29/05/2026
50 ára starvsdagur🎉
Hjartaliga til lukku, Jákup Pauli. Í dag hava vit hátíðarhildið Jákup Paula Johansen, sum hevur verið í starvi á Posta sum postboð í heili 50 ár. Í sambandi við stóra dagin fekk hann heiðurstekin frá kongi fyri sína trúgvu tænastu.
Dagurin varð hátíðarhildin saman við nógvum gestum – vinum, familju og starvsfeløgum, bæði núverandi og fyrrverandi.
Vit takka Jákupi Paula fyri hansara góða arbeiði fyri viðskiftafólk øll árini og fyri at vera ein framúr góður og álitandi starvsfelagi.
🏅 Hjartaliga til lukku við heiðrinum og stóra degnum, Jákup Pauli! 🎉👏📬
27/05/2026
Bilførari við stórum koyrikorti 🚛
Dámar tær væl at koyra bil og leitar tú eftir einum summarstarvi? So hevur Posta kanska eitt starv til tín. 📦
Les meira her https://www.posta.fo/fo/private/help-information/starv-a-posta/avloysari-vid-storum-koyrikorti
11/05/2026
Mikudagin tann 13. mai letur Posta aftur kl. 12.00 vegna starvsfólkatiltak. Vit lata upp aftur sum vanligt fríggjadagin tann 15. mai. Vinarliga haldið okkum til góðar.
01/05/2026
DAGFØRINGIN ER LIÐUG 😊
Vit dagføra í løtuni okkara skipanir. Tað merkir, at Posta-appin, posta.fo og aðrar eru óvirknar í løtuni. Haldið okkum til góðar ⚒️
30/04/2026
Í løtuni eru tíverri trupulleikar við gjaldsskipanini hjá okkum. Tað merkir, at tað ikki ber til at rinda fyri pakkar og toll í løtuni. Vit renna skjótt og vóna, at tað verður loyst í næstu 🏃 ⚒️
08/04/2026
Lat teg ikki lumpa 👇 Aftur nú eru følsk boð í umferð. Tey eru ikki frá Posta Faroe Islands.
⏹️Posta heitir ikki á teg um at dagføra tín bústað
⏹️ Posta tekur ikki gjald fyri, at tú flytur bústað
☑️ Posta leverar til adressuna, sum stendur á pakkanum og á postkassanum.
Ferðast tryggari á netinum
Ferðast tryggari á netinum – kunningarátak hjá føroyskum bankum, stovnum og fyritøkum ímóti snýti á netinum Møta vit ókunnufólki á gøtuni, geva vit tí
01/04/2026
Í dag, 1. apríl, kunnu vit hátíðarhalda, at 50 ár eru liðin, síðan postverkið varð yvirtikið. Longu frá 1870 tók danska postverkið sær av postflutningi til og úr Føroyum og kring oyggjarnar, men 1. apríl 1976 kom postverkið á føroyskar hendur, og fekk tá navnið Postverk Føroya.
Á yvirtøkudegnum var stórur áhugi fyri at ogna sær brævbjálvar við føroyskum frímerkjum og stempli. Í august 2009 fekk Postverk Føroya nýggjan samleika og búmerki, og navnið broyttist tá til Posta.
Í sambandi við 50-ára føðingardagin verður eitt vakurt frímerki givið út, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið.
Á føðingardegnum bjóðar Posta lagkøku og kaffi á posthúsum kring landið. Vegna umbygging á posthúsinum á Óðinshædd er sjálvt hátíðarhaldið flutt til seinni í ár.
Les meira her: https://stamps.fo/ShopItem/2026/0/PPS000426/BLOKKUR
16/03/2026
LEYST STARV 💫
Hevur tú sølutokka, og dámar tær kundarøkt? Vit leita eftir einum ágrýtnum og álitisvekjandi sølufólki.
Les meira 👇
Posta
11/03/2026
📦 HEIM ELLA Í PAKKABOKS?
Posta ber út pakkan trygt og skjótt kring alt landið, óansæð um tú velur at fáa pakkan til dyrnar ella í pakkaboks.
Og tú kanst fylgja sendingini í Posta-appini ella á posta.fo
Posta