10/06/2026
Seinasta freist at melda til ung í arbeiði fyri 2026 er 11. juni klokkan 16:00.
Ung, ið fara í 8. 9. og, 10. flokk í august 2026 fáa arbeiði í 14 dagar.
Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 8.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er arbeiðsdagurin liðugur.
Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.
Tey, sum eru áhugað í hesum tilboði, verða biðin um at seta seg í samband við kommununa á tlf. nr. 200400 ella við at senda ein teldupost til [email protected].
Við tilmelding skal upplýsast navn, bústaður, føðiár, telefonnummar, teldupostur, kontonummar, eftirlønarkontonummar, flokkur, og møguligar avbjóðingar í samband við heilsu.
Seinasta freist at melda til ung í arbeiði
Seinasta freist at melda til ung í arbeiði fyri 2026 er 11. juni klokkan 16:00. Ung, ið fara í 8. 9. og, 10. flokk í august 2026 fáa arbeiði
09/06/2026
Eiðis skúli søkir eftir 1 námsfrøðingi ella stuðulsfólki at starvast 880 árstímar (lønarbrot 0,5). Starvið er tíðaravmarkað skúlaárið 2026-2027.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitinum, í tøttum samstarvi við lærararnar, at arbeiða sum stuðul í 1.flokki.
Les alla starvslýsingina við at fylgja leinkjuni.
Starvslýsing Eiðis skúli
Eiðis skúli søkir eftir 1 námsfrøðingi ella stuðulsfólki at starvast 880 árstímar (lønarbrot 0,5). Starvið er tíðaravmarkað skúlaári
08/06/2026
Heilsuvikan var í viku 22 og enn einaferð var talan um eitt væl frágingið tiltak í góðum veðrið, har dentur varð lagdur á samveru, rørslu og hugbundni. Sí myndir her.
Myndir frá heilsuvikuni
Heilsuvikan var í viku 22 og enn einaferð var talan um eitt væl frágingið tiltak í góðum veðrið, har dentur varð lagdur á samveru, rørslu...
31/05/2026
Í dag klokkan 14:00 verður gongutúrur við Jan Thomsen út til Vaktarhúsið!
29/05/2026
Her sæst skráin fyri fríggjadagin 29. mai í heilsuvikuni.
Byrjað verður við sangi og rørslu í Korndalsgarði klokkan 09:30.
Klokkan 17:00 verður dypping eysturi á keiøkinum.
28/05/2026
https://www.eidi.fo/aftur-moguleiki-at-faa-kok-kl-1730-1800/
Aftur møguleiki at fáa kók kl.17:30-18:00
Tey sum ikki høvdu møguleika at koma á Keiina á Eiði fyrr í dag, fáa aftur møguleikan seinni í dag. Frá kl. 17:30 til kl. 18:00 verður a...
28/05/2026
https://www.eidi.fo/klokkan-1200-kunnu-borgarar-faa-eitt-kok/
Klokkan 12:00 kunnu borgarar fáa eitt kók
Klokkan 12:00 kunnu borgarar í Eiðis kommunu koma á keiina á Eiði at fáa sær eitt kók. Talan er ikki um stórar nøgdir, men eitt kók til hv
28/05/2026
Her sæst skráin fyri hósdagin 28. mai í heilsuvikuni. Fyrilesturin vixð Ann og Jensjáku ber heitið "Náttúran sum heilivágur". Eftir Social run verður frukt og kaffi at fáa. NB: Ætlaða tiltakið leygardagin klokkan 10:00, gakk ella renn, verður skoytt uppí Social Run. Tískil er einki tiltak leygardagin 30. mai.
28/05/2026
Springarakók til borgarar í Eiðis kommunu.
Borgarar í Eiðis kommunu hava fingið 30 springarar norð frá drápinum í Hvalvík/Streymnes.
Ætlanin er at skera allar springararnar upp, og tá alt er uppskorið, verður fráboðan løgd á heimasíðuna hjá Eiðis kommunu um, at borgarar í kommununi kunnu koma á keiina á Eiði at fáa sær eitt kók.
Vit byrja at skera upp kl.08.30 og tað hevði verið gleðiligt, um fólk komu at hjálpa til.
Vinarliga
Eiðis kommuna
27/05/2026
https://www.eidi.fo/lysing-eftir-arbeidsformanni-2/
Kundi tú hugsað tær eitt starv, har tú hevur stóra ávirkan á arbeiðið?
Talan er um leiðarastarv, har formaðurin hevur ábyrgd av dagliga arbeiðinum í kommununi. Í starvinum hevur tú ábyrgd av vatnverkum, kloakk, fríðkan, vegakervinum og øðrum.
Sum heild eitt fjølbroytt starv, har hvør dagur hevur nýggjar og spennandi uppgávur.
Eiðis kommuna arbeiðir miðvíst við:
• At tú sleppur at mynda starvið.
• At tú følir, at tú brúkar tíni evni mest møguligt.
• At tú mennir tínar fakligu førleikar.
• At tú skalt tíma til arbeiðis og føla, at tú ert partur av eini størri heild.
Eiðis kommuna ynskir, at tú:
• hevur viðkomandi útbúgving, handverkari ella líknandi.
• hevur evni at leiða, leggja til rættis, seta í verk og fylgja upp.
• hevur hampuliga góðar telduførleikar ella ynskir at menna hesar.
Hevur tú eftirútbúgving í viðkomandi fakum, stóra koyrikortið ella annað, sum viðkemur starvinum, er hetta sjálvandi ein fyrimunur.
Hvussu kanst tú fáa meira at vita:
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at ringja til borgarstjóran, Jógvan í Skorini, tlf. 740400, so tú kanst fáa gjøllari upplýsingar.
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum handverkarafeløgini/starvsfelagið og avvarðandi yrkisfelag.
Tú ert vælkomin at senda umsókn til:
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum viðmælum skal vera [email protected] hendi í seinasta lagi 17.06.2026
Lýsing eftir arbeiðsformanni
Kundi tú hugsað tær eitt starv, har tú hevur stóra ávirkan á arbeiðið? Talan er um leiðarastarv, har formaðurin hevur ábyrgd av dagliga...