27/03/2026
Vit vilja fegin takka tykkum 2320, ið valdu at seta krossin við Framsókn 🗳
Takk til valevni og stuðlar fyri álitið 🧡
Nú gleða vit okkum at fara til verka 💪🏻
Liberali tjóðskaparflokkurin
Persónligt frælsi 🔸 Vinnuligt frælsi 🔸 Tjóðskaparligt frælsi Eitt átak, sum fer eftir málinum og ikki manninum.
Framsókn byrjaði sum eitt politiskt átak, ið hevði til endamáls at røra í politisku grýtuni. Politiska skipanin melur í ring og er koyrd føst. Ósemjur og manglandi álit mynda ráðaloysið, sum valdar. Tær broytingar, ið eru neyðugar at gera innan høvuðstættirnar í búskapinum – og sum skulu til, fyri at tryggja okkum vælferðina – verða ikki gjørdar. Eitt politiskt átak er neyðugt – eitt átak, sum kan
27/03/2026
Vit vilja fegin takka tykkum 2320, ið valdu at seta krossin við Framsókn 🗳
Takk til valevni og stuðlar fyri álitið 🧡
Nú gleða vit okkum at fara til verka 💪🏻
27/03/2026
FLEIRI LESANDI – STERKARI FØROYAR 🎓💪
Tað er einki at dylja yvir: vit kunnu gera fíggjarstøðuna hjá lesandi í Føroyum javnstóra við tey, sum lesa í Danmark. Hetta hevði fingið fleiri at valt at lesa heima.
Ein fíggjarligur fyrimunur, ið svarar til danska “føroya frádráttin”, hevði riggað væl. Ein skal ikki verða fíggjarliga straffaður fyri at velja Føroyar sum lestrarland.
25/03/2026
Vel væl.
Løtan nærlast, tú skal atkvøða, - velja tey, ið skulu stýra landinum og tínum gerandisdegi komandi fýra árini.
Eg still upp, tí gerandisdagurn, persónliga frælsið og einar Føroyar, har føroyingar sita við borðendan her heima og úti í heimi, hava týdning.
Samstundis fegnist eg um, at vit øll hava rætt at velja tey fólk og teir flokkar, ið vit hava hug til.
At vit hava eitt fólkaræðið, har vit eru samd um at vera ósamd.
Minnist til at nýta og verja rættin at velja.
Vel væl 😊
Beinta Løwe, valevni Framsókn, listi F.
25/03/2026
Her finnur tú hjartamálini hjá Michael A. C. Johannesen, Nenu Jákupsdóttir, Ruth Vang, og Súsonnu Olsen!
Vel vit og skil – vel Framsókn 26. mars 🧡
BÍLIGARI HEIM, SAMAN UM LOYSNINA 🏡🧡
Tað ber til at byggja smærri hús, sum eru til at gjalda. Raðhúsini í vesturbýnum og eysturbýnum í Havn vórðu bygd í 50'unum og 60’unum.
Byggitøknin og annað, sum krevst, er nógv meira framkomin í dag.
Kommunur og privata vinnan eiga at samstarva og fáa hetta slagið av bústaðum til vega, har prísurin er til at gjalda.
24/03/2026
Her finnur tú hjartamálini hjá Esmari Joensen, Gunnvá Winther, Jaspuri Jacobsen, Karlot Hergeirssyni og Marini Jakobsen!
Vel vit og skil – vel Framsókn 26. mars 🧡
RENN IKKI UNDAN ROKNINGINI 🧾🏃♀️➡️
Vel ábyrgd – vel Gunnvá 26. mars 🧡
EITT STERKT OG SJÁLVSTØÐUGT FØROYAR 🇫🇴
Føroyar eru væl fyri og megna at standa á egnum beinum.
Ein breið tjóðarsemja er um, at fimm – og kanska seks – politiskir flokkar í felag fara at samráðast við Danmark um okkara ríkisrættarligu støðu.
Endamálið er ein dagførd skipan, ið kann leggja lunnar undir eina sjálvstøðuga føroyska tjóð, sum framvegis arbeiðir tætt saman við dønum.