09/05/2026
Vit hava havt árligt eftirlit við bjargingarbátunum umborð á Ziska. trygdin hevur alt at siga tá manningin skal út at veita hjálp og bjarging tá ið á stendur.💪⛵️🛥
Takk fyri stuðulin Christian Í Grótinum!
11/04/2026
Í gjárkvøldið, 10. apríl, var aðalfundur í felagnum.
Nevndin fekk ein nýggjan nevndarlim, Ingvald Eysturdal Justesen, vælkomin til. Annars er nevndin óbroytt og er skipað soleiðis:
Pól Eyðfinn Poulsen er formaður
Óli Magnusmørk er næstformaður
Birna Jacobsen er kassameistari
Karstin Bertholdsen er skrivari
Ingvald Eysturdal Justesen er umsjónarmaður
Tiltakslimir eru Poul Ivan Askham og Kaj Askham
Takk fyri ein góðan og siðiligan fund 😃
30/03/2026
https://nordlysid.fo/tidindi/91952/adalfundur-hja-nordoya-bjargingarfelag
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingarfelag
Aðalfundurin hjá Norðoya Bjargingarfelag verður í hølunum felagsins, gomlu havnarskrivstovuni faktorsvegur 11, fríggjakvøldið, 10 Apríl 2026, kl. 19:30.
02/02/2026
Leygarnáttina var Ziska ein longri túr eftir einum skipi, sum hevði fingið um skrúvuna einar 40 fj úr Klaksvík, Ziska sleipaði skipið inn á Klaksvík og dykkarir hjá Norðoya Bjargingarfelag skóru av skrúvuni, so skipið slapp avstað aftur beinanveg💪
Uppgávan tók 12 tímar, tá er umráðandi at vera væl mannaður við góðum fólki👍
24/12/2025
Vit vilja ynskja øllum eini friðsæl og trygg jól 🥰
Norðoya Bjargingarfelag
Rescue Ziska
10/11/2025
Eykaaðalfundur hjá Norðoya Bjargingarfelag
Eykaaðalfundur hjá Norðoya Bjargingarfelag verður í hølum felagsins, á gomlu havnarskrivstovuni, Faktorsvegur 11, mikukvøldið, 19. november 2025, kl. 19.30.
23/08/2025
Brúðarparið Magnusmørk 🌺
Vit fingu eina hugnaliga uppgávu í dag. Næstformaðurin í felagnum, Óli, bleiv í dag giftur við Sigrid. Víglsan var í Mikladali, meðan veitslan verður í Haraldssundi. So Ziska slapp at føra parið frá Syðradali til Klaksvíkar 🥰
Hjartaliga tillukku við hjúnarbandinum og blíðan byr 😘
25/06/2025
Hesin deiligi bjargingarbátur hevur tænt okkum ótrúliga væl í heili 20 ár. Nú er tíðin komin til at selja hann. Arun, fyrrverandi Ziska (og upprunaliga Newsbuoy frá RNLI), kom til Føroyar í 2005. Hann er upprunaliga frá 1984, bygdur í Onglandi, til bretsku bjargingarfeløgini.
Vilja tit vita meira um bátin og søluna, so kann teldupostur sendast til [email protected], ella ringjast til Jákup á tel. 212304.
25/03/2025
Týsdagin hin 11. Mars 2025 var ársaðalfundur á skránni.
Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin soleiðis:
Formaður - Karstin Bertholdsen
Næstformaður - Jens Pauli Poulsen
Kassameistari - Birna Jacobsen
Skrivari - PolEydfinn Poulsen
Nevndarlimur - Poul Ivan Askham
Í kvøld hevði nevndin fyrsta fundin og høvið var til eina felagsmynd av nevndarlimum.