28/03/2026
Vit ynskja at takka tykkum øllum, sum gleddu okkum á gullbrúdleypsdegnum, fríggjadagin 20. mars.
Takk fyri tær mongu heilsurnar, vit fingu sendandi bæði við boðum, gávum, blómum og telefonsamrøðum. Vit eru málleys!
Av hjarta takka vit tykkum øllum, sum vaktu okkum við góðum sangi og morgunmati. ❤️ Somuleiðis tykkum øllum, sum komu inn á gátt.
Til seinast takka vit okkara kæru børnum við familjum, sum gjørdi dagin so hugnaligan saman við okkum.
Vit ynskja tykkum øllum gleðiligar páskir! 🇫🇴🐥🐣
20/03/2026
Í dag hava vertirnir í Garðahúsinum 50 ára brúdleypsdag! 🎉 Familja og vinir yvirraskaðu tey við sangi og morgunmati í morgun.
Ver við í hátíðarhaldinum við at skriva eina heilsan til gullbrúðarparið! 💕
Today, the hosts of Garðahúsið are celebrating their 50th wedding anniversary! 🎉 Family and friends surprised them with songs and breakfast this morning.
Join the celebration by writing a heartfelt greeting to this lovely couple! 💕
20/09/2025
Jólini nærkast í hvørjum ... so minst til at bíleggja pláss, um tit ynskja at halda jólaborðhald í í Garðahúsinum.
Pláss er fyri í mesta lagi 22 fólkum. Minsta mark er 8 fólk. Matur og tíðspunkt má bíleggjast frammanundan.
Matskrá
Heilstokt dunna við fyllu, eplum, brúnkaðum eplum, waldorfsalati, reyðkáli og sós.
Omaná
Mandlurís við heimagjørdari karamellsós og kirsuberjasós.
Kaffi, te og sodavatn íroknað.
Kr. 650,- fyri hvønn
30/05/2025
Team Rynkeby vitjaði Garðahúsið í Søldarfirði.
Hósdagin fekk Garðahúsið vitjan av súkklarum hjá Team Rynkeby Føroyar. Tað vóru nakrar vátar og kaldar rynkur, sum løgdu leiðina inn í Garðahúsið hendan dagin. Eftir at hava sitið inni og hita seg eina løtu, við einum góðum bita, fóru súkklararnir glaðir og nøgdir víðari, og súkklaðu í alt 125 km hendan dagin.
Garðahúsið takkar fyri vitjanina, og ynskja Team Rynkeby - Føroyar ein góðan og tryggan túr til París í summar, og takk fyri tað stóra arbeiði tit gera 💛
06/10/2024
Nú er tíð at skunda sær, um tú vilt halda jólaborðhald í hugnaligu kørmunum í Garðahúsinum.
Pláss er fyri í mesta lagi 22 fólkum. Minsta mark er 8 fólk. Matur og tíðspunkt má bíleggjast frammanundan.
Matskrá
Høvuðsrættur
Heilstokt dunna við fyllu, eplum,
brúnkaðum eplum, waldorfsalati, reyðkáli og sós.
Omaná
Mandlurís við heimagjørdari
karamellsós og kirsuberjasós.
Kaffi, te og sodavatn íroknað.
Kr. 600,- fyri hvønn
03/10/2022
Nú er tíð at bíleggja, um tú vilt halda jólaborðhald í hugnaligu kørmunum í Garðahúsinum.
Vit hava jólaborðhald frá 14. november til 17. desember.
Pláss er fyri í mesta lagi 22 fólkum.
Minsta mark er 8 fólk.
Matskrá
Høvuðsrættur: Heilstokt dunna við fyllu, eplum,
brúnkaðum eplum, waldorfsalati, reyðkáli og sós.
Omaná: Mandlurís við heimagjørdari
karamellsós og kirsuberjasós.
Kaffi, te og sodavatn íroknað.
Kr. 550,- fyri hvønn
Matur og tíðspunkt má bíleggjast frammanundan.
Bílegg á tel +298 217841
19/09/2022
Frá 19. september og fram til 14. november er heimablídni í Garðahúsinum stongt.
Tó er møguligt at bíleggja jólaborðhald, sum verða hildin í november og fram til 17. desember.
––––
We are closed from 19. september to 14. november.
It is though possible to book a traditional Christmas dinner in november up to 17. december.
03/05/2021
Kom og njót heimablídni í Garðahúsinum og vakra urtagarðin uppi á Gørðum í Søldarfirði. Njót ljóðini, ið náttúran hevur at bjóða og vakra útsýni yvir allan Skálafjørðin.
Vit borðreiða heimagjørdan mat í heimligum og hugnaligum umhvørvi. Tú kanst njóta ein góðan drekkamunn við heima bakaðari køku, ein miðmála ella eina 3 rættaða matskrá.
Eisini hava vit eina nógv rósta fiskasúpan, sum er verd at royna.
Sí matskrá og prísir á www.gardahusid.fo.
Opið er bert eftir avtalu.
Matur og tíðspunkt má
bíleggjast frammanundan.