29/05/2026
Almenna vesið í Mylnugøtu fór illa av eldsbruna í november 2024, og nú verður eitt heilt nýtt alment vesi gjørt.
Gera heilt nýtt vesi í Mylnugøtu
Almenna vesið í Mylnugøtu fór illa av eldsbruna í november 2024, og nú verður eitt heilt nýtt alment vesi gjørt. Talan er um stórarbeiði, sum neyvan verður liðugt fyrr enn í fyrsta lagi um eitt ár.
28/05/2026
Enn 20-25 hval at fáa
Nú klokkan er 18 er enn nokk av grind til øll. Um 20-25 hval eru eftir. Fólk eru vælkomin at heinta teir, ella skera upp á staðnum á Vestaru bryggju.
28/05/2026
Øll eru vælkomin til Havnar at fáa sær grind🙂
Grind til øll
Enn er f**t av grind at fáa á Vestaru bryggju, og eru øll í landinum vælkomin til Havnar at fáa sær part.
28/05/2026
Tey, sum ynskja heimapart av grindini, ið legði beinini í Sandagerði í gjár, kunna heinta heimapartarnar klokkan 15 uttanfyri hjá Magn á Vestaru Bryggju. Gev tó gætur, at parkeringsmøguleikarnir á Vestaru Bryggju eru sera avmarkaðir 👇
Heimapartarnir kunnu heintast klokkan 15
Tey, sum ynskja heimapart av grindini, ið legði beinini í Sandagerði í gjár, kunna heinta heimapartarnar klokkan 15 uttanfyri hjá Magn á Vestaru Bryggju.
28/05/2026
Áarvegur er stongdur frá Vaglinum oman til Kopargøtu fríggjadagin 29. mai frá klokkan 8 til 10 í sambandi við arbeiði á Hotel Hafnia.
Partur av Áarvegnum stongdur 29. mai kl. 8-10
28/05/2026
Parkeringsviðurskiftini á Vestaru bryggju
Av tí at grindin, sum var hildin til í Sandagerði í gjár, er so stór, verða sera avmarkaðir møguleikar at parkera á Vestaru Bryggju, har skorið ver...
28/05/2026
Leygardagin 30. mai klokkan 13 verður skipað fyri einum sjálvbodnum ruddiátaki í Havn, har bæði føroyingar og vitjandi hjálpast at grava upp skøru. Endamálið er at minka um skøruna í náttúruni og samstundis geva fólki eina góða uppliving saman úti í náttúruni. Eftir ruddingina verður boðið til afterparty í Perluni í Havn. Tiltakið og afterparty eru ókeypis, men tilmelding er neyðug 👇
Føroyingar og vitjandi rudda skøru saman 30. mai
Leygardagin 30. mai klokkan 13 verður skipað fyri einum sjálvbodnum ruddiátaki í Havn, har bæði føroyingar og vitjandi hjálpast at grava upp skøru.
28/05/2026
Býráðsfundurin, sum skuldi vera í dag 28. mai 2026 klokkan 16, er fluttur til hósdagin 4. juni 2026 klokkan 16.
Býráðsfundurin í dag fluttur til 4. juni
27/05/2026
Kunning um grindina
Grind legði beinini í Sandagerði í dag.
Fyrr í dag legði ein grind beinini í Sandagerði. Grindin var stór, og verður býtt í bæði drápspartar og heimapartar. Seðlarnir til drápspartarnar k...
27/05/2026
Gríms Kambans gøta er stongd frá Landavegnum oman til Bøgøtu hósdagin 28. mai frá klokkan 8.30 til 11.30 í sambandi við fipurarbeiði.
Gríms Kambans gøta stongd 28. mai kl. 8.30 til 11.30