Eysturkommuna

Eysturkommuna

Del

Eysturkommuna umfatar Leirvík, Norðragøtu, Gøtugjógv, Syðrugøtu og Gøtueiði, og er einasta kommuna í landinum har sólin sæst rísa og seta.

Eysturkommuna fevnir um bygdirnar Leirvík, Norðragøtu, við Gøtugjógv, Syðrugøtu og undir Gøtueiði, og er einasta kommuna í landinum har sólin sæst rísa og seta.

Photos from Eysturkommuna's post 12/06/2026

‼️Áminning ‼️

12/06/2026

‼️Sprongt verður aftur mánadagin 15. juni uml. kl. 11:00.

SPREINGIARBEIÐI💥

Í sambandi við nýggju útstykkingina í Syðrugøtu, omanfyri Garðabrekku, fer arbeiðstakarin J&K Petersen at fremja spreingiarbeiði vegna Eysturkommunu.

Tá klárt er at spreingja, verður varslað við floytu. Meðan spreinging fer fram, verður vegurin Garðabrekka stongdur, og vaktir verða staðsettar við vegin fyri at tryggja trygdina hjá ferðsluni og teimum, ið eru í økinum.

Vit heita á øll um at vísa varsemi og fylgja teimum ávísingum, ið verða givnar á staðnum.

(Arbeitt verður vit at seta føst tíðspunkt og dagar í vikuni, fyri at borgarar vita nær sprongt verður í ásetta tíðarskeiðinum.)

Vinarliga Eysturkommuna

Photos from Eysturkommuna's post 09/06/2026

🌲Limmulundin 50 ár - minnispláta avdúkað

Nógv fólk vóru komin saman í Limmulundini við Brekkuvegin í Leirvík í dag í sambandi við at 50 ár eru liðin síðani Olivia Joensen gróðursetti fyrsta træið í lundini.

Løtan var hátíðarhildin við sangi, røðum og avdúkan av minnisplátu.

Tiltakið byrjaði við, at mentanarleiðari Astrid Johannesen bjóðaði vælkomin. Síðani var felagssangur á skránni, áðrenn Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini, avdúkaði minnisplátuna.

Kvinnukórið sang nakrar sangir, og bæði Árni Jacobsen, Torhild Bjarkhamar og Fríðfinnur Johnsson høvdu orðið.

Eftir hetta bjóðaði Eysturkommuna kaffi og køku.

Takk fyri eina sera hugnaliga løtu í frálíka veðrinum í Limmulund í dag.

📸Myndirnar hava Astrid Johannesen og Árni Jacobsen tikið.

08/06/2026

Limmulundin í Leirvík 50 ár🎉

Týsdagin 9. juni kl. 17 verður minnispláta avdúkað í Limmulundini. Tá eru liðin 50 ár síðani Olivia Joensen gróðursetti fyrsta træið.

Henda hugnaløtan verður hildin við røðum, felagssangi og kórsangi. Harafturat bjóðar kommunan heitt at drekka og søtt afturvið.

Skráin verður hendan:
•Astrid, mentanarleiðari, bjóðar vælkomin
•Felagssangur
•Per Martin, borgarstjóri, avdúkar minnisplátuna
•Kvinnukórið syngur
•Fríðfinnur heldur stutta røðu
•Felagssangur
•Silas Olofson greiðir frá fuglum í Limmulund

Kaffi og kaka verður at fáa

Øll eru hjartaliga vælkomin!

08/06/2026

‼️Dagføring:
Sprongt verður:
Mánadagin 8. juni kl. 14:00
Týsdagin 9. juni kl. 12:00.
Mikudagin 10. juni kl. 11:00 og kl. 16:00.

SPREINGIARBEIÐI💥

Í sambandi við nýggju útstykkingina í Syðrugøtu, omanfyri Garðabrekku, fer arbeiðstakarin J&K Petersen at fremja spreingiarbeiði vegna Eysturkommunu.

Sprongt verður 1–2 ferðir um vikuna í einum tíðarskeið á umleið 6 mánaðir. Vegna summarfrítíð verður ikki sprongt í viku 31 og 32.

Tá klárt er at spreingja, verður varslað við floytu. Meðan spreinging fer fram, verður vegurin Garðabrekka stongdur, og vaktir verða staðsettar við vegin fyri at tryggja trygdina hjá ferðsluni og teimum, ið eru í økinum.

(Arbeitt verður vit at seta føst tíðspunkt og dagar í vikuni, fyri at borgarar vita nær sprongt verður í ásetta tíðarskeiðinum.)

Vit heita á øll um at vísa varsemi og fylgja teimum ávísingum, ið verða givnar á staðnum.

Vinarliga Eysturkommuna

Photos from Eysturkommuna's post 06/06/2026

Ein áhugaverdur gongutúrur, við Hákuni Andreasen, frá Gamla skúla oman á Toftanes í dag. Í morgin, sunnudagin kl. 15.30, verður aftur møguligt at fara ein gongutúr og hoyra áhugaverdu frásagnirnar frá Hákuni.

Myndirnar hava Astrid Johannesen og Árni Jacobsen tikið📸

06/06/2026

Í morgin er Lávusarhús opið kl. 13-17🧶🌸

06/06/2026

𝐊𝐥. 𝟏𝟓.𝟑𝟎: 𝐆𝐨𝐧𝐠𝐮𝐭𝐮́𝐫𝐮𝐫 𝐟𝐫𝐚́ 𝐆𝐚𝐦𝐥𝐚 𝐬𝐤𝐮́𝐥𝐚 𝐨𝐦𝐚𝐧 𝐚́ 𝐓𝐨𝐟𝐭𝐚𝐧𝐞𝐬.
Frá framsýning til upprunastað.

Gongutúrur við Hákuni Andreasen, savnsteknikari á Tjóðsavninum, sum var á staðnum, tá útgrevsturin fór fram.

Leygardagin 6. juni og sunnudagin 7. juni kl. 15.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin við.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Statslig Tjeneste-listen i Norðragøta?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Telefon

Adresse


Oyran 2
Norðragøta
FO-512

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 15:00
Tirsdag 09:00 - 15:00
Onsdag 09:00 - 15:00
Torsdag 09:00 - 15:00
Fredag 09:00 - 12:00