20/10/2025
Góði Hans Pauli.
Eitt uppslag kann ómøguligt lýsa alt tað, tú vart.
At kalla teg blóðreyðan er ein undirmeting; tú vart ein sannur risi í okkara flokki, óansæð hvar tú vart, og kjarnvirðini vóru altíð í brennideplinum, tá tú vart til staðar. Títt dirvi, nærleiki og miðvísi er eitt eindømi.
Í landsstýrinum, á tingi, í almenna kjakinum og í øllum floksvirksemi vart tú ein nærur, beinrakin og hjartagóður kammeratur, hvørs fótafesti ikki glapp. Har er nógv, tú átti at verið errin av. Vit í SU minnast eisini tað viðhald, tú unti okkum frammanfyri og handan leiktjaldið; tín stuðul eru vit æviga takksom fyri.
Takk fyri alt.
Við samkenslu og javnaðarkvøðu,
Sosialistisk Ung 🌹❤️
02/09/2025
(Leinkjan til tiltakið hóskvøldið er í bio)
Aftaná tøgnina eru vit spent at greiða frá øllum tí spennandi virkseminum, vit hava gjørt, og tað sum kemur í næstum!
Í morgin fara vit at fortelja um tær spennandi ferðirnar, okkara limir Magnus og Gilli hava havt í summar 🌹
Soleiðis sær nýggja nevndin annars út:
Gretchen Karinardóttir, forkvinna (í farloyvi)
Sára Maria Dalsgarð, næstforkvinna
Herborg H. Gaardlykke, kassameistari
Magnus Elsuson Høgenni, skrivari
Milia Egilsnes Anda, nevndarlimur
Gilli Pálsson Augustinussen, nevndarlimur
Sigmundur Mørkøre, tiltakslimur
18/05/2025
Hey øll somul 🌹
Nú er tað slagið skal standa - vit hava landsfund(aðalfund) tann 31.05.25.
Vit vænta eitt brak av einum kvøldið, har vit fara at hugna okkum við einum betri bita, onkrum góðum at drekka, og ein rúgva av undirhald.
Ynskir tú at skapa lív í felagið, og gera mun, so er hetta ein gyltur møguleiki 👏🏽 vit fara nevniliga at velja nýggja nevnd, har øll sum ynskja at taka lut í virkseminum, kunnu stilla upp.
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Nevndin❤️
20/04/2025
Gleðiligar páskir 🐣
Mínir páskir er eitt sindur ørvísið í ár. Tað verður brúkt á páskakursus hjá DSU í Rønde, har eg havi fingið tann framíhjárætt at undurvísa tey í Ríkisfelagsskapin og Føroyar🇫🇴
- Milia Egilsnes Anda
11/02/2025
SOSIALISTISK UNG Í BREDDANUM 🌹
luttók vegna okkum, í Breddanum í morgun. Saman við hinum ungmannafeløgunum viðgjørdu tey viðkomandi evnir, har tað bleiv varpa ljós á týdninginum av at ung verða hoyrd. Hoyr alt innslagið á: https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20250211-dsc07721-enhanced-nrpolitisk_ungmannafelog.jpg?itok=eQ3j1QpS
11/11/2024
Milia Egilsnes Anda og Barbara Gaardlykke Apol vóru til pallborðsfund á Glasir í dag. Tvær sterkar kvinnur 💪
Ein íløga í ungdómin er ein íløga í framtíðina. Vit kunnu ikki liva við, at vit missa so stóran part av ungdóminum hvørt ár. Tí skulu vit gera Tórshavnar Kommunu meiri attraktiva fyri ungdómin. Javnaðarflokkurin vil millum annað byggja fleiri lestrar- og ungdómsbústaðir komandi 4 árini.
27/10/2024
Hetta vikuskiftið hevur okkara altjóði skrivari Magnus Høgenni umboðað felagið til árliga ráðstevnuna hjá UNR. Hetta hevur verið eit drúgvt og fløkjut vikuskifti, men tað hevur eisini verið ótrúliga læruríkt og spennandi. Her eru hápunktini frá vikuskiftinum:
#1 Norðurlandaráðið skal geva FO og GL fullan limaskap - ongantíð ov skjótt!
Tað gleddi meg at síggja, at eitt uppskot um at stuðla fullan limaskap fyri Føroyar og Grønland var samtykt við breiðum meiriluta, eins og í fjør. Føroysku umboðini (Ungmannafelagið Samband, Framsøkin Ung og Unga Tjóðveldið) hava tosað við einari rødd gjøgnum alla ráðstevnuna, og vit eru øll samd um hví.
#2 Samstarv og vald - Use it or lose it!
Sosialdemokratisku feløgini eru ikki samd um alt, men hóast okkara ósemjur hava vit havt eitt produktivt og gagnligt samstarv gjøgnum ráðstevnuna, og vit hava sparrað saman allan vegin ígjøgnum um hvat vit standa saman um.
Sosialdemokratarnir hava flestu atkvøður av øllum feløgunum í UNR, og hetta valdið eru vit sinnaði at brúka við ábyrgd, norðurlendskum samstarvi og javnaðarhugsjónini í huga.
#3 UNR er nú sjálvstøðugt felag!
Vit samtyktu einmælt fríggjadagin, at UNR (sum áður lá undir FNUF) verður frá nú av endurstovnað sum sjálvstøðugt felag. Nú kunnu tey søkja fígging og reka sítt virksemi við nógv meira ambitión og sjálvstýri enn áður, og tað verður spennandi at síggja hvar felagið fer nú!
(næsta slide) Felagið hevur eisini fingið nýtt føroyskt navn - Ungdómsins Norðurlandaráð. Nú kunnu vit av røttum stytta tað til UNR við góðari samvitsku.
27/09/2024
Barbara í Tórshavnar Býráð 🌹
Okkara Barbara Gaardlykke Apol, sum í nógv ár hevur verið virkin í SU millum annað sum forkvinna árini 2015-2017, bjóðar seg fram til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.
Barbara er útbúgvin búskaparfrøðingur frá Setrinum og KU, og arbeiðir í dag sum fíggjarfulltrúi. Harafturat hevur fleiri politiskar royndir. Millum annað sum ráðgevi hjá Javnaðarflokkinum og sum varalimur í Fólkatinginum.
- Eg stilli upp, tí eg haldi, at vit hava brúk fyri fleiri ungum kreftum í býráðsarbeiði. Eg ynski at virka fyri, at Tórshavn verður ein fjølbroyttur býur, har børn og vaksin trívast.
Spurd um, hvat hon ynskir at arbeiða fyri í býráðnum, svarar Barbara:
- Vit mugu ásanna, at Tórshavnar Kommuna hevur ein førandi leiklut í at venda gongdini við fólkafráflytingini. Kommunan hevur sett gongd á at útstykkja nógv, og hóast tað er gott, so er tað ikki nóg mikið. Vit noyðast at fáa fjølbroyttari bústaðir – og nýggja heimildin at byggja almannagagnligt skal brúkast.
Og hon leggur afturat:
- Harumframt skal kommunan gera meiri fyri at fáa tey ungu at støðast. Tá eg sjálv las á Setrinum fyri nøkrum árum síðani upplivdi eg eina optimismu millum tey ungu. Finsen var í gerð, og man tosaði um at skapa eitt veruligt lestrarumhvørvi í Tórshavn. Nú bendir alt á, at tey ungu ikki longur síggja Føroyar sum eitt attraktivt stað at nema sær útbúgving.
Vit í Sosialistisk Ung fegnast um, at Barbara bjóðar seg fram, og ynskja henni bestu eydnu 🌱❤️