10/06/2026
🌿 Søkjast kann nú um stuðul til umhvørvisverndartiltøk 2026
Heilsu- og orkumálaráðið umsitur eina játtan á 350.000 kr., sum verður latin til tiltøk, ið stuðla undir náttúru- og umhvørvisvernd.
Stuðul kann m.a. latast til tiltøk, sum:
🌱 menna vitanina um náttúru og umhvørvi
♻️ fyribyrgja og avmarka dálking
🐦 verja djóra- og plantusløg og landsløg
📣 kunna um náttúru- og umhvørvisviðurskifti
⚡ stuðla undir orkusparandi tiltøkum
Einstaklingar, virki, feløg og kommunur kunnu søkja um stuðul.
Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað og reglugerð eru tøk á heimasíðuni hjá Heilsu- og orkumálaráðnum - https://www.homr.fo/fo/arbeidsoekir/orku-og-umhvoervisoekid/nattura-umhvoervi-og-lendi/umhvoervisvernd/studul-til-umhvoervisverndartiltoek
📅 Freistin at søkja er 19. juni 2026
📧 Umsóknir skulu sendast til [email protected]
03/06/2026
Týsdagin 2. juni vitjaði landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, á Umhvørvisstovuni.
Í sambandi við vitjanina varð framløga hildin, har umboð fyri Umhvørvisstovuna greiddu frá arbeiðsøkjunum hjá stovninum, virkseminum á teimum ymisku deildunum og teimum raðfestingum, sum stovnurin arbeiðir við.
Eftir framløguna fekk landsstýriskvinnan møguleika til at heilsa upp á starvsfólkini á Umhvørvisstovuni. Vitjanin gav høvið til góðar samrøður og innlit í fjølbroytta arbeiðið, sum verður framt á Umhvørvisstovuni hvønn dag.
Landsstýriskvinnan fekk handað eina plantu av slagnum Drimys winteri, sum er framleidd á Gróðurstøðini í Miðhoydølum.
Umhvørvisstovan takkar fyri vitjanina og ynskir landsstýriskvinnuni í heilsu- og orkumálum til lukku við landsstýrissessinum. Samstundis sær Umhvørvisstovan fram til eitt gott og gevandi samstarv komandi árini.
26/05/2026
22. mai er altjóða lívmargfeldisdagur 🌱
19/05/2026
Skógrøkt hevur tørv á dugnaligum starvsfólki at arbeiða í viðarlundunum í Tórshavnar kommunu. Tú verður við til at tryggja, at viðarlundirnar eru væl hildnar, tryggar og innbjóðandi hjá vitjandi. Umsóknarfreistin er 16. juni 2026. Les meira á https://www.us.fo/stovnurin/ -storv
12/05/2026
Vit sóknast eftir starvsfólki, sum hevur førleikar innan náttúrufyrisiting og -skráseting og sum á skipaðan hátt kann, saman við øðrum, menna ein skynsaman leist til skráseting og kortlegging av náttúru- og fríøkjum. Talan er um nýtt og spennandi starv. Les meira á www.us.fo
23/04/2026
Veðurlagsdagur 2026 verður í Kongshøll kl. 13. Fylg beinleiðis stroyming her:
AVlux
Veðurlagsdagurin 2026 í Kongshøll hósdagin 23. apríl
21/04/2026
Globala miðal vatnstøðan hækkar, og at hækkingin tekur dik á seg. Í Føroyum er vatnstøðan hækkað 10 cm seinastu 30 árini. Við støði í vitanini um hækkandi vatnstøðu er greitt, at land og kommunur mugu taka størri atlit til framtíðar veðurlagsbroytingar, tá avgerðir verða tiknar í málum um bygging og infrakervi. Tí hava stovnarnir, sum fyriskipa Veðurlagsdagin, orðað eitttilmæli um bygging og hækkandi vatnstøðu. Tilmælið verður lagt fram á Veðurlagsdegnum hósdagin 23. apríl 2026.
Les nærri um tilmælið, skránna og tilmelding her. https://www.us.fo/vitanargrunnur/vedurlagsdagur-2026/
Veðurlagsdagurin verður fyriskipaður av arbeiðsbólki mannaður av Umhvørvisstovuni, Havstovuni, Jarðfeingi, Tjóðsavninum, Landsverki, Hagstovu Føroya, FIRUM, Fróðskaparsetri Føroya og Veðurstovu Føroya.
21/04/2026
Á Veðurlagsdegnum 2025 varð ljós serliga varpað á altjóða viðurkendar ávísar (en: indicators) fyri veðurlagsbroytingar. Fleiri ávísar snúgva seg um hækkandi vatnstøðu. Við støði í vitanini um hækkandi vatnstøðu er greitt, at land og kommunur mugu taka størri atlit til framtíðar veðurlagsbroytingar, tá avgerðir verða tiknar í málum um bygging og infrakervi. Føroyskir myndugleikar hava ein týðandi leiklut í at tryggja, at Føroyar eru fyrireikaðar til framtíðar veðurlagsbroytingar. Við at virka proaktivt og samstarva kunnu vit minka um framtíðar skaðar og tryggja eitt haldført og trygt samfelag fyri komandi ættarlið. Tí hevur arbeiðsbólkurin, sum fyriskipar Veðurlagsdagin, orðað hetta tilmælið um bygging og hækkandi vatnstøðu. Tilmælið verður lagt fram á Veðurlagsdegnum 2026, ið verður 23. apríl kl. 13 í Kongshøll. Skráin og tilmælið er tøkt her: https://www.us.fo/vitanargrunnur/vedurlagsdagur-2026/
20/04/2026
Kortalurin er dagførdur.
Við hesari dagføring ber til at síggja fleiri eldri myndakort á Kortalinum. Talan um myndakort frá árunum 1958, 2009, 2015 og øll árini frá 2017 til 2024. Harumframt ber eisini til at síggja landsumfatandi fylgissveinamyndir í høgari upploysn fyri tíðarskeiðið 2022-2024. Myndakortini finnast í Laglistanum.
Laglistin er nú bólkaður í undirbólkar. T.d. eru løg sum fixpunkt, jarðhiti, el- og tele leiðingar kloakk, vatn og gøtuljós nú at finna undir bólkinum Tøkni.
Hendan útgávan byggir á nýggjari tøkni, samstundis sum trygdin eisini er hækkað. Funkurnar eru tær somu, hóast útsjóndin er broytt eitt sindur.
Ætlanin er framhaldandi at leggja nýggj løg og nýggjar møguleikar afturat – umframt at gera aðrar smærri tillagingar.
Kortalurin er dagførdur.
Við hesari dagføring ber til at síggja fleiri eldri myndakort á Kortalinum. Talan um myndakort frá árunum 1958, 2009, 2015 og øll árini frá 2017 til 2024. Harumframt ber eisini til at síggja landsumfatandi fylgissveinamyndir í høgari upploysn fyri tíðarskeiðið 2022-2024. Myndakortini finnast í Laglistanum.
Laglistin er nú bólkaður í undirbólkar. T.d. eru løg sum fixpunkt, jarðhiti, el- og tele leiðingar kloakk, vatn og gøtuljós nú at finna undir bólkinum Tøkni.
Hendan útgávan byggir á nýggjari tøkni, samstundis sum trygdin eisini er hækkað. Funkurnar eru tær somu, hóast útsjóndin er broytt eitt sindur.
Ætlanin er framhaldandi at leggja nýggj løg og nýggjar møguleikar afturat – umframt at gera aðrar smærri tillagingar.
14/04/2026
Hevur tú áhuga fyri broytingum í veðurlagnum og ert forvitin eftir at vita meira um veðurlagsbroytingar í einum føroyskum høpi, so ert tú vælkomin á Veðurlagsdag í Kongshøll hósdagin 23. apríl 2026 kl. 13-16. Les meira her: https://www.us.fo/vedurlagsdagur-2026/