26/05/2026
✨Steffan A. Løkin tikið sæti á tingi✨
Hann fekk møguleikan, nú Fróði Magnussen er farin í stutt farloyvi.
🔥Hetta er fyrstu ferð, at Fólkaflokkurin hevur tvey umboð av Skálafjørðinum á Tingi. Okkara Bill Justinussen, og nú Steffan Løkin.
🤩Steffan er 25 ára gamal og stillaði fyrstu ferð upp til Løgtingsvalið í ár. Hann fekk 245 atkvøður, sum gav honum plássið sum 1. varafólk fyri Fólkaflokkin.
💚Vit ynskja Steffan góðan arbeiðshug.
17/05/2026
🇫🇴ÁRNI 60 ÁR🇫🇴
Tað eru fá, sum eru so forvitin, lurtandi og nærløgd sum Árni. Tá hann fer undir at kanna eitt mál, gevst hann ikki, fyrr enn hann hevur gjøgnumgingið og kannað allar hugsandi smálutir og sett allar spurningar, sum setast kunnu.
Góðir eginleikar, sum ikki bara gagna okkum í Fólkaflokkinum, men allari politisku skipanini. Tí okkum tørva fólk, sum duga at lurta – og tað ger Árni. Árni ikki bara lurtar, men er altíð sakligur og sera virðiligur í øllum orðadrátti. Serliga, tá hann tosar við onkran, hann er ósamdur við.
Árni Skaale er sera virkin. Umframt at vera politikkari er hann familjumaður, vinnulívsmaður, har hann eigur og rekur fyritøkuna Look North. Árni er treiskur sum fáur, og veit frá egnum royndum, hvat krevst fyri at fáa ting at henda – og ikki minst eydnast.
Og ikki at gloyma, so er Árni skóti við stóra S. Júst tað hevur myndað hann í øllum, hann tekst við - sum leiðari, politikkari og sum menniskja sum heild. Har skótavirðini, sum snúgva seg um felagsskapin og at rúma øðrum, hava alt at siga.
Vit í Fólkaflokkinum ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum, og takka tær fyri títt stóra og virðismikla íkast til flokkin.
Tit eru øll hjartaliga vælkomin at ynskja Árna Skaale til lukku👇🏼
16/05/2026
💚Hugaligt at síggja, at diesel- og bensinprísirnir eru lækkaðir í dag.
✨Vit í samgonguni vita væl, at hetta bara er EIN bati. Men sum tikið verður til: Allur bati bøtur. Vit koyra á víðari. Gott vikuskifti, øll somul!🥰
15/05/2026
🤩Nú verður bíligari at fylla tangan tangan við bensini og dieseli.
🥳Tað var ein breiður meiriluti í Løgtinginum, sum atkvøddi fyri. Sostatt kemur lógin í gildi dagin eftir, at hon er lýst.
💚Gott at fáa hetta avgreitt. Vit halda fram við góðum tiltøkum og koyra á víðari!
14/05/2026
🤩Hevði tað ikki verið gott, um møguleiki var at brúka MobilePay í Føroyum?
🙃Í dag ber tað ikki til orsakað av løgfrøðiligum og fyriskipanarligum forðingum.
👏🏽Men hetta eigur at broytast, heldur Fróði Magnussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Tí hevur hann nú sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni , skrivligan fyrispurning um málið.
😎Fróði vil hava greiðu á, hvørjar forðingar eru, og hvussu arbeiðið gongur við at beina tær av vegnum, so føroyingar eisini kunnu fáa atgongd til talgildar gjaldsskipanir, so sum MobilePay.
11/05/2026
Mítt mál er at virka fyri einum skúla, har allir næmingar trívast og fáa møguleika at læra í mun til sínar ymisku førleikar.
💚Tað segði Bárður á Lakjuni m.a. í røðuni til aðalfundin hjá Lærarafelagnum.
🎨Hann vísti eisini á, at skúlarnir skulu fáa størri frælsi at skipa ein skapandi skúla, har tað kreativa, handaliga og verkliga skal hava størri rúmd.
Sí røðuna her: https://www.mmr.fo/fo/um-radid/landsstyrismadur/roedur-hja-landsstyrismanninum/adalfundur-foeroya-laerarafelags-9-mai-2026