19/05/2026
https://porkeri.fo/nytt-i-kommununi/samstarv-um-ungdomshusi-i-vagi
Vælkomin á almennu Facebook síðuna hjá Porkeris kommunu.
12/05/2026
https://porkeri.fo/nytt-i-kommununi/ung-i-arbei-i-2026
Ung í Arbeiði 2026 Aftur í ár er møguleiki at tekna seg til ”Ung í Arbeiði 2026” hjá Porkeris kommunu. Arbeitt verður í viku 26 og 27, og umfatar hetta ungdómar í kommununi, ið hava fylt 14 ár men ikki fylt 17 ár, tá arbeiði byrjar.
Ung í Arbeiði 2026.
Aftur í ár er møguleiki at tekna seg til ”Ung í Arbeiði 2026” hjá Porkeris kommunu. Arbeitt verður í viku 26 og 27, og umfatar hetta ungdómar í kommununi, ið hava fylt 14 ár men ikki fylt 17 ár, tá arbeiði byrjar.
Freistin at tekna seg til luttøku er í seinasta lagi mánadagin 15. juni 2026.
Tilmeldingarskjal er tøkt á heimasíðu okkara: porkeri.fo
Porkeri, tann 12. mai 2026.
Ása Holm, borgarstjóri Eilin Hovgaard, skrivari
F R Á B O Ð A N.
Sagt verður frá, at søla av lunnindum í Porkeri verður í Húsinum við Á týsdagin 26 mai 2026 klokkan 17.00
Tað, ið selt verður eru:
1. Haruhagarnir.
2. Hovshólmur.
Porkeri, tann 5. mai 2026
Porkeris Kommuna
27/04/2026
https://porkeri.fo/nytt-i-kommununi/felags-integrationssamskipari-fyri-su-uroynna
Felags integratiónssamskipari fyri Suðuroynna Kommunurnar í Suðuroynni hava tikið stig til eitt nýtt samstarv á integratiónsøkinum, har ein felags integratiónssamskipari verður settur.
Skrivstovan er stongd 13 & 14 apríl
Broyting í innsavnan hjá IRF í Suðuroy:
Mánadag 30. mars: Froðba, Hvalba, Sandvík, Hov, Porkeri
Týsdag 31. mars: Vágur, Lopra, Akrar, Sumba
Mikudag 1. apríl: Hvítir posar sunnara helvt
Alla aðrastaðnis í Suðuroy verða húsarhaldsposarnir heintaðir sum vanligt.
Vikuna eftir pásir verða húsarhaldsposarnir í Suðuroy heintaðir dagin eftir vanligu innsavningina.
IRF ynskir tykkum øllum einar gleðiligar páskir!
Ása Holm er burturstødd frá 30 mars til og við 14 apríl. Í hesum tíðarskeiðið er Teresa Silvurdal virkandi borgarstjóri.
Skrivstovan er stongd í morgin 19 mars
Kunngerð.
Sagt verður frá, at fólkatingsval verður týsdagin 24 mars 2026.
Atkvøðugreiðslan fer fram í Porkeris skúla millum kl. 9 og kl. 20, og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.
Atkvøtt verður í skúlanum í Porkeri frá kl. 9.00 til 20.00, tá latið verður aftur, um ikki fleiri veljarar vísa seg á valstaðnum eftir hetta.
Heitt verður á veljarar um at hava valkortið við á valstaðið, tá atkvøtt verður. Valkortini verða send við postinum.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá.
Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini, til og við 18 mars 2026.
Teir veljarar, ið vegna sjúku ella ellisbrek, og sum av hesi orsøk ikki kunnu koma á atkvøðustaðið valdagin, kunnu atkvøða heima. Hetta má fráboðast til valnevndarformannin Eilin Hovgaard á tlf. 573520 í seinasta lagi fríggjadagin 20. mars klokkan 13.00.
Porkeri, tann 10 mars 2026
Eilin Hovgaard, valnevndarformaður.
Fráboðan í samband við løgtingsvalið
Løgtingsvalið verður tórsdagin 26 mars 2026.
Atkvøðugreiðslan verður i Porkeris skúla frá kl. 10 til kl. 20, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Heitt verður á veljarar um at hava valkortið við.
Veljarar, ið ynskja at brævatkvøða, kunnu gera hetta á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini, mánadag til tórsdag, frá kl 10 til kl. 14, í seinasta lagi 25 mars 2026.
Veljarar, ið vegna sjúku ella líknandi, ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu siga kommunuskrivstovuni frá á tlf. 573520 í seinasta lagi 25 mars 2026 kl 14.
Valstýrið í Porkeri