12/05/2026
Nordatlanten og EU – Hvilken vej frem?
Hóskvøldið luttekur Anna Falkenberg í kjaki um framtíðarsamstarv millum londini í Norðurhøvum og ES.
📆 14. mai 2026
⏰ Kl. 16:00-17:30
📍 í Føroyahúsinum í Keypmannahavn
Tekna teg til tiltakið her: https://www.venstre.dk/bliv-aktiv/arrangementer/tilmelding-nordatlanten-og-eu
07/05/2026
Hóast stillstøðu er nógv á skrá 🇫🇴💙
Hóast tað politiska er í stillstøðu, ímeðan vit bíða eftir einari stjórn í Danmark, so er enn nógv á skrá hesar dagarnar.
Týsdagin var fundur við føroyski sendistovuni í Keypmannahavn og Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark. Her vóru markaforðingar á breddanum.
Markaforðingar eru tá lógir ella skipanir ikki sameina millum lond. Markaforðingar kunnu ganga útyvir borgarar, sum flyta millum Føroyar og Danmark og harvið tarna møguleikanum hjá fólki og fyritøkum at virka tvørtur um landamørk.
Sambandsflokkurin vil virka fyri, at tað er so smidligt sum til ber at liva og virka í øllum ríkisfelagsskapinum. Tí arbeiða vit støðugt við at beina burtur allar slíkar markaforðingar.
Mikudagin kom ísraelski sendiharrin í Keypmannahavn, Zvi Tal, á kurteisvitjan. Zvi Tal er nýliga útnevndur sendiharri og hevur longu verið á síni fyrstu vitjan í Føroyum. Hann er sera áhugaður í tí sum fyriferst í Føroyum og sær fyri sær, at Føroyar og Ísrael kunnu samstarva á fleiri økjum, eitt nú innan tøkni, útbúgving og vinnu.
25/04/2026
Góðan flaggdag
øll somul 💙🇫🇴
26/02/2026
Vit eru klár! X við B til fólkatingsvalið 24. mars! 💙💪🏻
20/02/2026
Tað er spell at síggja, at játtanin til Granskingarráðið aftur í ár er tann sama sum í fjør. Vit tosa um 12 mió. kr. til heilar 50 umsóknir, har langt frá øll fáa játtan. Hetta merkir, at vit framvegis liggja langt aftanfyri okkara grannalond, tá tað snýr seg um íløgur í vitan, menning og nýskapan.
Tað mugu vit gera nakað við.❗️
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 var tað týdningarmikið fyri Annu Falkenberg, fólkatingskvinnu fyri Sambandsflokkin, at peningur varð settur av til gransking.
Tilsamans vóru 7,7 mió. kr. settar av á donsku fíggjarlógini til gransking. 6,3 mió.kr. til havgransking og 1,4 mió. kr. til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjugransking, og vit fegnast um at hesi eru løgd í eina trygga legu fram til 2029.💙
Fólkatingskvinnan og Sambandsflokkurin á Fólkatingi meta tað verða sera týdningarmikið, at vit raðfesta gransking. Vit skulu ikki síggja gransking sum eina útreiðslu, men sum eina íløgu í framtíðina. 👏
https://kvf.fo/greinar/2026/02/20/jattanin-til-gransking-stendur-i-stad
Játtanin til gransking stendur í stað
Játtanin til Granskingarráðið í ár er tann sama sum í fjør, og verri enn so allar umsóknir verða játtaðar