05/06/2026
❗️👇Kunning í sambandi við Tórshavn Marathon
Sunnudagin 7. juni eru fleiri vegir stongdir millum kl. 12:30 og 19:30 í sambandi við Tórshavn Marathon.
Gev gætur, at frá kl. 13:00 til 18:00 eru eisini Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin stongdir í sambandi við renningina. Bilar skulu í staðin koyra eftir Oyggjarvegnum.
01/06/2026
Dagført 3. juni.
Ljóskurvar eru við brúnna um Streymin í sambandi við kanningararbeiði. Tær eru bert virknar, meðan arbeitt verður. Hámarksferðin er 40 km/t, og ferðsla fer fram í eini koyribreyt. Arbeiðið fer fram allan juni 2026.
Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi.
26/05/2026
Hvussu byggja vit okkara vegir betur og bíligari?
Kom við til fakligt tiltak 2. juni á Hotel Hafnia um vegauppbygnað. NVF varpar ljós á at gagnnýta og menna lokalt byggitilfar umframt byggja og viðlíkahalda vegir bíligari.
GG! Freistin at melda seg til er fríggjadagin 29. mai. Les meira og melda teg til her: https://www.landsverk.fo/fo-fo/fakligt-tiltak-2-juni-hvussu-byggja-vit-okkara-vegir-betur-og-biligari
22/05/2026
Kunningar- og dialogfundur 3. juni 2026 um verkætlanartyssið hjá Landsverki🏗️
Vit bjóða ráðgevarafyritøkum, byggifyritøkum og veitarum innan byggi- og anleggsøkið til kunningar- og dialogfund um verkætlanartyssið hjá Landsverki innan bygningar og anlegg. Talan er um árligt afturvendandi tiltak síðani 2023.
Á fundinum kemur Landsverk at greiða frá verkætlanum, ið eru í umbúnaði ella undir fyrireiking uppá styttri og longri sikt, bæði innan bygningar og anlegg, umframt innan orkuskifti v.m. Eisini verður frágreiðing um leigumál, fastognarumsiting og landsplanlegging.
Fundurin verður á høvuðsskrivstovuni hjá Landsverki, Yviri við Strond 15-17, mikudagin 3. juni, kl. 14:15-16.15.
Les meira her: https://www.landsverk.fo/fo-fo/kunningar-og-dialogfundur-3-juni-2026-um-verkaetlanartyssi%C3%B0-hja-landsverki
19/05/2026
❗️👇
Heimasti partur av Velbastaðvegnum verður stongdur hósdagin 21.mai og fríggjadagin 22.mai frá kl. 09 til kl. 18, frá Tróndarheyggi og oman í bygdina.
Víst verður til íbindingina Úti í Dølum við Svartá.
11/05/2026
STARV
Dámar tær at arbeiða við maskinum og trívist tú í einum dynamiskum umhvørvi, har nógv er at gera? Eftirspurningurin eftir gróti og skervi er stórur, og tí leita vit eftir einum nýggjum starvsfelaga til grótbrotið á Hústofti.
Les meira um starvið her: https://www.landsverk.fo/fo-fo/um-okkum/starvsmoeguleikar/showjoboffer?jobofferentityid=553&JobListId=1&Language=fo
05/05/2026
👉 Hvussu menna vit eina burðardyggari ferðslu?
Kom við á spennandi NVF-seminar 12. mai á Hotel Hafnia, har serfrøðingar úr Norðurlondum og Føroyum deila vitan og royndir um evnið 🚲🌍
GG! Freistin at melda seg til er fríggjadagin 8. mai á middegi. Les meira og melda teg til her: https://atgongumerki.fo/3625541/seminar-um-burdardygga-ferdslu
28/04/2026
❗️👇Viðlíkahald av Trøllanestunlinum
Vegna viðlíkahald verður Trøllanestunnilin stongdur fyri allari ferðslu mikudagin 29. apríl hesar tíðir:
-frá umleið kl. 10:45 til kl. 15.15
-frá kl. 16:15 til kl. 18:15
-frá kl. 19:15 til kl. 22.00