15/06/2026
15 góðar um gróður og vøkstur.
Tann fimtanda í hvørjum mánað
gera vit eina nýggja framsýning
við fimtan útvaldum bókum
um skiftandi evnir.
Frá juni til juli
eru tað bøkur um gróður og vøkstur.
Ger so væl, bøkurnar eru tøkar til tín at læna
04/06/2026
Fríggjadagin - Grundlógardag er bókasavnið opið frá kl. 8.30 - 12.00
Várið er komið. ☀️ Tað merkir m.a. at okkara upplatingartíðir verða ávirkaðar av komandi halgidøgum.
29/05/2026
Landsbókasavnið er:
👉 Tjóðbókasavn
👉 Universitetsbókasavn
👉 Høvuðsbókasavn
Tað sæst aftur í sera fjølbroyttum innkeypi og gávum.
Ger so væl, vælkomin at læna.
Í dag er opið til kl.17.
Gott vikuskifti.
28/05/2026
Hjartaliga tillukku Turið
The Amerian-Scandinavian Foundation hevur stovnað The Turið Sigurðardóttir Translation Prize til týðarar, sum týða úr føroyskum og íslendskum til enskt.
Hetta skriva tey í tíðindaskrivi og siga eisini at heiðurslønin er gjørd møgulig við gávumildni frá virðislønta týðaranum og skaldinum, Randi Ward, sum tvær ferðir hevur fingið The Nadia Christensen Prize. Við vinninginum fylgja 2.000 dollarar, eitt heiðurstekn í bronsu og útgávu í Scandinavian Review.
“Nýggja virðislønin er navngivin til heiðurs fyri Turið Sigurðardóttir, slóðbrótandi professara emerita í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. Sum bókmentafrøðingur, høvundur og týðari hevur hon víst seg sum ein hollur stuðlari og mentor hjá mongum. Í áratíggju hevur Turið ótroyttiliga eggjað einum vaksandi netverki av týðarum at týða til føroyskt og úr føroyskum, eins og hon hevur slóðað fyri ungum samtíðartýðarum gjøgnum forlag sítt, Ungu Føroyar.”
https://portal.fo/dagur-173755/foroyskur-malfrodingur-faer-tydaraheidurslon-uppkallad-eftir-saer.grein
22/05/2026
Mánadagin - Annan hvítusunnudag er bókasavnið stongt.
Várið er komið. ☀️ Tað merkir m.a. at okkara upplatingartíðir verða ávirkaðar av komandi halgidøgum.
19/05/2026
Nýtt á bókasavninum, ger so væl :)
15/05/2026
15 góðar um kvinnustríð.
Tann fimtanda í hvørjum mánað
gera vit eina nýggja framsýning
við fimtan útvaldum bókum
um skiftandi evnir.
Frá mai til juni
eru tað bøkur um kvinnustríð.
Ger so væl, bøkurnar eru tøkar til tín at læna.
13/05/2026
"... og heimurin gjørdist fróður“:
Brot úr Fróðar kvæði á HandRit.fo
Nýtt handrit er lagt út á HandRit.fo. Talan er um vísu- og kvæðahandrit, sum Joen Pauli Albinus (1850-1922) átti. Tað sigst, at Joen Pauli lærdi at skriva hjá Óla Jespersen (Óla skúlahaldara (1810-1882)).
Eivind Weyhe (1942-2024), málfrøðingur og kvæðagranskari, sum kannaði handritið í 1993, hevur gjørt nakrar áhugaverdar viðmerkingar til kvæðini, sum eru í handritinum. Ofta eru tað partar úr kvæðum sum t.d. Jallgríms kvæði og Jákup á Møn. Eivind Weyhe helt, at tað kanska var Óli Jespersen, sum átti mest av handskriftini í hesum vísu- og kvæðahandriti.
Les meira um handritið her: https://landsbokasavnid.fo/news/420/nu-er-nytt-handrit-komid-ut-a-handritfo
Nú er nýtt handrit komið út á HandRit.fo.
„... og heimurin gjørdist fróður“: Brot úr Fróðar kvæði á HandRit.fo
12/05/2026
Hey lesandi! 🌤️
Tú hevur arbeitt hart og hevur uppiborið summarfrí.
Men minst líka til, at lata læntar bøkur inn á bókasavnið.
Tá sleppur tú undan sekt fyri ov seina innlating, og tú gert, at onnur eisini kunnu fáa gleði av bókunum. ❤️
Takk fyri. 🫶