02/06/2026
Landsstýrismaðurin og spanski sendiharrin á fundi í Tinganesi 🇫🇴🤝 🇪🇸
Í dag hitti Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, spanska sendiharran í Keypmannahavn, Salvador Rueda Rabanal, sum er á vitjan í Føroyum. Teir umrøddu viðurskiftini millum Føroyar og Spania, serliga í mun til ES og møguleikan fyri tættari samstarvi.
28/05/2026
Hevur tú áhuga í havinum, burðardygd og framtíðini hjá fiskivinnuni?
Kom á ókeypis norðurlendsku ráðstevnuna Fisk og Framtíðin í Tórshavn mánadagin 8. juni 🌍
📍 Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja
🕘 Altjóða fyrilestrar og kjak
🎟 Ókeypis luttøka
Les meira og melda til her:
👉 https://www.hav.fo/famri/themes/fisk-og-fremtiden/
⚠️ Seinasta freist fyri tilmelding er 1. juni – ella tá plássini eru farin!
Uttanríkis- og fiskimálaráðið
Government organization
26/05/2026
Tíðindaskriv: Landsstýrismaðurin setti stóra altjóða ráðstevnu um Arktis
Fyrrapartin í dag setti landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, altjóða ráðstevnuna, Healthy Humans and Oceans in the Arctic, sum verður hildin í Føroyum frá 26. til 28. mai.
Í setanarrøðu síni legði landsstýrismaðurin dent á týdningin av at styrkja og endurnýggja altjóða samstarv. Hann vísti á, at eitt fevnandi og vísindaliga grundað samstarv er avgerandi fyri at tryggja, at Arktis framvegis er friðarligt, mótstøðuført og umsitið á burðardyggan hátt í einum broytandi heimi.
Tíðindaskrivið er í viðmerkingum niðanfyri 👇
25/05/2026
Tíðindaskriv: ES-nevndarlimurin í hav- og fiskivinnumálum vitjar í Føroyum
Í hesum døgum vitjar Costas Kadis, ES-nevndarlimur í hav- og fiskivinnumálum, í Føroyum. Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, er vertur fyri vitjanini.
Á fundi seinnapartin umrøddu partarnir viðurskiftini millum Føroyar og ES, samstarv á hav- og fiskivinnuøkinum og møguleikar fyri at styrkja samstarvið frameftir.
Tíðindaskrivið er í viðmerkingum niðanfyri 👇
23/05/2026
Landsstýrismaðurin hitti NATO-aðalskrivaran
Undir uttanríkisráðharrafundinum í Helsingborg í gjár nýtti Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, høvi at skifta orð við NATO-aðalskrivaran, Mark Rutte.
Eisini hitti landsstýrismaðurin Pierre Vandier, admiral, ið er annar av tveimum hernaðarovastum í NATO (SACT). Strategiska støða Føroya fylti nógv í prátinum, og semja var um at hyggja nærri at møguleikum fyri tættari samstarvi, ið kann gagna bæði Føroyum og NATO, og samstundis fremja trygd og støðufesti í norðurhøvum 🤝
22/05/2026
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, hitti í dag uttanríkisráðharrar úr Norðurlondum, Kanada og USA á fundi í Helsingborg
🇫🇴 🇬🇱 🇩🇰 🇮🇸 🇳🇴 🇸🇪 🇫🇮 🇨🇦 🇺🇸
Á fundinum vórðu trygdar- og verjupolitiskar NATO-raðfestingar á norðurleiðum umrøddar.
Landsstýrismaðurin vísti á, at Føroyar miðvíst virka fyri og taka lut í átøkum, sum stuðla undir raðfestingum hjá NATO um okkara leiðir. Millum annað varð víst á økta talið av kavbáta- og flotavitjanum, styrkt radaraeftirlit og luttøku í felags venjingum.
Londini vóru samd um eina felags yvirlýsing, sum leggur dent á týdningin at raðfesta trygd og verju í mun til norðurleiðirnar miðvíst í NATO-høpi og í sínámillum samstarvi 🤝
04/05/2026
Landsstýrismaðurin og amerikanski sendiharrin á fundi í Tinganesi 🇫🇴🤝🇺🇸
Í dag hitti Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, amerikanska sendiharran í Keypmannahavn, Kenneth Howery, sum vitjar í Føroyum. Teir umrøddu mál av felags áhuga so sum trygd og verju. Somuleiðis umrøddu teir møguleikar fyri at styrkja um samstarvið, serliga á handilsøkinum.
23/04/2026
Tíðindaskriv: Landsstýrismaðurin hitt starvsfelagar úr grannalondunum
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, er í hesum døgum á fiskivinnumessuni Seafood Expo Global í Barcelona.
Nógvir fiskimálaráðharrar vitja messuna, og er hetta tí eisini eitt gott høvi at hittast á politiskum stigi. Landsstýrismaðurin nýtti í hesum sambandi høvið at hittast við starvsfelagar úr grannalondunum.
Tíðindaskrivið er í viðmerkingum niðanfyri 👇
23/04/2026
Tíðindaskriv: Landsstýrismaðurin á fiskvinnumessu í Barcelona
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, vitjaði í gjár heimsins størstu fiskvinnumessu Seafood Expo Global, sum hevur verið í Barcelona dagarnar 21. - 23. apríl. Á fiskivinnumessuni hittast fólk úr øllum liðum av fiski- og alivinnuni, - framleiðarar, útflytarar, veitarar av útgerð og vitan, flutningsfeløg og keyparar úr øllum heiminum.
Tíðindaskrivið er í viðmerkingum niðanfyri 👇
17/04/2026
Tíðindaskriv: Landsstýrismaðurin á evnisráðstevnu Norðurlandaráðsins
Í dag luttók landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, sum er norðurlendskur samstarvsráðharri, á evnisráðstevnu Norðurlandaráðsins í Oslo.
Tíðindaskrivið er í viðmerkingum niðanfyri 👇