20/05/2026
📚 Leitar tú eftir einum spennandi lærlingaplássi?
Sum lærlingur hjá TAKS í Klaksvík fært tú meira enn bara eitt arbeiði. Tú fært royndir, ábyrgd og innlit í eitt arbeiðsøki, sum hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið.
Tú fert m.a. at arbeiða við:
🔹 skattaviðurskiftum
🔹 kundavegleiðing
🔹 málsviðgerð
🔹 fyrisiting
Og so verður tú partur av einum arbeiðsplássi, har trivnaður, samstarv og menning eru í fokus 🙌
Les meira og søk starvið her 👇
https://www.taks.fo/fo/taks/leys-stoerv/leys-stoerv/ -til-taks-i-klaksvik
09/05/2026
LANDSSTÝRISMAÐURIN Í FÍGGJARMÁLUM VITJAÐI TAKS
Í gjár fingu vit vitjan av Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.
Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, beyð vælkomin og greiddi frá virkseminum hjá stovninum.
Landsstýrismaðurin tók eisini orðið og legði dent á týdningin av góðum og opnum samstarvi millum TAKS og Fíggjarmálaráðið.
Vit takka fyri vitjanina og síggja fram til eitt gevandi samstarv.
08/05/2026
GOTT OG LÆRURÍKT TILTAK UM SKATTAVIÐURSKIFTI HJÁ RITHØVUNDUM
Herfyri skipaði Rithøvundafelagið fyri einum tiltaki í Gallarí Havnará, har fokus varð sett á viðurskifti í sambandi við sjálvuppgávuna hjá rithøvundum.
Poula á Líðarenda og Súsanna Debes frá TAKS greiddu frá B-skatti, roknskapi og hvussu sjálvuppgávan skal latast inn. Eftir framløguna svaraðu tær skattaspurningum frá luttakarunum.
Tiltakið varð væl kryddað við upplestri frá Svannu Jákupsdóttur og Oddfríði Rasmussen.
Vit takka fyri eitt gott tiltak og fyri tær afturmeldingar, vit fingu. Tær taka vit við okkum í okkara víðari arbeiði.
Slíkt samstarv hevur stórt virði fyri okkum, og vit koma fegin út at greiða frá skattaviðurskiftum fyri øðrum eisini.
Tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á [email protected].
03/05/2026
Freistin at lata sjálvuppgávuna inn er mánadag 4. mai.
Tú letur hana inn á Borgaraglugganum ✨
24/04/2026
Hvat arbeiðir ein skattamyndugleiki við – og hvussu kanst tú verða ein partur av tí?
Hósdagin, 23. apríl, luttók TAKS á tiltakinum “Vinnan vitjar” á Glasi, har vit hittu nógv forvitin og hugagóð ung fólk.
Hjá TAKS arbeiða vit ikki bara við skatti og tolli – vit hava eisini tørv á fakligheitum innan m.a. KT, løgfrøði, búskapi, samskifti og tænastu. Tað var stuttligt at práta við tey ungu um møguleikarnar og geva teimum eina betri mynd av, hvat eitt starv hjá TAKS kann fevna um.
Takk fyri ein góðan og gevandi dag á Glasi – vit vóna at síggja nøkur tykkara aftur á TAKS í framtíðini!
20/04/2026
TAKS luttók í Miðnám og hvat so? á miðnámsskúlanum í Kambsdali, har básurin var væl vitjaður.
Tað er altíð stuttligt og áhugavert at práta við næmingar um uppgávurnar hjá TAKS. Endamálið var at hitta næmingar, geva teimum innlit í arbeiðið hjá TAKS og tosa um starvsmøguleikar, ið finnast hjá TAKS.
Vit leggja stóran dent á at vera sjónlig og opin, tá ið talan er um at byggja brýr millum útbúgving og arbeiðslív. Slík tiltøk eru týdningarmikil fyri at skapa áhuga, greiða frá okkara samfelagsliga leikluti og vísa, at TAKS er eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss.
Takk fyri ein góðan og gevandi dag á Kambsdali – vit gleða okkum at halda fram við samstarvinum við skúlar og ung í Føroyum.
18/03/2026
TAKS var við á Vinnan vitjar í Vági
Jóna og Svanna umboðaðu TAKS, tá vit fyrr í mánaðinum luttóku í Vinnan vitjar í Vági – og tær siga, at tað var ein ordiliga góður dagur!
Básurin var væl vitjaður, bæði av ungum og vaksnum, og nógv vóru forvitin eftir at vita meira um arbeiðið hjá TAKS.
Vit høvdu eisini eina lítla kapping:
Hvussu eitur stjórin á TAKS? 🤔
Við hjálp frá QR-kodum á tyggigummpakkum funnu nógv rætta svarið, og umleið 100 svar komu í kassan.
Øll, sum svaraðu rætt, vóru við í lutakasti um eitt páskaregg 🐥🍫
Takk fyri ein góðan dag í Vági!
06/03/2026
Átaksleiðari til tolldeildina hjá TAKS
Vilt tú vera við til at styrkja tolleftirlitið við føroyska landamarkið?
Brúka møguleikan og søk nýggja starvið sum átaksleiðari á tolldeildini hjá TAKS 👉 https://www.taks.fo/fo/taks/leys-stoerv/leys-stoerv/ -til-tolldeildina-hja-taks
Umsóknarfreistin er 22. mars 2026.
Leys størv á TAKS
Leys størv Hetta starvið er leyst í løtuni.