Miðflokkurin

Miðflokkurin

Del

Miðflokkurin - á varðhaldi tá á stendur

01/06/2026

Jenis spyr Eyðdis:

Hvørjar ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
--

Spurningar:
1. Hvørjar ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
2. Nær kunnu hesi húski vænta, at lovaða trygdin og lovaðu átøkini verða framd í verki?

Viðmerkingar:
Í «samgonguskjali samgongunnar» undir orka og umhvørvi lesa vit, at samgonguflokkanir: vilja tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum.

Her er talan um glæsiligar ætlanir og lyfti, ið mong munnu fegnast um og síggja fram til, serliga í teimum krevjandi tíðum, vit methøgum orkuprísunum, vit eru komin í.

Fyri at kveikja kveikja undir vónina og vekja enn størri áhuga fyri orkuskiftum verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 31.05.2026
Jenis av Rana

15/05/2026

Væl eydnaður landsfundur hjá Miðflokkinum og nýggj floksstjórn vald

Miðflokkurin hevði farna vikuskiftið landsfund, har nógv fólk vóru savnað til ein gevandi og innihaldsríkan dag.

Landsfundurin var eyðkendur av góðum práti og breiðari undirtøku. Tey uppmøttu vístu stóran stuðul og staðfestu vilja til at halda fram við at menna flokkin.

Ein serligur partur av skránni var, at Steffan nú helt sína fyrstu røðu sum formaður. Røðan varð væl móttikin, og nógv nýttu høvið at heilsa upp á bæði Steffan og Jenis í samband við leiðslubroytingina.

Í hesum sambandi varð eisini skipað fyri einum hugnaligum hátíðarhaldi, har dentur varð lagdur á at takka fyri farna arbeiði og samstundis markera eina nýggja tíð fyri flokkin.

Á landsfundinum varð eisini ein nýggj floksstjórn vald.

Floksstjórnin skipar seg komandi dagarnar. Hon er mannað soleiðis:

• Steffan Klein Poulsen

• Rana A. Skaalum

• Finngerð Djurhuus Olsen

• Mattias Ljósheim

• Tummas Pauli Mýri

• Markus Mortensen

• Sámal Hanni Lognberg

• Margretha Kjærbæk

13/05/2026

Steffan Klein Poulsen hevði sína fyrst formannsfrágreiðing á landsfundinum hjá Miðflokkinum í vikuskiftinum. Les hana her.

07/05/2026

Vit síggjast leygardagin!!

23/04/2026

Miðflokkurin – landsfundurin 2026

Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, sum nú kallast Rótin.

Hetta er fyrsti landsfundur, har Steffan Klein Poulsen er formaður.

Landsfundurin verður hildin sambært viðtøkunum. Tveir nevndarlimir standa fyri vali í floksstjórnini (nevndini) og tað er longu staðfest, at hesir ikki taka við afturvali. Somuleiðis skulu tveir tiltakslimir veljast í floksstjórnina. Eisini verður onkur viðtøkubroyting viðgjørd umframt nýggju stevnuskránna.

Harafturat eru øll vælkomin til almennu móttøkuna frá kl. 14.00 í samband við formansskiftið.

Skráin fyri landsfundin:

9:00 Morgunmatur

9:45 Andakt

10:00 Aðalfundur og formansfrágreiðing

11:00 Politiskt orðaskifti

12:00 Steðgur og døgurði

14:00 Almenn móttøka í samband við formansskiftið

16:00 Liðugt

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar 23/04/2026

Jenis um fyrsta avrikið hjá samgonguni 🫣

Gævi góðar kreftir, politiskar, men eisini serkønar í m.ø. EDV og fíggjartøkni, taka seg saman, steðga hjálpar- og skilaloysi samgongunnar- og rætta kósina.

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni.

Nýggi formaðurin í Miðflokkinum: - Nátúrligt at skifta nú - FM1 14/04/2026

Steffan Klein Poulsen, nýggi formaðurin í Miðflokkinum, tosaði við Árna Gregersen á FM1 fyrr í dag.

Nýggi formaðurin í Miðflokkinum: - Nátúrligt at skifta nú - FM1 Steffan Klein Poulsen vitjaði rásarúmið í FM1, har hann setti orð á politisku leið sína, á Jenis av Rana og á politisku kósina frameftir. Hoyr samrøðuna við Árna Gregersen her

26/03/2026

Rani Andrasson Skaalum | Miðflokkurin

26/03/2026

Vinjard Johansen - Valfundur í Løkshøll í Runavík




Vil du plassere din virksomhed på toppen av Statslig Tjeneste-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Adresse


Áarvegur 2
Tórshavn
100