22/04/2026
❗️Vit noyðast at fata javnstøðu sum felagsmál í staðin fyri einstaklingsmál 🤝
Taka vit ikki ábyrgd í felag, fer javnstøða framhaldandi at snúgva seg um eitt stríð millum kyn heldur enn eitt stríð, sum vit skulu taka upp til frama fyri alt samfelagið.
Hetta geldur sanniliga eisini fyri okkara fólkavaldu, sum vegna okkum øll hava uppgávuna at føra samfelagið fram á leið.
Tað merkist á almenna kjakinum, at stór ónøgd er um ójavnstøðuna í løgtinginum og nýskipaða landsstýrinum, og nú eisini um vantandi kvinnumboðanina í tingnevndunum.
Veruleikin er, at føroyska samfelagið framvegis er siðbundið. Valdsbýtið millum kvinnur og menn er skeiklað, og kvinnuumboðanin er alt ov lítil.
Við hesum í huga eiga vit at spyrja valdshavararnar: Vilja tit í felag taka ábyrgd og virka fyri einum javnari samfelagi? Ella liggur ábyrgdin hjá onkrum øðrum?
🗣️Samskiparin á Javnstøðuskrivstovuni greiddi frá hesum í tíðindunum í morgun
👇
Javnstøða eigur at vera felags ábyrgd
Samskiparin í Javnstøðunevndini harmast um kynsbýtið í formans- og forkvinnusessunum í løgtingsnevndunum
10/04/2026
Mangan hoyrist undanførslan, at tað er trupult at liva upp til javnstøðureglurnar, tí politiska telvingin er fløkt 🗣️🧩
❗️Men í hesum førinum hava verið ovmikið av møguleikum at tryggja javnstøðu í landsstýrinum. At slóða fyri og taka ábyrgd til frama fyri einum rúmligum samfelagi ⚠️
Nú verður spennandi at síggja býtið av tungum nevndarsessum millum kyn ⚖️
Bæði javnstøðunevndin og Demokratia hava funnist at ójavnstøðuni í nýggja landsstýrinum, har tvær kvinnur og fimm menn nú sita.
Átalurnar umframt svarið frá løgmanni vóru at hoyra í tíðindunum í dag 👇
Beinir Johannesen: Javnstøða er ikki bara tey sum sita í landsstýrinum
Komandi løgmaður heldur, at javnstøða í politikki eigur at definerast breiðari enn bara tey, sum sita í landsstýrinum, og vísir á politisku sessirnar í løgtinginum
09/04/2026
Signalið frá nýggju samgonguni er, at javnstøða skal altíð takast í álvara - uttan tá tað ræður um veruliga valdsbýtið🚫
📸Bjarni Árting Rubeksen
Samgongan slær egin orð upp í glens — Javnstøðunevndin
Javnstøða skal altíð takast í álvara, uttan tá tað ræður um veruliga valdsbýtið.
08/04/2026
Nú nýtt landsstýri verður skipað vil Javnstøðunevndin minna á týdningin av javnstøðu í evstu leiðslu landsins.
Vit vóna, at flokkarnir í sínum tilgongdum hava javnstøðu í huga, tá landsstýrisfólk verða vald.
Umboðanin er umráðandi – ikki bara fyri arbeiðið í landsstýrinum og politisku skipanina, men eisini fyri álitið í samfelagnum.
Tað hevur alstóran týdning at nýta allar førleikar í samfelagnum ⚖️
Mynd: privat ogn.
05/03/2026
Er kvinnurørslan í dvala - ella í broyting? 👀
Hendan spurningin gleða vit okkum at viðgera í Perluni í kvøld kl. 19 🗣️🗣️
Á skránni er framløga, sofaprát og pallborðskjak, umframt livandi tónleik.
Vit fingu ein brellbita frá Hallu Nolsøe Poulsen og Hildur Patursson í Góðan morgun Føroyar í gjár. Millum fortaldi Hildur, hvussu hon upplivdi søguliga verkfallið og fekk lívlangan íblástur, meðan Halla heldur, at vit í Føroyum eiga at spegla okkum í samhaldsfestinum í Íslandi.
Kom og tak lut í kjakinum í kvøld! ✊
Verkfallið broytti lívsleiðina
Tá kvinnur í Íslandi fóru í verkfall í 1975, var Hildur Patursson við, og tað hevði við sær, at hon fór at lesa nakað heilt annað enn tað, hon var í ferð við.
27/02/2026
Næstu vikuna er Femifagnaður - og vit eru sera spent! 😊
Her sæst skráin við øllum teimum fagnandi, upplýsandi, heiðrandi, eggjandi, stimbrandi og atfinnandi tiltøkunum, sum eru snikkað saman til júst tín 🫵
Verið vælkomin 🙌
Nógv gott og spennandi á skrá í næstu viku!
21/11/2025
Síðan kjakið um fosturtøku kom fram í ljósmálan er málið so líðandi blivið betur upplýst. Almannahugsanin letur nú til at vera broytt 🗣️📊
Tá støða skal takast til sonevnda fría fosturtøku fram til 12. viku, geva alt fleiri kanningar ábendingar nú um, at undirtøka er í
samfelagnum 💬
Kjakið hevur flutt hugburðin til fosturtøku — Javnstøðunevndin
Sambært bæði vísindakanningum og meiningakanningum seinastu árini er undirtøka í samfelagnum fyri fríari fosturtøku fram til 12. viku
19/11/2025
Í dag er altjóða mansdagur🚹 ⚖️
Í kjakinum um javnstøðu og menn fellur prátið ofta á páparættindi. Mansdagurin er tí gott høvi hjá javnstøðunevndini at hyggja nærri at støðuni hesum viðvíkjandi 🟰
Við serkønari hjálp hevur nevndin kannað, hvørjar umstøður gera seg galdandi, og hvørji atlit verða tikin, í málum um foreldramyndugleika og samveru, tá foreldur fara hvør til sítt 🧑🧒🧒🔎
Góðan mansdag 💚
Javnstøða og páparættur — Javnstøðunevndin
Í sambandi við fleiri áheitanir á javnstøðunevndina um páparætt í familjurættarligum málum, hevur nevndin fingið serkøna hjálp at kanna, hvørji atlit verða tikin í málum um foreldramyndugleika og samveru.
13/11/2025
Hjálp 🙏
Fyrr í ár valdi felagið Meta - uttan grundarlag og ávaring - at strika okkara vanga av Instagram.
Vit eru ræðuliga hørm um, at tilfar og fylgjarar alt sum tað er knappliga glapp okkum av hondum. So skroypiligt er tað at vera á sosialum miðlum 💔
Men. Tað er ikki annað at gera enn at byrja umaftur. Tí hava vit eina umbøn til tín, kæri fylgjari á Facebook: Fylg okkara nýggja Instagram-vanga!
Tíðindastubbar, kunningarbitar og annað fakligt tilfar fæst her
👉
Javnstøðunevndin (@javnstoda_) • Instagram photos and videos
94 Followers, 0 Following, 6 Posts - See Instagram photos and videos from Javnstøðunevndin ()
06/11/2025
Landsstýrið er farið frá javnstøðu til fýra kvinnur og tveir menn. Hetta hóast samgongan sambært semjuskjalinum skal tryggja javnstøðu í samfelagnum og ganga á odda, tá ið hon velur fólk til landsstýrið.
Landsstýrið víkur frá egnum javnstøðureglum — Javnstøðunevndin
Landsstýrið er farið frá javnstøðu til fýra kvinnur og tveir menn.