05/05/2026
Kunningarfundur um heilsufrøðiligu kunngerðina, verður:
Týsdagin hin 12.05.2026, kl. 14-16 í Smæruni, J. H. Schrøtersgøta 9, Tórshavn
Heilsufrøðiliga kunngerðin: Kunngerð nr. 34 frá 19. mars 2025 um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu av matvørum og krøv til høli í sambandi við matvøruframleiðslu.
Meðan heilsufrøðiliga kunngerðin er galdandi fyri øll sum framleiða, virka ella goyma matvørur er hesin kunningarfundurin ætlaður størri matvøruvirkjum í Føroyum. Serliga fiskavirkir, verksmiðjuskip og aðrar størri matvøruframleiðarar.
Tá heilsufrøðiliga kunngerðin kom í gildi í fjør, fóru aðrar kunngerðir heilt ella partvís úr gildi. Hetta fara vit at kunna um. Harafturat ætla vit at viðgera og svara spurningum og ivamálum.
Flest spurningar eru komnir frá størri matvøruframleiðarum og tí verður tað á hesum sinni lagdur størri dentur á kunning til tykkum, ið fáast við størri matvøruvirkir í Føroyum.
Øll eru tó vælkomin at luttaka.
Tit eru vælkomin at senda okkum spurningar áðrenn fundin, send til [email protected]
Neyðugt er at boða frá luttøku, við at svara hesum telduposti, og upplýsa, hvussu nógv tit vera, ið luttaka.
17/04/2026
⚠️ Orkudrykkir eru ikki til børn ⚠️
DTU Fødevareinstituttet hevur kannað brúkið av koffeini og orkudrykkum, serliga hjá børnum og ungum. Hóast vit ikki hava eina líknandi kanning í Føroyum, er nógv sum bendir á, at viðurskiftini eru lík teimum donsku. Millum annað hava vit sæð stóran vøkstur í innflutningi av orkudrykkum seinastu árini.
📊 Kanningin vísir:
• 15% av ungum (10–17 ár) drekka orkudrykkir javnan
• Hjá teimum, sum drekka teir javnan, fáa heili 88% somikið nógv koffein minst eina ferð um vikuna, at hetta kann órógva svøvnin
• Sølan av orkudrykkum í Danmark er vaksin við 1200% frá 2010 til 2024
Granskarar ávara um, at tað serliga eru tey ungu, sum javnan drekka orkudrykkir, sum eru í vanda.
Ov nógv koffein kann føra til:
❗ Hjartabankan
❗ Høvuðpínu
❗ Órógv í kroppinum
❗ Svøvntrupulleikar
Harafturat innihalda orkudrykkir, eins og aðrir leskidrykkir, sýru og sukur/søtuevni, og økja um vandan fyri:
• Sýruskaðum á tennirnar
• Ósunnum kostvanum
👉 Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur leingi sagt tað sama:
Orkudrykkir eru ikki ætlaðir børnum.
Ein vanlig dós (½ litur) inniheldur ofta 160 mg koffein – tað er mest loyvda nøgd í Føroyum og Danmark. Eitt barn á uml. 52 kg (umleið 14 ár) fær ov nógv koffein bara við einari dós, og tað kann bæði órógva svøvn og hava neiliga ávirkan á heilsuna.
🔗 Slóð til nýggju rapportina hjá DTU og kunning hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru í viðmerkingunum.
🖼️ Myndin er gjørd við AI.
14/04/2026
KUNNINGARFUNDUR FYRI VINNUNI
Nú eru fyrireikingarnar til 2. umfar av bráskipanini í gongd. Í hesum umfari verða eftirlit eisini gjørd á smærri kafé’um, matarvognum, og bensinstøðum, sum viðgera eitt meira avmarkað úrval av mati.
22. apríl klokkan 14.00 verður kunningarfundur fyri vinnuna, har greitt verður frá um bráskipanina og komandi eftirlitini. Tey, sum reka virksemi, ið er partur av 2. umfari, hava fingið innbjóðing til kunningarfundin.
Um tú ikki hevur fingið innbjóðing, men metur teg eiga at verða við á fundinum, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heilsufrøðiligu starvsstovuna (tlf. 556400 ella [email protected])
Les meira á https://bra.hfs.fo/kunningarfundur-fyr-vinnuni-2-umfar/
01/04/2026
APRÍL APRÍL
Afturkalling av eggum, orsaka av krossdálkan av sjokulátu.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur í morgun afturkallað eina sending av eggum, selt í fleiri handlum kring landið.
Fráboðan er komin um, at fleiri egg innihalda sjokulátu. Eggini eru pakkað í eftirgjørdum eggjaskali, fylt við sjokulátu. Av tí sama er ringt at síggja, um eggini innihalda sjokulátu ella hvíta og blommu.
HFS heitir tí á fólk um at kanna, um eggini eru fylt við sjokuláta ella ikki, áðrenn tey skulu nýtast til stokt egg ella í pannukøkum.
Eggini skulu burturbeinast ella latast aftur í handilin har tey eru keypt.
Eisini ber til bara at njóta tey aftur við einum drekkamunni.
17/03/2026
ÁTAK Á VIRKJUM 2026
Matvøruframleiðsla er undir regluligum eftirliti hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Eftirlitið verður lagað til hvørt einstakt virki og framleiðsluna har, men í tíðarskeiðum verður eisini dentur lagdur á ávís øki.
📆 Í 2026 setur Heilsufrøðiliga starvsstovan sjóneykuna á persónligt reinføri og nýtslu av útílatingarevnum á føroyskum matvøruvirkjum.
Persónligt reinføri er týdningarmikið í allari matvøruframleiðslu, bæði á fiskavirkjum og á virkjum, sum framleiða mat til føroyska marknaðin, til dømis bakarar.
Um virki brúka útílatingarevni, verður kannað, um virkini tryggja at evnini eru góðkend, og at nýtslan er innan fyri galdandi markvirðir.
Í sambandi við átakið verður eftirlit gjørt á 64 virkjum, nøkur av hesum eru longu vitjað.
📄Frágreiðingar frá eldri átøkum kunnu síggjast á heimasíðuni
06/03/2026
Á STAÐNUM OG Á BRÁ.FO
Eftirlitsúrslitið hjá matarstaðnum sæst sum brámynd á staðnum og á BRÁ.FO
🔍 Finn matarstøð á BRÁ.FO, við at leita eftir navninum og eftir bygd/bý.
Á BRÁ.FO kanst tú kunna teg um bráskipanina og síggja ofta settir spurningar. Kunnandi tilfar er eisini til vinnuna 👩🍳
Brá er til okkum øll, les meira á https://bra.hfs.fo/
04/03/2026
HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN KLAKT SÍN FYRSTA PH.D.
Fríggjadagin 27. februar vardi Dhiraj Krishna sína ph.d. ritgerð um smittandi sjúkur á einari smoltstøð. Verjan var í Smæruni hjá Starvsfelagnum.
Í ph.d. ritgerðini hevur Dhiraj granskað, hvussu smittandi sjúkur hjá alilaksi kunnu koma inn og síðani flytast millum ymiskar eindir á einari smoltstøð. Eitt nú hevur Dhiraj sum tann fyrsti nakrantíð staðfest at livandi virus, sum kann vera sjúkuelvandi fyri laksin, kann flytast við luftini. Tað vil siga at “óviðgjørd” luft eisini kann metast at vera ein vandi fyri at flyta virus og aðrar smittur frá umhvørvinum inn á smoltstøðirnar.
Heiti á ritgerðini er: Biosecurity Considerations in Atlantic Salmon Recirculating Aquaculture Systems (RAS). Dhiraj hevur higartil útgivið tvær vísindaligar greinar við úrslitum úr ph.d. verkætlanini og aðrar greinar eru ávegis. Leinki til greinar og vísindaliga vangan hjá Dhiraj:
• https://www.sciencedirect.com/science/article/pii/S0044848625009469?via%3Dihub
• https://www.nature.com/articles/s41598-025-21970-y
• https://www.pure.fo/en/persons/dhiraj-krishna/
Verkætlanin er ein av 12 ph.d. verkætlanum í RASOPTA, sum er fíggjað av Horizon Europe. Dhiraj hevur verið innskrivaður á Københavns Universitet.
Høvuðsvegleiðarar hava verið Louise von Geldorff Jørgensen, ph.d. og Lektari á KU og Debes Hammershaimb Christiansen, Senior granskari og deildarleiðari á HFS. Petra Elisabeth Petersen, ph.d. og granskari á HFS, og Maria Marjunardóttir Dahl, ph.d. lesandi á HFS, hava verið hjávegleiðarar.
Í metingarnevndini vóru Morten Tønsberg Limborg, ph.d. og lektari á KU, Argelia Cuenca, ph.d. og granskari DTU-aqua og Simon Weli, ph.d. og granskari á NVI.
F.v. Maria M. Dahl, Simon Weli, Debes H. Christiansen, Dhiraj Krishna, Morten T. Limborg, Argelia Cuenca, Petra E. Petersen og Louise G. Jørgensen.
24/12/2025
FRÁLÍKT FESKT FØROYSKT LAMBSKJØT
Lambskjøt er sera góð kelda til karnitin, B12-vitamin, sink og protein. Kroppurin framleiður ikki sjálvur B12-vitamin, og skulu vit hava hana ígjøgnum matin. B12 hevur týdning fyri, at nervalagið virkar sum tað skal, og fyri at gera reyð blóðlikam, hvít blóðlikam og blóðplátur. B12 mangul kann tí geva lágt blóðprosent. Matur av djórum er besta keldan til B12 og tí verður viðmælt, at veganarar og vegetarar, sum ikki eta kjøt og djóraúrdráttir, taka ískoyti.
Lambskjøt er eisini góð kelda til fosfor, niacin (B3-vitamin), selen og kalium.
Í Føroyum dámar okkum væl lambskjøt, og tó at vit hava omanfyri 70.000 áseyðir, so hava vit als ikki nokk av føroyskum lambskjøti at nøkta tørvin.
Spurnarkanning í 2019 vísti, at 45% av føroyingum (18-85 ár) ótu lambskjøt hvørja viku, men bara 5% ótu feskt, føroyskt lambskjøt hvørja viku. Av føroyskum lambskjøti, er tað skerpikjøt, sum verður oftast etið, 18% av føroyingum eta skerpikjøt hvørja viku.
23/12/2025
SLØKK TOSTAN Í VATNI
Hetta er eitt grundleggjandi kost- og heilsuráð.
Drekk vatn, tá tú merkir tosta, til máltíðir og tá tú rørir teg.
Hjá flestu fólkum er nóg mikið at drekka 1-1½ litur av vætu dagliga, tá telur alt við (eisini te, kaffi, mjólk, djús o.a.). Rørir tú teg, ella sveittar nógv, kann vera neyðugt at drekka meiri.
Drekk minst møguligt av søtum drekkivørum, bæði við sukur og sukurfríum útgávum (light). Sýran í sodavatni og saft kann gera skaða á tennirnar, hóast einki sukur er í.
Fyri at gera vatninum meira smakk, kann frísk frukt ella urtir tilsetast, t.d. sitrón, granatsúrepli, lakresrót og mynta.
22/12/2025
🎶 Eg vil henta nøtur, frá morgni og til kvølds 🎵
Tað er ikki bert Klintrimús, ið dámar nøtur 😊
Tá jólahugnin er í hásætinum, og alskyns góðgæti er á borðinum, er gott at hava okkurt alternativ til tað søta. Tá er gott við eini skál av nøtum.
Nøtir hóska væl at eta, sum tær eru, afturvið greyti og jogurt til morgunmat, í salatum, køkum og konfekt. Og so ikki at gloyma Waldorf-salatið, ið hóskar so sera væl afturvið dunnu og gás.
Valnøtur innihalda nógvar kosttrevjur, protein og feitt. Tó skal sigast, at feittsamansetingin er góð, við tað at lutfalsliga nógv er sunnar feittsýrur, nevniliga omega-3. Valnøtir eru eisini ein góð kelda til magnesium, sink, jarn, kopar og B-vitaminir (folat, B1 og niacin).