23/05/2026
Hvat ætla tit at lesa fyri børnunum?
Vælkomin á Bókasavnið við Løkin - títt bókasavn!
23/05/2026
Hvat ætla tit at lesa fyri børnunum?
13/05/2026
Løksítriv: vit perla lyklaringar og armbond
Fríggjadagin 15. og leygardagin 16. mai verður ítriv á bókasavninum. Vit fara at perla lyklaringar og armbond, og tað einasta tú skalt hava við er hugflog.
Løksítriv er opið tá bókasavnið er opið: fríggjadagin kl. 13-18 og leygardagin kl. 11-16
08/05/2026
Komandi skrivikapping
Til komandi ár verður skrivikapping aftur fyriskipað í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.
Evnið er fingið upp á pláss, og tað verður: ferðafrásagnir.
Í februar verður eitt skriviskeið, har evnið verður tikið upp, og freistin at lata inn verður helst í mars 2027.
Vinnararnir verða kunngjørdir á Mentanarvikuni 2027
30/04/2026
Vit hava stongt dýra biðidag - bókasavnið er opið aftur leygardagin kl 11-16
29/04/2026
Hoyr samrøðuna við Sámal Soll og Lydiu Didriksen í Kultura
https://kvf.fo/greinar/2026/04/23/lydia-og-samal-vunnu-stuttsogukappingina
- og les stuttsøgurnar á lokin.fo
27/04/2026
Bókasøvn sum “triðja staðið”
Bókasavnið við Løkin er saman við fleiri øðrum norðurlenskum og baltiskum bókasøvnum við í stórari verkætlan “Libraries as Third Places”. Verkætlanin er stuðlað av Nordisk kulturkontakt, og fer at fevna um eitt ár, við byrjan í mai, har vit fara at samstarva við:
Tauragė District Municipality Birutė Baltrušaitytė Public Library (Litava, samskipari)
Pärnu Central Library and Saare County Central Library (Estland)
Halsnæs Library (Danmark)
Ålesund Library (Noreg)
Verkætlanin fer at fevna um samstarvsfundir, lestrarvitjanir, verkstovur, royndardeilingar og at enda verður ein ráðstevna sum tekur saman um verkætlanina. Málið er at granska bókasavnið sum eitt “triðja stað” - eitt opið, fevnandi og samlagsmennandi stað fyri læring, samveru og luttøku.
Av teimum yvir 70 umsóknunum vóru bert 11% útvald at fáa stuðul, har í hendan verkætlanin var ein teirra. Samlaða fíggjarætlanin er 20.000 EUR.
Vit gleða okkum til hesa verkætlanina, og fara at leggja meir út um evnið so hvørt.
24/04/2026
Bókasavnið er opið flaggdagin 25. apríl kl 11-16
Vit hava myndaframsýning hjá Silas Olafson
Vit perla fuglar
3.b selur plantur - tomat, piparfrukt oa.
Kaffi er á kannuni - kom og vitja
24/04/2026
Nú er teknikappingin liðug á hesum sinni. Í ár var evnið fuglar og fuglalív, og vit fingu ótrúliga nógvar góðar myndir inn. 4 myndir vóru valdar sum skaraðu framúr, og tey 4 listafólkini hava nú fingið teirra vinningar (gávukort til Bókabúðina í Saltangará)
Í ár var tað so stuttligt at tvey systkin vunnu: Jeffrei 8 ár og Rakul Iris 13 ár (Jeffrei heldur á báðum myndunum)
Iris 5 ár og Rebekka 11 ár vunnu eisini.
Vit ynskja teimum so hjartaliga til lukku 💐
22/04/2026
Hósdagin 23. apríl kl. 17 verður heilt serstakt høvi at hoyra yrkingaupplestur. Jóanes Nielsen, Marjun S. Kjelnæs og Rói R. Patursson koma at lesa teirra yrkingar upp í skúlanum í Oyndarfirði. Harumframt fer Kári Sverrisson at spæla nøkur løg.
Vit bjóða ein kaffimunn afturvið
21/04/2026
Avbera vakra og hugtakandi myndaframsýningin hjá Silasi Olofson er opin alla Mentanarvikuna 🙌
21/04/2026
Mánakvøldið vórðu vinnararnir av skrivikappingini í sambandi við Mentanarvikuna kunngjørdir.
1. virðisløn fór til Sámal Soll og
2. virðisløn fór til Lydiu Didriksen
Vit fingu 49 stuttsøgur inn, og tað er ómetaliga gleðiligt at so nógv fólk skriva. Dómsnevndin valdi hesar báðar burturúr rúgvuni, og vit vóru so heppin at hoyra tær í gjárkvøldið.
Stuttsøgurnar, saman við grundgevingunum hjá dómsnevndini liggja á heimasíðuni https://lokin.fo/kappingar
Eisini vera tey bæði at hoyra í samrøðu við Lív Mikkelsen í Kultura.
Vit ynskja Lydiu og Sámal hjartaliga til lukku!