21/04/2026
https://www.vp.fo/news/eg-fari-ikki-at-liggja-a-knae-fyri-bugvandi-a-skulaheiminum. SVEINAROYNDIN HJÁ A, B OG C ER BYRJA .......
Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum
- Glasir er vorðið eitt dømi um, hvussu ein almenn leiðsla kann venda sær ímóti ungdóminum. Leiðslan arbeiðir ikki fyri næmingarnar, hon arbeiðir ímóti teimum
14/04/2026
Ein varði í føroyskum politikki .........
10/04/2026
Tøkk frá Sylviu.
Tøkk
Øllum tykkum 1284, ið valdu Sjálvstýri á løgtingsvalinum, vil eg bera eina hjartans tøkk. Við tykkara atkvøðum varð Sjálvstýri endurreist og hevur aftur fingið umboðan á Føroya Løgtingi
10/04/2026
SEV skal ikki sundurskiljast. SEV skal mennast! Vælkomin at deila.
10/04/2026
Vælkomin at deila. Sjálvstýri aftur á Føroya Løgting. Takk fyri stuðulin!
27/03/2026
Kæru veljarar 🩷
Hjartans tøkk fyri stuðulin á løgtingsvalinum í gjár. Við tykkara hjálp er Sjálvstýri komið inn aftur á ting – og tað stórt!
Hetta er ikki bara ein sigur fyri Sjálvstýri sum flokk, men ein greið ábending um, at nógv ynskja eina aðra kós – meira rættvísi, betri møguleikar fyri vanlig fólk og eitt samfelag fyri øll.
Vit fara nú at arbeiða miðvíst fyri teimum broytingum, sum vit hava sett fram í stevnu- og valskrá Sjálvstýrisins.
Takk fyri hvørja einastu atkvøðu.
Takk fyri álitið. 🩷
26/03/2026
Spent fólk við borðið hjá Sjálvstýrinum. Enn er ein løta eftir. Farið á val og veljið Sjálvstýri. 💜
26/03/2026
Nú eru bara fáir tímar eftir og hetta er løtan, har tað veruliga ger mun. Ikki í kanningum – men í valhølinum! 🩷
Sjálvstýri er á veg aftur í løgtingið. Ein lítil munur kann avgera, um vit fáa eitt ella tvey umboð.
- Vit vilja broyting fyri vanlig fólk.
- Fyri tey lág- og miðalløntu.
- Fyri bústaðir, sum fólk hava ráð til.
Men tað hendir bara, um tú fert at velja.
Far á val nú.
Tak onkran við tær.
Tín atkvøða kann avgera alt.
Vel Sjálvstýri – ella eitt av okkara góðu valevnum á lista D 🩷
26/03/2026
TAÐ RÍÐUR UM SNARIÐ X VIÐ SJÁLVSTÝRI:
26/03/2026
Sjálvstýri tørvar TÍN stuðul!
Seinasta val vóru vit SO nær.
So nær, at nakrar heilt fáar atkvøður høvdu broytt alt.
Í ár kunnu vit rætta tað aftur!
👉 Ein atkvøða frá tær
👉 Ein frá einum vini
👉 Ein frá einum í familjuni
– og so er Sjálvstýri aftur á tingi.
Vel Sjálvstýri. Fá ein annan við. Ger munin. 🩷
26/03/2026
Um tú framvegis ivast í, hvønn tú skalt velja í dag, so er Sjálvstýri eitt gott boð.
Seinasta kanningin gevur Sjálvstýri eitt umboð, men tað er sera tætt og hvør atkvøða telur.
Sjálvstýri vil broyting – serliga fyri tey lág- og miðalløntu. Vit vilja arbeiða fyri, at tað skal loysa seg at arbeiða, og at øll skulu hava møguleika at fáa ein bústað.
Hjálp Sjálvstýri tað síðsta pettið á mál og set kross við eitt av valevnunum á lista D 🩷