Dátueftirlitið

Dátueftirlitið

Del

Dátueftirlitið er óheftur fyrisitingarligur myndugleiki, sum hevur eftirlit við, at dátuverndarlógin (løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020) verður hildin.

28/01/2026

Fjarðskiftiseftirlitið ávarar um, at teldusníkar kunnu stjala tíni loyniorð uttan at tú varnast tað:

"ClickFix er eitt slag av netálopum, sum roynir at lumpa brúkaran til at koyra kotu á telduni, sum ger at teldusníkar fáa atgongd til loyniorð, kunnu leggja illbúnað á telduna ella á annan hátt taka yvir telduna ella stjala upplýsingar."

Les meira í viðmerkingunum niðanfyri:

24/12/2025

Dátueftirlitið ynskir øllum eini gleðilig jól, og eitt av Harranum signað nýggjár.

13/11/2025

Nýggj mannagongd fyri fráboðan av trygdarbrotum.

Dátueftirlitið hevur í dag verksett síðuna https://trygdarbrot.dat.fo

Talan er um ein web-frymil, ið skal gera tað skjótari og lættari at boða frá trygdarbrotum, og betra um góðskuna á teimum upplýsingum, ið Dátueftirlitið fær í sambandi við slíkar fráboðanir - og harvið gera málsviðgerðina bæði skjótari og betri.

Nýggj vegleiðing um avleiðingargreining 29/06/2025

Nýggj vegleiðing er nú tøk á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum

Nýggj vegleiðing um avleiðingargreining Dátueftirlitið hevur gjørt eina vegleiðing um hvussu og nær ein avleiðingargreining sbrt. § 49 skal gerast.Dátuábyrgdarin hevur ábyrgdina av og skal k

Áminning nú summarið er í nánd 29/06/2025

Áminning nú summarið er í nánd Nú summarið er í nánd, børnini fáa summarferiu, og tey ungu fáa húgvuna, hava vit ofta lyndi til at taka myndir og leggja tær á sosialar miðlar. Myndi

Eftirlitisætlan fyri seinnu helvt av 2025 21/06/2025

Dátueftirlitið hevur nú kunngjørt eftirlitisætlanina fyri seinnu helvt av 2025.

Eftirlitisætlan fyri seinnu helvt av 2025 Á dáturáðsfundi tann 20. juni 2025 samtykti Dáturáðið eftirlitisætlanina, fyri tað ið eftir er av 2025. Vakmyndatól Sambært løgtingslóg um yvirvøku vi

Ársfrágreiðingin 2024 20/06/2025

Ársfrágreiðingin fyri 2024 er nú tøk á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum.

Ársfrágreiðingin 2024 Ársfrágreiðingin fyri 2024 er nú tøk á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum. Les ársfrágreiðingina her.

Kunningarskriv um nýtslu av vitlíki í málsviðgerðini 17/06/2025

Dátueftirlitið hevur fingið fráboðan frá einum almennum stovni um trygdarbrot í sambandi við brúk av vitlíki. Talan var um, at eitt starvsfólk sendi eitt skjal við persónupplýsingum til ChatGPT og bað ChatGPT um at umseta skjalið til eitt annað mál.

Kunningarskriv um nýtslu av vitlíki í málsviðgerðini Dátueftirlitið hevur fingið fráboðan frá einum almennum stovni um trygdarbrot í sambandi við brúk av vitlíki. Talan var um, at eitt starvsfólk sendi e

02/06/2025

Í døgunum 20. til 22. mai var Dátueftirlitið, saman við Datatilsynet, vertur fyri árliga fundinum millum norðurlensku dátueftirlitini.

Les meira um fundin, og yvirlýsingina frá fundinum á leinkjuni í viðmerkingunum.

Fulltrúi til Dátueftirlitið | Dátueftirlitið 12/06/2024

Fast starv sum løgfrøðingur er leyst at søkja. Ert tú løgfrøðingur og hevur hug at arbeiða við dátuvernd, so er starvið sum fulltrúi hjá Dátueftirlitinum júst nakað fyri teg.

Starvið verður sett frá 1. oktober ella skjótast gjørligt.

Fulltrúi til Dátueftirlitið | Dátueftirlitið Dátueftirlitið søkir eftir fulltrúa Avbjóðandi og spennandi starv í Dátueftirlitinum til setanar 1. oktober 2024 ella skjótast til ber Starvið Fast starv sum løgfrøðingur er leyst at søkja. Ert tú løgfrøðingur og hevur hug at arbeiða við dátuvernd, so er starvið sum fulltrúi h...

Skrivstovufólk til Dátueftirlitið | Dátueftirlitið 06/06/2024

Avbjóðandi og spennandi starv í Dátueftirlitinum til setanar 15. august 2024 ella skjótast til ber.

Skrivstovufólk til Dátueftirlitið | Dátueftirlitið Dátueftirlitið søkir eftir skrivstovufólki Avbjóðandi og spennandi starv í Dátueftirlitinum til setanar 15. august 2024 ella skjótast til ber Starvið Fast starv sum skrivstovufólk hjá Dátueftirlitinum er leyst at søkja. Uppgávur Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvu...

12/03/2024

Sí fráboðan frá Føroya Politi:

ÁVARING UM PHISING ÁLOP Á FACEBOOK

Fleiri føroyskar fyritøkur eru í dag mál fyri teldusníkum, sum ígjøgnum phishing álop royna at stjala Facebook loginupplýsingar frá teimum.

Í einum innleggi frá einum Facebookbrúkara, sum kallar seg "Service Automation Standards" framgongur, at Facebook fer at deaktivera kontuna hjá fleiri navngivnum føroyskum fyritøkum.

Víst verður til eitt leinki, har brúkarin so verður biðin um at skriva inn loginupplýsingarnar til Facebook.

Talan er tó ikki um eini boð frá Facebook, men um eitt phishing álop. Tí er tað umráðandi, at tú ikki skrivar tínar loginupplýsingar á síðuna.

Haraftrat kann nevnast, at endamálið hjá teldusníkunum er ofta at misnýta eitthvørt gjaldskort, sum er tilknýtt Facebooksíðuni hjá fyritøkunum. Hetta kann tískil eisini føra við sær ein stóran fíggjarligan miss fyri fyritøkuna.

Um tú longu hevur givið teldusníkunum tínar loginupplýsingar, so verður viðmælt, at tú skjótast gjørligt tryggjar tína Facebookkonto.

Í teimum viðheftu myndunum sært tú, hvussu tey følsku boðini og phishing síðan sær út.

______

ADVARSEL OM PHISING ANGREB PÅ FACEBOOK

Flere færøske virksomheder er i dag mål for hackere, som igennem phising angreb forsøger at stjæle Facebook loginoplysninger fra dem.

I et indlæg fra en Facebookbruger, som kalder sig "Service Automation Standards", fremgår det, at Facebook vil deaktivere flere navngivne færøske virksomheders konto.

Det bliver henvist til et link, hvor brugeren så bliver bedt om at skrive loginoplysningerne til Facebook.

Der er dog ikke tale om en besked fra Facebook, men om et phising angreb. Derfor er det vigtigt, at du ikke skriver dine loginoplysninger på siden.

Derudover kan det nævnes, at hackernes formål er ofte at misbruge ethvert betalingskort, som er tilknyttet virksomhedernes Facebookside. Dette kan derfor også have stort økonomisk tab for virksomheden som konsekvens.

Hvis du allerede har givet hackerne dine loginoplysninger, rådes du til hurtigst muligt at forsikre din Facebookkonto.

I de vedhæftede billeder ses, hvordan den falske besked og phising siden ser ud.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Statslig Tjeneste-listen i Saltangará?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Internet side

Adresse


Heiðavegur 25
Saltangará
600

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 12:00
13:00 - 15:00
Tirsdag 09:00 - 12:00
13:00 - 15:00
Onsdag 09:00 - 12:00
13:00 - 15:00
Torsdag 09:00 - 12:00
13:00 - 15:00
Fredag 10:00 - 12:00
13:00 - 15:00