16/03/2026
🗳️ Ver árvakin í valstríðnum - brúka vit og skil
Í valstríðnum er nógv ferð á kjakinum, og tíverri eru fremmandar royndir at ávirka og leggja upp í val og almenna orðaskiftið vorðnar vanligari í londum kring okkum.
Vit kunnu øll gera okkara fyri at fyribyrgja fremmanda ávirkan:
🟦Ver árvakin og brúka vit og skil; ikki trúgva øllum, tú sært á netinum
🟦Kanna, hvør stendur fyri upplýsingunum
🟦Kanna, um fleiri eftirfarandi miðlar skriva tað sama
🟦Sterkar kenslur, vreiði ella ótti eru ofta tekin um, at tú eigur at kanna tilfarið betur
🟦Ivast tú í, um tilfar ella innihald á netinum er satt, kanna so einaferð eyka, áðrenn tú deilir ella sendir tað víðari
🟦Boða frá eyðsæddari falskunning umvegis fráboðanarfunkur á sosialum miðlum.
Latið okkum tryggja eitt rættvíst og trygt valstríð við at brúka vit og skil! 🛡️
Les meira í skrivinum frá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, Fjarskiftiseftirlitinum og Gjaldstovuni: https://vs.cdn.fo/savn/qhwjjxsn/fremmand-a-virkan-a-valini-002.pdf?s=3RWdqrDvcr-RnIm16Zj52BCEQR4
09/03/2026
Í KT Landsins verður tú partur av einum spennandi KT umhvørvi við dugnaligum, framsóknum starvsfeløgum og góðum møguleikum fyri fakligari menning. 🤝
Les meira👇
09/03/2026
Vilt tú gerast partur av kt-skivuni? 🖥️📞
Gjaldstovan er ein fjølbroyttur stovnur, og tað er okkara kt-support eisini. Vit leita eftir einum tænastusinnaðum starvsfólki til okkara 1st level support, sum kann loysa bæði stórar og smáar kt-avbjóðingar.
Høvuðsuppgávan verður at veita brúkarum í Landsneti og Skúlaneti hjálp og tryggja raksturin av skipanum og neti hjá stovnunum.
Vit leita eftir tær, sum er fyrikomandi og hevur áhuga fyri kt. Tú fert at starvast í einum spennandi umhvørvi í Albert Hall á Argjum saman við 17 dugnaligum starvsfeløgum í KT Landsins.
📅 Umsóknarfreist: 19. mars 2026
🔗 Les meira her:
https://gjaldstovan.fo/Gjaldstovan/kunning/storv/kt-supportari/
18/12/2025
Hjá okkum finnur tú tøl, tøkni og talgilding undir sama taki 📊💻
Vit eru sjálvandi eisini á Jobmatch í ár. Kom og vitja okkara bás til eitt prát um, hvussu vit arbeiða við øllum frá roknskapi, løgfrøði og búskapi til net, verkætlanarleiðslu, samskifti og menning av KT.
Saman við grannunum í Albert Hall fara vit eisini at halda eina spennandi framløgu um framtíðar arbeiðsmarknaðin,
sí meira her: https://www.facebook.com/share/18UoPZPLTz/
Vit síggjast við Tjarnir 30. desember
01/12/2025
Vilt tú stýra verkætlanum á Gjaldstovuni?
Gjaldstovan er ein fjølbroyttur stovnur, og tað eru okkara verkætlanir eisini. Júst tí mangla vit ein verkætlanarleiðara, sum dugir at stýra bæði stórum og smáum verkætlanum.
Vit leita eftir tær, sum arbeiðir skipað og hevur tamarhald á tíðarætlanini. Tú skalt skapa yvirlit, samskifta við áhugapartar og tryggja, at vit koma á mál.
⏳ Umsóknarfreist: 10. desember 2025
⬇️ Les meira um starvið í leinkinum niðanfyri
https://gjaldstovan.fo/Gjaldstovan/kunning/storv/verkaetlanarleidari/
26/11/2025
📉 53% í sparing við 5 nýggjum rammusáttmálum
Tað loysir seg at bjóða út alment. Landið kann nú spara 2,5 mió. kr. um árið við fimm nýggjum rammusáttmálum, sum Keyp landsins hevur gjørt. Avtalurnar fevna um gerandisvørur sum brúkspappír, sápur og einnýtisvørur.
Hetta svarar til eina sparing á umleið 53% samanborið við í fjør.
Vit fegnast um stóra áhugan frá vinnuni at bjóða upp á uppgávurnar. Heili 15 fyritøkur sendu okkum 52 tilboð, tá ið vørurnar fóru í útboð. Hetta vísir, at kappingin virkar, og at føroysku veitararnir eru kappingarførir.
Tað vóru Kjølbro Heilsøla, P/F Poul Michelsen og , sum vunnu útboðini og hava gjørt rammusáttmálar.
Sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, sigur, so snýr hetta seg um meira enn bara sparingar. Tað snýr seg um, at skattapengarnir verða brúktir skynsamt, og at vit skapa javnbjóðis kappingarmøguleikar fyri føroysku vinnuna.
Landsins stovnar spara fleiri milliónir við rammusáttmálum
Tað er greitt eftir, at Keyp landsins hava gjørt fimm avtalur um rammusáttmálar fyri keyp av brúkspappíri, battaríum, einnýtis búnýti, posum og sápum. Í 2024 keypti landið hesar vørur fyri smáar fimm milliónir krónur. Um keypt var eftir nýggju rammusáttmálunum hevði tala...
28/08/2025
📊 Nú sært tú lønina á Vanganum
Gjaldstovan er á Vanganum, og sum alment starvsfólk fært tú:
✔️ Skjótt yvirlit yvir tínar lønir. Eisini fyri gomul størv
✔️ Yvirlit yvir setan og sáttmála
✔️ Ársyvirlit, sum tú kanst samanbera ár fyri ár
🔗 Vitja okkum á Vanganum
19/05/2025
Í løtuni eru 8 almenn útboð Keypsportalinum – staðið, har almennir stovnar biðja vørur og tænastur.
Skráset teg á 👉 keypsportal.fo
So fært tú beinleiðis boð, hvørja ferð nýtt útboð ella tilboðsfyrispurningur verður lagdur út. 📩
✨PS: Vit arbeiða við at menna ein nýggjan og betri Keypsportal – og ja, tað fer sjálvandi eisini út á Keypsportalin. So um tú vilt vera við at betra Keypsportalin, skalt tú bara skráseta teg 😎🛠️
05/05/2025
Hevur tú royndir við innkeyp, fyrisiting og avtalum? So hava vit eitt spennandi starv til tín, sum vil arbeiða við útboðum og tryggja, at vit fáa sum mest fyri skattapengarnar og stimbra kappingina í vinnuni.
📍 Starvsstaður: Argir
📅 Umsóknarfreist: 15. mai 2025
Les meira niðanfyri ⬇️
08/04/2025
Ert tú ein, sum trívist við ábyrgd, hevur skil fyri KT og dámar gott samstarv?
KT Landsins veitir KT og net til landsins stovnar og skúlar. Vit leita eftir einum rakstrarleiðara, sum skal standa fyri tryggum, álítandi og støðugum tænastum, og sum vil vera við at menna okkara KT-kervi fram í tíðina.
👉Les meira um starvið í viðmerkingunum
Gjaldstovan
Gjaldstovan leitar eftir einum dugnaligum rakstrarleiðara, ið kann tryggja, at KT-skipanirnar hjá landsins stovnum og skúlum virka trygt og væl. Meira enn 13.000 fólk brúka skipanirnar hvønn dag, so tú verður ein tann týdningarmesti KT-rakstrarleiðarin í Føroyum.