06/03/2026
Skalt tú søkja inn á universitet?
10. mars bjóða vit bólkavegleiðing um at søkja inn á universitet. Her kanst tú fáa greiðu á umsókn, freistum og øðrum, sum er gott at vita, tá tú søkir víðari útbúgving.📚 Les meira á www.vegleiding.fo
17/04/2025
🎓 Søkja víðari? Lesnaður? Hvat og hvussu?!
Hevur tú hug at lesa víðari, men veit ikki akkurát hvussu tú søkir, ella hvat tú skalt hugsa um?– vit hava gjørt eina vegleiðing til tín, sum hjálpir tær á rætta leið. ✨
📲 Les meira og melda til her:
👉 www.vegleiding.fo/300
15/04/2025
🌍 Luttak á webinarinum "Teach togetherness. Dissemination webinar 27 May on social sustainability" um sosiala burðardygd!
Hevur tú áhuga í at menna sosiala burðardygd í útbúgving? So mást tú ikki missa møguleikan at luttaka í komandi ókeypis netseminari hjá Nordplus:
🗓 Dagfesting: Týsdagin 27. mai 2025
🕒 Klokkan: 14:00–16:00 CET
📍 Stað: Á netinum (ókeypis tilmelding)
Hetta webinar fer at viðgera, hvussu vit kunnu styrkja samstarv í útbúgving og fyrireika næmingar til eina sosialt burðardygga framtíð. Tað er ein frálíkur møguleiki fyri lærarar, stovnar og felagsskapir, sum hava áhuga í hesum týdningarmikla evni.
🔗 Tilmelding her:
👉 https://www.nordplusonline.org/news/teach-togetherness-dissemination-webinar-on-social-sustainability/
04/04/2025
Tað kann vera torført at finna tína útbúgvingarleið í einum havi av møguleikum. Kom til bólkavegleiðingina Vel útbúgving:
👉www.vegleiding.fo/300
26/02/2025
Spennandi starv sum fulltrúi til nýggja tjóðarskrivstovu til Erasmus+🇫🇴 🇪🇺 Brennir tú fyri altjóða samstørvum og menningarmøguleikum í samband við útbúgvingar, frítíðarvirksemi og ítrótt?🌍Og megnar tú at íverkseta og skipa eitt nýtt arbeiðsøki? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Les meira um starvið her⬇️
Spennandi starv sum fulltrúi til nýggja tjóðarskrivstovu til Erasmus+
Brennir tú fyri altjóða samstørvum og menningarmøguleikum í samband við útbúgvingar, frítíðarvirksemi og ítrótt? Og megnar tú at íverkseta og skipa eitt nýtt arbeiðsøki? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
12/02/2025
Leygardagin 15. feb. ber til at søkja inn á miðnámsútbúgvingar. Í tí sambandi er ein nýggj app gjørd, sum lýsir útbúgvingarnar📱 Les meira, tak appina niður og lurta eftir Góðan morgun Føroyar, har tað var kunnað um appina og innskrivingina. https://uvs.fo/news/240/finn-tina-utbugving-vid-nyggjari-app?fbclid=IwY2xjawIZjq1leHRuA2FlbQIxMQABHUyYocGSUPa5Mnkyzrz6-pAdit9tfDMqG_kWHtVbN6Z7LTDvwxykn3tpJw_aem_qTWpbdwVBunAS2b9WVXBkg
14/01/2025
Turboskeið - støddfrøði A á Kvøldskúlanum í Tórshavn. Les meir her: https://www.kvoldskulin.fo/
02/12/2024
Hevur tú hug til at uppliva Alaska?🌏 Um tú ert lesandi, hevur tú nú ein gyltan møguleiki at fáa legat og luttaka ókeypis í Artic Encounter Symposium í døgunum 31. mars – 6. apríl 2025 🏔 Saman við 12 øðrum norðurlendskum lesandi fær tú møguleika fyri at møta leiðarum fyri frumfólkið í artiska økinum, granskarum, nýskapandi vinnulívsfólki og mongum øðrum👍
Les meira um hendan spennandi møguleikan her ⬇️
The Nordic Youth Grant for the Arctic | Fulbright Denmark
Calling Nordic Youth: Be Part of the Arctic Encounter 2025!Apply now for a unique travel grant and join the Arctic conversation in Anchorage, Alaska! Are you a student aged 18 to 26 and from one of the Nordic countries with a passion for sustainability, culture, and global collaboration? The Arctic....
27/11/2024
Myndir frá væleydnaðari Markleys Útbúgving 2024.
Fleiri enn 550 triðjaársnæmingar, 25 framløgur og 15 básar vóru kjarnan í degnum, har tey ungu fingu kunning og íblástur um at velja sær útbúgving og arbeiðslív.
Sí myndir frá degnum og les meira her:
https://vegleiding.fo/250
26/11/2024
Undirvísing fyri teimum, sum arbeiða við flóttafólki úr Ukraina
Í hesi vikuni hava Center for Udsatte Flygtninge og Børn & Familie vitja í Føroyum, har tey hava undirvíst lærarum, námsfrøðingum, sosialráðgevum og sálarfrøðingum, sum arbeiða við flóttafólki úr Ukraina. Undirvísingin snúði seg um arbeiðið við børnum, ungum og foreldrum í...
14/08/2024
Ráðstevna um talgilda vegleiðing🥸