Kommunala Brennistøðin

Kommunala Brennistøðin

Del

Kommunala Brennistøðin tekur sær av øllum burturkasti, rottangum og reinsiverkum í Tórshavnar kommunu. navn og telefonnummar.

Umhvørvispolitikkurin hjá KOB byggir á visjónina um at burturkast er eitt tilfeingi, sum skal viðgerast við atliti til ringbúskap. Á Kommunalu Brennistøðini vilja vit fegin samskifta við teg og okkara kundar – og tí kanst tú sjálvandi finna okkum á Facebook.
Á okkara Facebooksíðu vilt tú fáa kunning um serlig virksemi og ymiskt góð rá og triks í tínum dagligdegi. Fyri at tryggja eitt gott orðaskif

Skøra skal latast til brenningar uttan mold 26/05/2026

Nú er tíðin komin at basa skøruni🎋

Skøra er ein innræsin planta, sum ger skaða á føroysku náttúruna, um hon fær loyvi til at gróðurseta seg í lendið. Tí er týdningarmikið at basa skøruni og at beina hana burtur á rættan hátt.

Minst til at:
✅Innræsnar plantur skulu latast til brenningar
✅Moldin skal bustast væl av rótini
✅Lat innræsnu planturnar í klárar plastsekkir

Skøra skal latast til brenningar uttan mold Skøra skal latast til brenningar uttan mold

21/05/2026

Allar støðir og endurnýtslur hjá Kommunalu Brennistøðini eru stongdar 2. hvítusunnudag, tann 25. mai.

20/05/2026

Takk fyri allar vitjanir í umhvørvisvikuni💚

13/05/2026

🤗♻️

13/05/2026

Í 2025 tók Kommunala Brennistøðin ímóti 23.649 tonsum av burturkasti. Hetta er uml. 14 % meira enn í 2024, tá ið burturkastnøgdin var 20.807 tons. Av burturkastinum, ið KOB tók ímóti í 2025, vórðu uml. 75 % orkuútvunnin, 22 % send til endurvinningar og knapt 3 % tyrvd.

Mongdirnar av burturkasti, sum verða sendar til endurvinningar, eru vaksnar í mun til 2024. Ein orsøk til hetta er, at metal varð avskipað tvær ferðir í 2025 í mun til eina ferð í 2024. Eisini eru tølini fyri glas og elektronikk vaksin í 2025 í mun til í 2024.

Orkuútvinningin er vaksin við yvir 1.000 tonsum av burturkasti í mun til í 2024. Tyrvingin er minkað munandi seinastu tvey árini, tí nú verður tað skilt meira, umframt at vinnan koyrir tyrviburturkastið beinleiðis til nýggja Tyrvingarplássið í Nýggjheiðum.

Les meira í okkara Umhvørvisfrágreiðing: https://www.kob.fo/um-okkum/hagtoel-og-politikkir/umhvoervisfragreiding/

12/05/2026

Allar støðir og endurnýtslur hjá Kommunalu Brennistøðini eru stongdar Kristi himmalsferðardag, hósdagin 14. mai. Opið er aftur sum vanligt fríggjadagin.

Photos from Umhvørvisvikan's post 06/05/2026

🤗♻️

29/04/2026

Allar støðir og endurnýtslur hjá Kommunalu Brennistøðini eru stongdar Dýrabiðidag, fríggjadagin 1. mai. Opið er aftur sum vanligt leygardagin.

Húsarhaldsruskið, sum vanliga verður heintað fríggjadag, verður heintað gjøgnum vikuna. Tó verður húsarhaldsruskið í Nólsoy ikki heintað hesa vikuna, men vit heinta dupult í komandi viku.

28/04/2026

Vælkomin til framløgu og rundvísing á Kommunalu Brennistøðini í umhvørvisvikuni💚

Ivast tú í, hvussu tú skilir burturkastið heima við hús? Og ynskir tú at síggja, hvussu burturkastið verður handfarið víðari? Kom so til framløgu og rundvísing á Kommunalu Brennistøðini týskvøldið 5. mai kl. 19.30.

Tiltakið er ókeypis, tó er neyðugt at melda seg til her: https://www.kob.fo/borgari/skiljing/temakvoeld-laer-at-skilja-titt-burturkast/

20/04/2026

Flaggdagin, leygardagin 25. apríl, lata allar støðir hjá Kommunalu Brennistøðini aftur kl. 12. Hetta merkir, at Endurnýtslan á Hjalla bert er opin frá kl. 10-12.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Statslig Tjeneste-listen i Hoyvík?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Internet side

Adresse


á Hjalla 5
Hoyvík
FO-188

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 08:00 - 17:00
Tirsdag 08:00 - 17:00
Onsdag 08:00 - 17:00
Torsdag 08:00 - 17:00
Fredag 10:00 - 17:00
Lørdag 10:00 - 17:00