09/04/2026
Í samgonguskjalinum skrivar nýggja samgongan: "Harafturat skulu vit hava javnstøðu í huga í øllum samfelagsligum evnum."
Men longu í síni fyrstu avgerð, manningini av nýggjum landsstýri, er javnstøðan ikki havd í huga
Javnstøða skal vísast ikki lýsast
Í samgonguskjalinum skrivar nýggja samgongan: "Harafturat skulu vit hava javnstøðu í huga í øllum samfelagsligum evnum." Men longu í síni fyrstu avgerð,…
08/04/2026
Demokratia heitir á teir tríggjar samgonguflokkarnar um at virða javnstøðuna, nú landsstýrisfólk vera sett í morgin.
Seinasta valskeið hevur javnstøða verið millum kynini, og øll orsøk er til at halda fast í hesum leisti. Á løgtingsvalinum fingu vit enn einaferð 10 kvinnur valdar á ting, hetta er sama støða, ið hevur verið á flestu løgtingsvalum síðan 2011. Tí er alneyðugt, at vit øll gera okkara, at stuðla undir kvinnuumboðanina. Her eigur landsstýrið sjálvandi at ganga á odda.
Niels Uni Dam, formaður í Demokratia.
28/03/2026
Ein stór avbjóðing fyri kvinnuumboðanina er, at á virðiskonservativa vonginum verða í stóran mun bara menn valdir.
Hjá veljarum av Miðflokkinum, Fólkaflokkinum, Sjálvstýri og Sambandsflokkinum fóru einans millum 7,4% og 25,3% atkvøður til kvinnur.
Ringasta førið var hjá Miðflokkinum, har 14. hvør atkvøða fór til eina kvinnu. Besta førið var hjá Sambandsflokkinum, har 4. hvør fór til eina kvinnu.
Eftirbáturin, ið dragnar
Enn einaferð stendur kvinnuumboðanin í stað eftir eitt løgtingsval. Tað er eyðsæð, at javnsstøða kemur ikki av sær sjálvari.
27/03/2026
“Føroyar eru enn einaferð eftirbátar á javnstøðuøkinum. Vit eru enn eitt land, ið ongantíð hevur havt so frætt sum ein triðing av kvinnum í Løgtinginum”, sigur formaðurin í Demokratia.
Løgtingsvalið 2026 gjørdist eitt vónbrot. Kvinnuumboðanin er framvegis 10 av 33 tinglimum, og 15 ára gamla metið frá 2011 stendur við ❌
Formaðurin í Demokratia harmast
Niels Uni Dam er formaður í Demokratia, og hann nevnir fleiri orsøkir til, at vit hava brúk fyri størri kvinnuumboðan
25/03/2026
Einar Føroyar eisini fyri kvinnur 🙌
Í Føroyum mangla út við 2.400 kvinnur. Stórur partur av teimum er ungdómur, sum tíverri ikki myndar samfelagið og fólkaræðið. Millum tey ungu eru fleiri kvinnur enn menn, sum velja Føroyar frá, og ov nógv teirra venda ongantíð heimaftur.
Hetta eigur at føra til sjálvrannsakan. Hvat kunnu vit gera ⁉️
Hósdagin 26. mars skalt tú sum veljari gera av, hvat fyri signal vit senda ungu kvinnunum. Bæði teimum, ið umhugsa at flyta heim aftur, og teimum, sum kundu hugsað sær at valt Føroyar til, men sum treyðugt flyta av landinum.
Í 2011 vórðu metnógvar kvinnur valdar á Ting: 10. Í 2015 fingu vit sama úrslit. Í 2019 fall talið av tingkvinnum niður á 8. Og í 2022 komu vit aftur ájavnt við metið.
Metið er nú 15 ára gamalt og als einki at reypa av. 23 tingmenn og 10 tingkvinnur er langt frá nøktandi úrslit fyri kvinnuumboðanina ⛔️
Góði veljari: Nú hevur tú møguleikan at geva ungum kvinnum vón um framtíðina. Á øllum listum eru vælskikkaðar kvinnur 🚺🚺🚺
Velur tú eina kvinnu, hevur tú gjørt títt 🗳️🤞
20/03/2026
Vit hava savnað saman tær 62 kvinnurnar, sum stilla upp til løgtingsvalið 2026 🤩 Yvirlitið liggur á demokratia.fo. Leinki í viðmerkingunum 👇
Nógvar sterkar kvinnurøddir eru at velja í. Nú er bara at finna ta kvinnuna, sum umboðar tíni áhugamál best 👊🗣️
Tað er alneyðugt fyri okkara fólkaræði, at vit fáa fjølbroyttari umboðan har politisku avgerðirnar verða tiknar❗️
Hesar avgerðirnar ávirka okkum øll. Tí eiga tær at taka støði í einari rúgvu av vinklum, sjónarhornum og lívsroyndum.
Vantar sjónarhornið hjá kvinnum, so vantar eisini neyðug vitan og innlit, sum menn ikki hava. Sjálvandi eigur politiska arbeiðið at endurspegla kvinnur og menn eins 🚺⚖️🚹
Seinasta løgtingsval fingu kvinnur ein triðing av atkvøðunum. Sum avleiðing eru heili 23 av 33 tinglimum menn. Hetta er ikki nøktandi, um vit vilja hava eitt sunt fólkaræði ⚠️
Nú krevst, at veljarin ger sín part 🗳️ Nú er stundin komin til at styrkja kvinnuumboðanina á tingi. Tí javnstøða kemur ikki av sær sjálvari ⌛️
Hví ikki velja eina kvinnu?
Valevni til løgtingsval 2026
19/03/2026
Hví stilla færri kvinnur upp enn menn⁉️🚹⚖️🚺
Kanningin hjá Demokratia frá 2024 bendir á, at tað fellur framvegis monnum lættari at bjóða seg fram í politikki. Og kvinnur seta sær sjálvum munandi størri krøv. Hesin munur er tekin um ein størri kynsójavna í føroyska samfelagnum, sum hevur uppiborið gjølliga viðgerð. Eitt úrslit er, at kvinnuligu valevnini eru færri í 2026 enn í 2022.
MEN. Veljarin hevur nú ein gyltan møguleika at styrkja um kvinnuumboðanina, har politiskar avgerðir verða tiknar: Vel eina kvinnu ‼️🗳️
Millum annað var hetta boðskapurin í Degi & Viku í kvøld. Vit hoyrdu frá skilagóðum næmingum á Glasi, Niels Una Dam, Bjørt Samuelsen og Helenu Dam á Neystabø 🗣️
Hagtølini í innslagnum hava Valúrslit gjørt í samstarvi við Demokratia. Lesið fleiri tøl umframt kanningina hjá Demokratia um kvinnur og uppstilling á okkara heimasíðu 📊 Leinki í viðmerkingunum 👇
Fáar kvinnur at velja ímillum
Færri kvinnur stilla upp til løgtingsvalið samanborið við seinasta løgtingsval
18/03/2026
Kvinnur mynda 38,8 prosent av valevnunum til løgtingsvalið í 2026. Sostatt er útgangsstøðið at fáa sterkari kvinnuumboðan verri enn seinast.
Samtíðis eru fleiri sterkar kvinnur, sum ikki stilla upp hesaferð. Tí er enn týdningarmiklari, at kvinnuligu valevnini fáa dyggan stuðul - so veljið eina kvinnu!
Lesið hagtøl fyri uppstilling frá Valúrslit í ovastu viðmerking 📊👇
Einans 3 av 7 flokkum við javnstøðu í uppstilling
Útgangsstøðið at fáa sterkari kvinnuumboðan er verri enn til seinasta løgtingsval.