01/05/2026
Upptøkurnar frá ráðstevnuni um virkna deyðshjálp eru nú klárar, og kunnu síggjast her:
Ráðstevna: Virkin deyðshjálp í Føroyum?
Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska ráðið, og Siðfrøðinevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar skipaðu í felag fyri almennari ráðstevnu í Løkshøll hin 22. ...
24/04/2026
Virkin deyðshjálp var umrødd í Breddanum í gjár, saman við ráðstevnuni, sum Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska Ráðið og Siðfrøðinevndin hjá Føroyskum sálarfrøðingum skipaðu fyri farna mikudag.
Gestir í sendingini eru Bergur Debes Joensen, formaður í Etiska ráðnum, Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum og Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum.
Breddin: Virkin deyðshjálp
Í Breddanum í dag seta vit sjóneykuna á eitt av truplastu málunum í okkara tíð
21/04/2026
Í morgin kl. 9.00 - 15.00 verður ráðstevna um virkna deyðshjálp hildin í Løkshøll.
Hóast freistin fyri tilmelding til ábit er farin, krevur sjálv luttøka á ráðstevnuni onga tilmelding. Øll eru vælkomin.
Um ikki ber til at koma, kann ráðstevnan stroymast beinleiðis her: https://www.youtube.com/live/AgQKHAdMpt0
Upptøkur frá ráðstevnuni vera lagdar út á heimasíðuna hjá Etiska ráðnum seinni.
Ø! Media
Virkin deyðshjálp í Føroyum?
18/04/2026
Virkin deyðshjálp var umrøtt í sendingini "Vikan" fyrrapartin. Gestir vóru Arni Zachariassen og Katrin Kallsberg, bæði limir í Etiska ráðnum, saman við Georg L. Petersen.
Vikan 18. apríl 2026
Vikugestur, vikuspei og Dagføroyingar
30/03/2026
PODDVARPSRØÐ
Í samstarvi við NÁM, hevur Etiska ráðið framleitt eina poddvarpsrøð í fyribils seks pørtum, har Jógvan D. Hansen og Arni Zachariassen, báðir limir í Etiska ráðnum, skifta orð um etikk. Poddarnir eru í miðal 14 minuttir til longdar, og eru serliga ætlaðir miðnámsskúlanæmingum.
Partarnir snúgva seg um:
1. Pliktetikk
2. Konsekvensetikk
3. Dygdaretikk
4. Vitlíki
5. Umhvørvið
6. Kynsskifti
Allir partarnir kunnu síggjast her:
Poddvarpsrøð
Share your videos with friends, family, and the world
06/02/2026
Fult hús var í KFUK til etisku kvøldsetuna týskvøldið. Takk til øll, sum komu at lurta eftir Lars Fr. H. Svendsen tosa um býttleika og idioti.
Fyrilesturin varð upptikin, og kann hoyrast her:
Etisk kvøldseta: Dumhet, idioti og dumme idioter
Fyrsta týsdag í hvørjum mánaði í vetrarhálvuni 2025-2026 bjóðar Etiska ráðið til etiska kvøldsetu í KFUK-húsinum. Týskvøldið 3. februar kl. 19 fingu vit vitj...
11/11/2025
Etiska ráðið hugleiðir um etiskar tvístøður í uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg á in.fo í dag.
https://in.fo/news-detail/etiskar-tvistoedur-i-fosturtoeku-eftir-12-viku
Etiskar tvístøður í fosturtøku eftir 12. viku
Í uppskotinum til nýggja fosturtøkulóg, sum er til viðgerðar í løtuni, verður markið fyri fríari fosturtøku sett við endanum av 12. viku í viðgongutíðini. Grundgevingarnar fyri at loyva fríari fosturtøku – t.e. at loyva einari fosturtøku uttan at krevja nakra grundgeving fyri h...
10/10/2025
Upptøkurnar frá ráðstevnuni 8. septembur um raðfestingar í almennum heilsutilboðum eru nú klárar, og kunnu síggjast her:
Raðfestingar í almennum heilsutilboðum - Etiska ráðið
Raðfestingar í almennum heilsutilboðum 10 okt 2025 | Tiltøk 8. septembur 2025 varð almenn ráðstevna hildin í Norðurlandahúsinum við heitinum “Raðfestingar í almennum heilsutilboðum: Hvat er rætt og rættvíst at gera?”. Ráðstevnan hevði til endamáls at birta í kjak um raðfes...
03/10/2025
ETISKAR KVØLDSETUR
Fyrsta týsdag í hvørjum mánaði í vetrarhálvuni bjóðar Etiska ráðið til etiska kvøldsetu kl. 19 í KFUK-húsinum í Havn. Hvørt kvøld fara ein ella fleiri gestir at greiða frá onkrum etiskt viðkomandi evni.
Skrá fyri veturin:
7. oktobur: Demokrati
4. novembur: Polarisering
2. desembur: Breitt samtykki í heilsugransking
6. januar: Berarakanningar
3. februar: Dumhet, idioti og dumme idioter
3. mars: Sosialur ójavni í heilsu
Lýst verður við hvørjum einstøkum tiltaki so hvørt.
15/09/2025
Ráðstevnan um raðfesting í almennum heilsutilboðum, sum var hildin í Norðurlandahúsinum seinasta mánadag, var umrødd í Breddanum í farnu viku. Prátað var m.a. við Kjeld Møller Pedersen, heilsubúskaparfrøðing, Jógvan D. Hansen, lærara í heimspeki og lim í Etiska ráðnum, og Janu Mortensen, forkvinnu í sjúkrarøktaretiska ráðnum, sum øll luttóku í ráðstevnuni.
Etiska ráðið vil takka øllum teimum mongu sum møttu á degnum. Ein serlig tøkk til Sjúkrarøktaetiska ráðið og Siðfrøðinevndina hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar fyri gott samstarv.
Breddin: Raðfestingar í heilsuverkinum
Raðfesting i heilsuverkinum eigur at vera gjøgnumskygd og uttan politiska uppíblanding