Sjóvinnustýrið - Faroese Maritime Authority

Sjóvinnustýrið - Faroese Maritime Authority

Del

Hetta er almenna facebook-síðan hjá Sjóvinnustýrinum. Her kunngera vit relevant tíðindi og fráboðanir

Vit verja mannalív á sjónum, samstundis sum vit verja umhvørvið og skapa góðar karmar fyri vøkstri í sjóvinnuni. Vit raðfesta og fremja fyribyrgjandi eftirlitsarbeiði, verja rættartrygdina hjá viðskiftafólkunum og handla, tá brot verða framd. Hetta gera vit við eini tænastusinnaðari fakliga sterkari umsiting og tíðarhóskandi talgildum tænastum.

Photos from Sjóvinnustýrið - Faroese Maritime Authority's post 19/05/2026

Vit eru á Atlantic Fair⚓️
Steðgið á við okkara bás til ein kaffimunn og eitt prát ☕️
Vit eru í KÍ høllini, beint við millumgongina, á bási D-323.

30/04/2026

LISTERVIK er Ársins skip 2025
Sjóvinnustýrið hevur kosið Ársins skip í FAS fyri 2025, og vinnarin gjørdist LISTERVIK hjá svenska reiðarínum Rederi AB Uman.

Á ávikavist øðrum og triðja plássi komu SVITZER HYMER og SJÓBORG.

Les meira her:
https://fma.fo/news/listervik-er-arsins-skip-2025/

23/04/2026

Vegna tekniskar umleggingar verða Sjóprógv og Mynstringarskipanin møguliga óstøðug í dag millum kl. 10:00 og 12:00

Photos from Sjóvinnustýrið - Faroese Maritime Authority's post 11/03/2026

Sjóvinnustýrið vitjaði alifyritøkur
Í síðstu viku vóru umboð frá Sjóvinnustýrinum og vitjaðu føroysku alifyritøkurnar, har framløga var um arbeiðstrygd. Eftir framløgurnar var orðaskifti um arbeiðsviðurskifti.
Undirtøkan frá vinnuni var góð, og Sjóvinnustýrið takkar Bakkafrost, MOWI og Luna fyri góða móttøku.

20/02/2026

Sjóvinnustýrið á dáturáðstevnu í EMSA

Sjóvinnustýrið hevur júst luttikið á Forum on Exchange of Data, sum danska Søfartsstyrelsen skipaði fyri í EMSA høvuðssætinum í Lissabon.

Endamálið var at deila vitan og skapa ein pall fyri samrøðum og íblástri til dátudeiling millum aktørar í maritima geiranum.

Ljós varð varpað á, hvussu talgilding og deiling av dátum kunnu minka um fyrisitingarligar og fíggjarligar byrðar, samstundis sum hetta betrar gjøgnumskygnið hjá bæði fyrisiting og vinnu.

Vegna Sjóvinnustýrið luttóku Hans Johannes á Brúgv, stjóri, og Eyðun Anthoniussen, deildarleiðari á Sýnsdeildini.

EMSA stendur fyri European Maritime Safety Agency.

18/02/2026

Vón Arctic skrásettur í FAS

Felagið Sandship í Fuglafirði keypti nýliga farmaskipið Bonacieux, sum nú er umbygt til sjálvlossara og eitur Vón Arctic. Í gjár varð skipið skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina.

Vón Arctic er systurskip Vón Feeder, sum eisini er í FAS.

Vit ynskja Vón Arctic vælkomnum og gleðast um, at føroysk reiðarí velja FAS.

Tað eru í verandi løtu 81 skip í FAS. Nærum helvtin, ella 39 skip, hava føroyskar eigarar.

04/02/2026

Nólsoyar viti og vitin á Borðuni lýsa aftur

Eftir at hava verið sløktir í slakar 14 dagar, lýsa vitarnir á Nólsoynni aftur. Brek var á streymkaðalinum, sum nýliga er lagdur av Eggjarkletti oman á Borðuna. Arbeiðið við at finna brekið hevur verið illa tarnað av ringa veðrinum seinastu tíðina, men nú er brekið rættað og vitarnir lýsa aftur.

Photos from Sjóvinnustýrið - Faroese Maritime Authority's post 27/11/2025

Trý tangaskip eru skrásett í FAS seinasta mánaðin.

Systurskipini YOKOHAMA PIONIER og KOBE PIONIER hava fingið merkið á hekkuna og eru á veg til Evropa, har tey fara at hava sítt dagliga virki. Skipini eru bygd í Korea í ávikavist 2015 og 2016. Tey eru ávikavist 2.801 og 2.696 bruttotons til støddar.

SELVíK ICE er bygt í Hollandi í 2000. Tað skal m.a. sigla við olju til skip í Barentshavinum.

Hesi skipini eru trý av einans seks olju- og kemikaliutangaskipum í FAS. Hini eru FURE SKAGEN, FURE SPEAR og OKTAN.

Vit ynskja teimum vælkomnum og blíðan byr framyvir!

30/10/2025

SJÓVINNUBRÆVIÐ ER NÚ Í SKJÁTTUNI

Sjóvinnubrævið nú er tøkt í talgildari útgávu. Hetta merkir, at um tú hevur eitt sjóvinnubræv, so sært tú tað nú í Skjáttuni – júst sum koyrikortið og samleikaprógvið.

Talgilda sjóvinnubrævið hevur sama gildi sum frumritið á pappíri og kann nýtast sum fullgilt prógv um førleikar og rættindi, bæði í Føroyum og uttanlands.

Tá sjóvinnubrævið verður endurnýggjað ella broytt, verða broytingarnar sjálvvirkandi dagførdar í Skjáttuni. Sostatt er sjóvinnubrævið altíð dagført, og tú hevur lætta og trygga atgongd til tað á fartelefonini.

Sjóvinnubrøv og førleikaprógv verða framvegis útskrivað á pappíri. Talgilda eintakið í Skjáttuni er ein eyka loysn. Sjóvinnustýrið arbeiðir við at menna skipanina soleiðis, at tað framyvir fer at bera til at velja pappírsprógvið frá.

Tá tú hevur tørv á at prenta sjóvinnubrævið út ella senda tað sum pdf, kanst tú taka tað niður á Vanganum. Far til tænastuveitarar og vel síðani Sjóvinnustýrið.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Statslig Tjeneste-listen i Sandavágur?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Internet side

Adresse


á Hillingatanga 2
Sandavágur
360

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 15:00
Tirsdag 09:00 - 15:00
Onsdag 09:00 - 15:00
Torsdag 09:00 - 15:00
Fredag 09:00 - 15:00