møta á sendistovuni í nevndu upplatingartíðum, ber til at venda sær til sendistovuna millum kl. 10 og 15 á tlf. 32 83 37 70, um aðra møguliga tíð.

Gott val! ❤🇫🇴

Photos from Sendistova Føroya í Keypmannahavn's post 10/03/2026

Brævatkvøðugreiðsla á Sendistovuni í Keypmannahavn.

Í dag hava nógv góð fólk greitt atkvøðu, og hýrurin hevur verið sera góður.
Minst til:
Atkvøðugreiðslan heldur fram kl. 10-15 til og við fríggjadagin 13. mars.

Gott val! 🇫🇴❤

06/03/2026

Seinnapartin í dag var móttøka á ráðhúsinum í Keypmannahavn í samband við, at Sisse Marie Welling (SF) hevur tikið við sum yvirborgmeistari - og tí, at hon fyri fáum døgum síðani kundi halda 40-ára føðingardag sín.

Sendimaðurin var boðin við til móttøkuna. Umframt at ynskja Sisse Marie Welling til lukku við bæði føðingardegi og yvirborgmeistaraembætinum, hevði hann høvi at skifta orð við yvirborgmeistaran eina løtu. Sisse Marie Welling nevndi m.a. at hon hevði sett sær fyri at styrkja samstarvið við Tórshavnar Kommunu, og at hon fyri kortum hevði hitt borgarstjóran í Havn, Elsu Berg.

Photos from Sendistova Føroya í Keypmannahavn's post 02/03/2026

Hósdagin luttók Gunnar Holm-Jacobsen, sendimaður, saman við sendifólkunum úr Íslandi, Noregi og Svøríki í pallborðsfundi um “norðurlendskt diplomati í eini nýggjari heimsskipan”.

Pallborðsfundurin var partur av skránni á ráðstevnu, ið Yata Danmark og Dansk Udenrigspolitisk Selskab U35 skipaðu fyri, har ljós var varpað á norðurlendska samstarvið, í sambandi við at Danmark og Føroyar hava formansskapin í norðurlendska ráðharraráðnum.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Statslig Tjeneste-listen i Copenhagen?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Telefon

Adresse


Strandgade 91, 4th Floor
Copenhagen
1401

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 10:00 - 15:00
Tirsdag 10:00 - 15:00
Onsdag 10:00 - 15:00
Torsdag 10:00 - 15:00
Fredag 10:00 - 15:00