Nýggj heimasíða 🙌
Vit heita á allar limir um, at skráseta seg her og avgreiða limagjaldi sum skjótast. 👉www.lsm.fo
Góðan sløkkiliðsdag øll somul 🚒🤩
Landsfelag Sløkkiliðsmanna
Hendan síðan, er ætla øllum sløkkiliðsfólkum og sløkkiliðsleiðarum í Føroyum. Her kunna
LÝSING!
Góðu sløkkiliðsfólk.
Ársaðalfundurin 2025 hjá Landsfelag Sløkkiliðsmanna verður hildin í Müllers Pakkhús Sigmundargøta 21 Tórshavn 100 Leygardagin 10. mai14:30 skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
12/05/2024
Í gjár vóru sløkkiliðsfólk úr øllum landinum møtt til Tilbúgvingardagin, sum hesaferð bleiv hildin við Løkin í Runavík.
Tað var Skálafjarðar sløkkilið, sum stóð fyri degnum.
Á skránni fyri dagin var millum annað morgunmatur, vitja Bakkafrost á glyvrum, Politii hevði eina framløðu um útkallingarskipanina 112, Aðalfundurin hjá LSM (Landsfelag Sløkkiliðsmanna).
Aftan á alt tað formella, var ein kapping millum øll sløkkiliðsfólkini, har Skálafjarðar sløkkilið vann kappingina, við sera harðari kapping frá Fuglafjarðar Sløkkiliði. Hjartaliga tillukku við vinninginum, Skálafjarðar Sløkkilið🏆🥇
Dagurin endaði við eini veitslu.
Landsfelag Sløkkiliðsmanna ynskir at takka øllum fyri ein sera góðan dag, og takk til Skálafjarðar Sløkkilið fyri ein so sera væl fyriskipaðan dag. Vit gleða okkum til Tilbúgvingardagin í næsta ár.
Landsfelag Sløkkiliðsmanna
11/04/2024
TILBÙGVINGARDAGUR 2024
Leygardagin 11. mai verður árligi tilbúgvingardagurin aftur. Í ár er tað Skálafjarðar sløkkilið sum skipar fyri.
AÐALFUNDUR felagsins verður klokkan 13:45 og skráðin til alaðfundin er sambart viðtøkum felagsins.
vit gleða okkum at síggja tykkum øll.
13/05/2023
Temadagur á Eiði 2023
06/05/2023
https://dagur.fo/heidurstekn-fyri-trugva-taenastu-i-kvivikar-slokkilidi
Heiðurstekn fyri trúgva tænastu í Kvívíkar sløkkiliði Mikukvøldið vórðu átta sløkkiliðsfólk heiðrað
17/04/2023
𝐒𝐨 𝐞𝐫 𝐬𝐤𝐫𝐚́𝐢𝐧 𝐡𝐞𝐫 🚒🙌
Í ár verður sum ein roynd dagurin skipaður eitt sindur øðrvísi. Vit seta fokus á og tilegnað dagin til øll sløkkiliðsfólk í Føroyum.
Skráin er gjørd soleiðis, at vit umganga langar steðgir millum ymsu tiltøkini, so fólk ikki fara at keða seg.
Dagurin er ókeypis og ætlaður øllum sløkkiliðsfólkum við makum. Veitslan um kvøldið kostar 400,- fyri sløkkiliðsfólk og 100 kr. fyri makan.
Boða frá luttøku umvegis teldupost [email protected] innan 6. mai. Viðmerk tal og nøvn á luttakarum og makum.
Neyðugt at flyta upphæddina á konto í Bank Nordik - 6460 182.530.7, viðmerk eisini tal á luttakarum ið goldið er fyri.
Eru spurningar ella ivamál, ber til at ringja til Asbjørn Østerø á tlf. 219055
25/03/2023
So er at seta kross í kalendaran ✅🚒💦
Eiðisfólk við Asbjørn á odda, hava sett saman eina sera spennandi skrá, hon verður kunngjørd í næstum.
Nú er at leiga sær summarhús, bíleggja bátapláss, vaska kampingvognin ella støva teltið av. Tí har verður bæði gaman og álvara 💃🕺🎶
Eiðis kommuna
09/01/2023
https://www.in.fo/news-detail/hallur-og-helgi-olsen-fingu-vidurkenning-og-toekk
Hallur og Helgi fingu viðurkenning og tøkk Trettandakvøld varð skipað fyri hugnaløtu í Bygdarhúsinum á Strondum fyri sløkkiliðsfólkunum hjá Skálafjarðar Sløkkiliði.
27/09/2022
Klaksvíkar sløkkilið fingið nýggjan stigabil Mánamorgunin kom nýggi stigabilurin hjá Klaksvíkar Sløkkiliðið til Klaksvíkar. Bæði sløkkiliðsleiðarin og borgarstjórin í Klaksvík fegnast um nýggja bilin
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Internet side
Adresse
Runavík
620
