03/06/2026
Dreymurin hjá nógvum smádreingjum man vera at sleppa at sita við róðrið á einum báti. Tað sluppu hesir, tá teir vóru ein stimitúr fyrr í vikuni. Myndir frá túrinum eru á heimasíðuni 👇
Útilív í góðveðrinum
Útilív í góðveðrinun. Í dag vóru nakrir av næmingunum úr stovu 101 ein túr við báti. Teir sigldu út á Pollin og yvir á Strond ímóti byrgingini til Haraldsunds. Veðrið var av tí besta, so góð líkindi vóru hjá dreingjunum at sleppa at royna seg sum stýrimenn stóran part av ...
26/05/2026
Nordplus er eitt útbúgvingarmennandi samstarv millum skúlar í norðurlondum, og í seinastu viku vitjaðu samstarvsfelagar úr Noregi og Danmark skúlan á Skúlatrøð. Vitja heimasíðuna og síggj myndir og video frá vitjanini, og les um, hvat vit kundu bjóða gestunum 🙂👇
Nordplus samstarv - hesaferð á Skúlatrøð
Samstarv gjøgnum Nordplus - eisini á Skúlatrøð Norðpluss er ein norðurlendsk útbúgvingarskrá hjá norðurlendska ráðharraráðnum, har til ber at søkja um stuðul til samstarv og útveksling innan útbúgving. Peningastuðul verður givin til skúlar, lærarar og næmingar alt eftir, hv...
26/05/2026
Matarskráin vika 22 👇
Matarskráin fyri viku 22
Sí matarlepan her
26/05/2026
Kom við og síggj, tá 1. d vitjaði umborð á Pison í seinastu viku 👇
1.d vitjar umborð á Pison
Fiskur og fiskiskapur Seinastu tíðina hevur 1.d arbeitt við evninum fiskar og fiskiskapur. Í tí sambandi var flokkurin ein dagin og vitjaði umborð á Pison. Umborð á Pison sluppu tey at royna seg á ymsum økjum. Eisini vitjaðu tey frystaríið hjá Antinis og sóu ymiskar fiskar, sum vór...
23/05/2026
Hósdagin var eldra skúlakórið á ferð í Havn, har tey eisini vóru og vitjaðu landstýrismannin í mentamálum. Vitja heimasíðuna og síggj myndir frá túrinum; tú kanst eisini finna slóðina til greinina hjá Mentamálaráðnum um vitjanina 👇
Eldra skúlakórið á ferð í Havn
Eldra skúlakórið á vitjan í Havn Hósdagin var eldra skúlakórið á ferð í Havn. Tey vitjaðu og sungu fyri børnum í Barnagarðinum við Lítla skóg, og eisini sluppu tey at syngja fyri landstýrismanninum í mentamálum, Bárður á Lakjuni. Bárður víst okkum eisini runt í stýrinum...
21/05/2026
Í dag fekk Skúlatrøð forvitnisliga vitjan frá Jarðfeingi í samband við, at tað í hesum døgum verður varpað ljós á vísindaliga gransking við spurninginum, um føroyska basaltið kann goyma CO2, og harvið gera nakrar CO2 keldur CO2 neutralar. Løtan hugtók næmingarnar, sum eftir framløguna høvdu nógvar og skilagóðar spurningar. Vit takka fyri sera áhugaverda framløgu frá John Millett frá Volcanic Basin Energy Research, sum saman við Barbaru Biskopstøð frá Jarðfeingi, vitjaði skúlan. Les meira her 👇
DECARB FAROE á Skúlatrøð
Kann CO2, sum er carbon dioxide, gerast um til stein? Tað ljóðar ótrúligt, men tað er júst tað, granskarar í verkætlanini DECARB FAROE eru forvitnir eftir at vita. Í dag fekk Skúlatrøð forvitnisliga vitjan frá Jarðfeingi í samband við, at tað í hesum døgum verður varpað ljós ...
12/05/2026
Kom við 7.b og vitja rannsóknarstovuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har arbeiðið snýr seg nógv um blóð og ílegur 😊👇
Á rannsóknarstovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðgevar Seinasta evni, sum 7.b hevur havt í lívfrøði, er hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðgevar. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er eitt laboratorii, ein rannsóknarstova, og tí er upplagt at fáa eina vitjan á rannsóknarstovuna í lag. Á rann...
12/05/2026
Vitja heimasíðuna og síggj, hvussu 2.a hevur lært tað praktiska við lutum, sum flúgva 😊👇
Praktisk læring um at flúgva
Á veingjum Sum vit eisini søgdu í undanfarnu greini um brot hjá 2.a, so hava tey arbeitt nógv praktiskt. Hesaferð snýr tað seg um ymiskt, sum flytir seg. Í heimstaðarlæru verður arbeitt við "á hjólum" og nógvum ymiskum, sum kann koyra og rulla. Í hesum sambandi hava tey eisini arbei...
11/05/2026
Vitja heimasíðuna og síggj, hvussu stuttligt tað kann vera at læra um brot 😊👇
Praktisk læring um brot
Læring í praksis Tað er stuttligt at læra í praksis og arbeiða við ítøkiligum lutum, tí tá síggja vit, hvat arbeitt verður við, og hvat vit kunnu brúka vitanina til. 2.a hevur lært um brot og fyri at skilja brot betur, so hava næmingarnir eisini arbeitt praktiskt. Í 2.a skuldu næm...
11/05/2026
At veðrið í Føroyum er skiftandi og ójavnt kring landi, tað kunnu vit staðfesta hesar seinastu dagarnar. Ímeðan næmingar gingu væl ílatnir og ballaðir her norðuri, vóru aðrir næmingar, sum hugnaðu sær á strondini í Nólsoy. Her er ein myndafrásøgn frá seturskúlanum hjá 4.a úti í Nólsoy ☺️👇
Á seturskúla í Nólsoy
Mikudagin og hósdagin í seinastu viku var 4.a á seturskúla í Nólsoy. Mikudagin var kølið, men av besta veðri, so børnini hugnaðu sær úti við at svimja, hoppa trampolin, sparka bólt og fanga krabbar. Eisini vóru vit á Ovasavninum og fingu sera áhugaverda frásøgn um Ova. Um kvøldi...