Eiðis Bjargingarfelag - Rescue Vón

Eiðis Bjargingarfelag - Rescue Vón

Del

Hetta er almenna Facebook síðan hjá Eiðis Bjargingarfelag og Rescue Vón.
Øll í hava áhuga í arbeiðinum hjá felagnum eru vælkomin at dáma hesa síðu.

Photos from Eiðis Bjargingarfelag - Rescue Vón's post 22/04/2026

Aftur seinnapartin í vóru boð eftir Rescue Vón.
Hesaferð var bátur við trupuleikum staddur á leið 9 fjórðingar norður úr Kallinum.
Vón sleipaði bátin til Eiðis.

Photos from Eiðis Bjargingarfelag - Rescue Vón's post 22/04/2026

Seinnapartin í gjár vóru boð eftir Vón. Bátur upsteðgaður umleið 1 fjórðing í ein útnyrðing úr Stakkinum.
Vón var skjót á staðið og sleipaði bátin til Eiðis.

10/04/2026

Stutt fyri kl 08.30 í morgun vóru boð eftir Rescue Vón. Bátur uppsteðgaður umleið 15 fjórðingar norður úr Eiðiskolli.
Kl 08.40 fór Rescue Vón av Eiði og var aftur á Eiði við bátinum kl 13.45.

Móttøka hjá Eiðis Sløkkliði 05/03/2026

Móttøka hjá Eiðis Sløkkliði Í samband við at nýggjur slølliliðsbilur er keyptur til Eiðis sløkkilið verður móttøka í hølunum hjá felagnum uppi á Grind.Bilurin bl...

04/03/2026
26/02/2026

Mánadagin vóru boð send eftir Rescue Vón.

Hesaferð var tað ein stuttleikabátur, ið fekk motortrupulleikar stutt frá grótkastinum við Bátahylin á Eiði. Boðini komu um 16 tíðina seinnapartin Stutt eftir kom Rescue Vón á staðið og sleipaði bátin aftur inn í bátahylin.

22/02/2026

Fríggjakvøldið kl. 20:51 komu boð frá MRCC, um at bátur var farin á land við Stakkin.
Vón loysti av Eiði kl. 20:57, og funnu teir bátin inni á Sjeyndum kl. 21:10
kvf.fo skrivar:
”Løgreglan sendi Rescue Vón á staðið og hóast tað var ókyrt á víkini, so eydnaðist fyrst at skjóta eina línu umborð á skadda bátin, og eftir tað svam ein bjargari av Rescue Vón inn til útróðrarbátin. Hann fór umborð og var um mannin til tyrlan kom eftir teimum báðum. Bjargarin metti tað ikki vera ráðiligt at taka mannin av bátinum umborð á Rescue Vón, júst tí tað var so ókyrt.
Boð vóru tí send eftir tyrluni hjá Atlantsflogi, sum heysaði mannin - og bjargaran - upp og flutti útróðrarmannin á Landssjúkrahúsið.”

Photos from Eiðis Bjargingarfelag - Rescue Vón's post 24/12/2025

Øllum verður ynskt eini trygg, góð og hugnalig jól, og eitt av harranum vælsignað nýggjár 🌲🎆
Vinarliga
Eiðis Bjargingarfelag - Rescue Vón

Photos from Eiðis Bjargingarfelag - Rescue Vón's post 30/08/2025

Bæði í gjár og í dag hevur Vón verið og sleipa havhestabátar, ið høvdu motortrupulleikar.
Í gjar var tað ein bátur, ið var staddur 5 fjórðingar norður úr Mýlingi, hann bleiv sleipaður til Eiðis.
Í dag var ein bátur uppsteðgaður nakað noður úr Rivtanga, hann bleiv sleipaður til Leirvíkar.

27/08/2025

Kl. 07:00 í morgun komu boð frá MRCC, um at ein bátur norðanfyri var uppsteðgaður, og tørvaði sleip.
Vón sleipaði bátin, sum var staddur einar 16 fjórðingar úr Kollinum, til Eiðis.
Veðrið var gott og gekk sleipið væl. Vón var aftur á Eiði við bátinum kl. 11:45

Photos from Eiðis Bjargingarfelag - Rescue Vón's post 25/06/2025

Kl. 02:45 í nátt komu boð frá MRCC, um at ein bátur úti á Mýlingsgrunninum hevið fingið motortrupulleikar, og tørvaði sleip.
Vón var hjá bátinum kl.03:50 og sleipaði bátin til Eiðis. Teinurin aftur til Eiðis var áleið 20 fjórðingar. Veðrið var gott, og sleipið gekk væl.
Vón var aftur á Eiði við bátinum kl.07:15

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Statslig Tjeneste-listen i Eiði?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Telefon

Internet side

Adresse


Eiði
470