03/06/2026
Vaðhorn virkað í meiri enn hálva øld
Viljin at gera mun, ger mun Saltfiskavirkið Vaðhorn á Strondum hevur verið til í meira enn hálva øld; í tí sambandi vil Vaðhorn bjóða øllum til hátíðarhald á Hulki leygardagin 6. juni. Skrá: Kl. 10:00: Vaðhorn bjóðar morgunmat Kl. 11:00: Jógvan Gregersen, stjóri, býður vælk...
03/06/2026
Søkt verður eftir starvsfólki til Lítlafløtt
Námsfrøðingar til Lítlafløtt Søkt verður eftir:- 5 námsfrøðingum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna, at byrja 3. august 2026, ella eftir nærri avtalu.- 3 føstum sjúkra- og feriuavloysarum at starvast 30 tímar um vikuna. Avloysarnir koma at starvast í samband við fráveru vegna sjúku...
02/06/2026
Søkt verður eftir vaskifólki
Søkt verður eftir vaskifólki kommunuskrivstovuna at byrja 3. august. Arbeiðstíðin er seks tímar um vikuna og verður lønt eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Arbeiðarafelag. Umsóknir verða at senda til [email protected], og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi m....
01/06/2026
Sara fingið debut
Okkara egna Sara Benjaminsen fekk debut fyri besta liðið hjá FC Nordsjælland í vikuskiftinum ímóti Brøndby, vit eru sera stolt av tær.Vit eru eisini stolt av, at vit sum felag megna at senda leikarar til eitt so mikið stórt felag, skrivar Skála ÍF á teirra Facebooksíðu í dag.
01/06/2026
Hesa vikuna (viku 23) tømir reinsitænastan hjá IRF rottangar á Strondum
Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið vit koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð. IRF
31/05/2026
Í dag, sunnudagin 31. mai kl. 15.00 fara vit á krabbaveiðu á Kumlum (á eystursíðuni í Tanga). Hetta er eitt afturvendandi tiltak á útivikuni, og plagar tað at verða ein sera deilig løta við bæði krabbaveiðu, hugna og kanska onkrum karmi.
Tað hevur regnað allan morgun, og regnar enn, men tað er lýtt og stilt, so krabbarnir fáa ikki frið fyri okkum í dag. Vónandi verða vit mong.
Havið glúp og spann við.
Børnini fáa sunkist, meðan vaksin eru vælkomin at taka kaffi/te við. Koppar vera á staðnum.
Vit síggjast.
Krabbaveiða á Kumlum - Kom-út-vikan 2026
Í dag, sunnudagin 31. mai kl. 15.00 fara vit á krabbaveiðu á Kumlum (á eystursíðuni í Tanga). Hetta er eitt afturvendandi tiltak á útivikuni, og plagar tað at verða ein sera deilig løta við bæði krabbaveiðu, hugna og kanska onkrum karmi. Tað hevur regnað allan morgun, og regnar en...
30/05/2026
Grunda á eina misskiljing, verða vit tíverri noydd at útseta konsertina við Mariusi Ziska í kvøld, leygarkvøldið 30. mai, frá kl. 20 til kl. 21
Vónandi taka tit væl ímóti hesum, og møta treystliga til konsertina allíkavæl
Tit eru tó vælkomin í bygdahúsið longu frá kl. 17, tá Champions League finalan er á skrá, og tit eru eisini vælkomin at sita í bygdahúsinum til kl. 21, tá konsertin við Mariusi Ziska byrjar.
Útsetta konsertin hevur við sær at Pub-Quiz eisini verður útsett til kl. 23.
Vónandi verður hetta væl skilt.
Konsertin við Marius Ziska útsett til kl. 21
Grunda á eina misskiljing, verða vit tíverri noydd at útseta konsertina við Mariusi Ziska í kvøld, leygarkvøldið 30. mai, frá kl. 20 til kl. 21 Vónandi taka tit væl ímóti hesum, og møta treystliga til konsertina allíkavæl Tit eru tó vælkomin í bygdahúsið longu frá kl. 17, tá ...