09/01/2026
Sjúkraflutningur í gjárkvøldið
Beint eftir, at klokkan var farin av átta í gjárkvøldið vóru boð eftir manningini á Rescue LÍV at sigla fólk frá Sjúkraflutningstænastuni til Nólsoyar, har ein persónur var illa fyri.
Hóast sjaskveður - avfall, vindur og stór alda - so gekk túrurin væl, og sjúklingurin koma á Landssjúkrahúsið í øllum góðum.
Útkallið kom klokkan 20:14, og tjúgu min. seinni var báturin í Nólsoy, har sjúklingurin kom umborð.
Minni enn ein tíma eftir at útkallið kom, var alt avgreitt og báturin aftur klárur í Álakeri.
Vit fegnast um góða samstarvið við myndugleikar og við Sjúkraflutningstænastuna.
17/10/2025
í gjár var Rescue Lív útkallaður tvær fer til sleip, her mynd frá seinna sleipinum.
30/09/2025
Bliksund.dk, um dronu tøkni í Føroysku bjargingarfeløgunum 🛟
Færøske redningsfolk om livevideo: - Det er dét, der gør hele forskellen
Færøske redningsfolk bruger livevideo fra droner til at forbedre overblik og sikkerhed ved redningsaktioner i krævende terræn. IncidentShare optimerer indsatsen og redder liv.
15/08/2025
Beint áðrenn Regatta í dag, fekk Lív boð un ein bát í hevði brùk fyri hjálp norðanfyri. Rescue Lív var skjótir avstað og kom bátinum til hjálpar og fylgdi honum trygt í havn.
28/07/2025
Manningin á Rescue LÍV ynskir øllum eina góða og trygga ólavsøku
04/07/2025
í dag kl 11.50 fóru kallitólini í gongd hjá Rescue Lív. Ein bátur hevði brúk fyri sleip, til lands aftur. alt gekk væl, eftir góðar 4 tímar var bátur komin í trygga havn aftur.