Fountainhúsið

Fountainhúsið

Del

Eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk, sum hava sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar.

Fotoskeið í Fountainhúsinum 20/04/2026

Fotoskeið í Fountainhúsinum

Í vetur hava vit havt fotoskeið við Jón K. Joensen í Fountainhúsinum. Jón K. Joensen hevur í nógv ár havt fotoskeið í Tórshavnar Kvøldskúla og er tí vanur við at undirvísa í evninum. Í tí sambandi varð hann leigaður inn í Fountainhúsið til at geva luttakarunum grundvitan innan fotografi. Málið við skeiðnum var at læra luttakararnar at taka og viðgera myndir við snildtelefon....

Fotoskeið í Fountainhúsinum Í vetur hava vit havt fotoskeið við Jón K. Joensen í Fountainhúsinum. Jón K. Joensen hevur í nógv ár havt fotoskeið í Tórshavnar Kvøldskúla og er tí vanur við at undirvísa í evninum. Í tí sambandi …

Fountainhúsið 12 ár í dag 01/04/2026

Fountainhúsið 12 ár í dag

Í dag fyllur Fountainhúsið 12 ár, og dagin hava vit hátíðarhildið, við at hava verið á buffét á Hotel Hafnia. Í farnu viku høvdu vit opið hús og politiskt kjak, í samband við føðingardagin. Tað vóru sera nógv fólk á gátt, bæði á vitjan og komu at lurta eftir politiska orðaskiftinum, har evnið var psykiatriin í Føroyum. Dagurin eydnaðist stak væl, og komu tað eisini góðir og sera viðkomandi spurningar frá áhoyrarum um, hvussu neyðugt tað er, at komandi løgting ferð at broyta og gera batar á ávísum økjum innan psykiatriina og styrkja fyribyrgjandi tiltøk. Fountainhúsið fer í páskaferiu 2. apríl til týsdagin 7.aprílVit ynskja øllum einar gleðiligar páskir.

Fountainhúsið 12 ár í dag Í dag fyllur Fountainhúsið 12 ár, og dagin hava vit hátíðarhildið, við at hava verið á buffét á Hotel Hafnia. Í farnu viku høvdu vit opið hús og politiskt kjak, í samband við føðingardagin. Tað vóru sera nógv fólk á gátt, bæði á vitjan og komu at lurta eftir politiska o...

Sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er 19/03/2026

Fountainhúsið Sálarsjúka er ikki eitt val - politikkur er

Fountainhúsið hevur opið hús mánadagin 23.mars frá kl.14 .00 til 17.00. Pallborðsfundur byrjar kl.15.00 Í samband við løgtingsvalið bjóða Fountainhúsið og Sinnisbati til politiskt orðaskifti um psykiatriska økið í Føroyum

Sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er

Ergoterapeut lesandi í starvsvenjing 04/03/2026

Ergoterapeut lesandi í starvsvenjing

Vit hava verði so heppin at hava haft Iben Vibe Skovgaard í starvsvenjing í Fountainhúsinum.Hon lesur til Ergoterapeut á 4 semestri í Keypmannahavn. Iben hevur sungið nógv kór og skipaði hon m.a fyri kór venjing í Fountainhúsinum. Hetta dámdu fleiri væl og møguliga onkurlimur í Fountainhúsinum heldur áfram við kórinum. Vit takka Iben fyri tíðina hon var her og ynskja henni bestu eydnu víðari við lesnaðinum.

Ergoterapeut lesandi í starvsvenjing Vit hava verði so heppin at hava haft Iben Vibe Skovgaard í starvsvenjing í Fountainhúsinum.Hon lesur til Ergoterapeut á 4 semestri í Keypmannahavn.Iben hevur sungið nógv kór og skipaði hon m.a fyri kór venjing í Fountainhúsinum. Hetta dámdu fleiri væl og møguliga onkurlimur í Fount...

10/01/2026

🥰

08/01/2026

Keyp EM- oyraringar frá okkum. Vit hava nakrar heilt fáar eftir og teir kosta bert 80,-kr parið
Ring (288012) ella skriva til okkara, um tú ynskir at ogna tær einar 🥰🇫🇴🤾‍♂️

Gott nýggjár 2026 06/01/2026

Gott nýggjár 2026

Gerandisdagurin í Fountainhúsinum er nú aftur vanligur arbeiðsdagur. Vit ynskja øllum eitt gott nýggjár og takka fyri árið sum fór.

Gott nýggjár 2026 Gerandisdagurin í Fountainhúsinum er nú aftur vanligur arbeiðsdagur. Vit ynskja øllum eitt gott nýggjár og takka fyri árið sum fór.

Til ber at bíleggja serstøku føroysku húgvuna :D 26/11/2025

Til ber at bíleggja serstøku føroysku húgvuna :D

Serstaka føroyska húgvan kann bíleggjast longu nú 😀 Húgvan er heimabundin við føroysku litunum og framleidd á okkara arbeiðseindum 😀 Eisini hava vit gjørt hesar sera fittu oyralokkarnar, ið mynda Merki, sum síggjast á myndunum 😀 Áhugaði eru vælkomin at venda sær til okkara á: Teldupost: [email protected] Tlf.nr.: 320012 - 288012 Ella við at senda okkum eini boð á Facebooksíðuni "Fountainhúsið".

https://www.fountainhus.fo/2025/11/26/til-ber-at-bileggja-serstoku-foroysku-hugvuna-d/

Til ber at bíleggja serstøku føroysku húgvuna :D Serstaka føroyska húgvan kann bíleggjast longu nú :D Húgvan er heimabundin við føroysku litunum og framleidd á okkara arbeiðseindum :D Eisini hava vit gjørt hesar sera fittu oyralokkarnar, ið mynda Merki, sum síggjast á myndunum :D Áhugaði eru vælkomin at venda sær til okkara á: Te...

Hjartaliga vælkomin til opið hús 28. novembur 19/11/2025

Hjartaliga vælkomin til opið hús 28. novembur

Fríggjadagin 28. novembur klokkan 13-17 bjóða vit inn til opið hús 😀 Vælkomin inn á gólvið til ein góðan drekkamunn og eitt hugnaligt prát. Ein góður møguleiki at síggja okkara arbeiðsstað og arbeiðseindir. Hendan dagin hava vit eisini eina jólasølu har møguleiki er fyri at keypa sær ymiskt jólaprýði, benkur, kompostkassar og serstaka føroyska húgvu og oyralokkar, sum vit hava evna til í arbeiðseindunum :D…...

Hjartaliga vælkomin til opið hús 28. novembur Fríggjadagin 28. novembur klokkan 13-17 bjóða vit inn til opið hús :D Vælkomin inn á gólvið til ein góðan drekkamunn og eitt hugnaligt prát. Ein góður møguleiki at síggja okkara arbeiðsstað og arbeiðseindir. Hendan dagin hava vit eisini eina jólasølu har møguleiki er fyri at ke...

Nú kom kuldin 03/11/2025

Í summar fingu vit nýggja inngongd og úthurð setta í, í kjallaranum. Og áðrenn kuldin kom, fingu vit stoypt túnið og nú verður hampa rundan um, so tað verður so flott! Eisini gera vit havan vetrar kláran, klippa niður, rudda bløð og annað deytt burtur og fríska upp við heyst farvum og vetrargrønum. Í næstum fara vit at seta blómuleykir niður og vit gleða okkum longu til tíðiliga í vár, tá blómurnar spretta 😀 Árstíðin leggur eisini upp til suppur og annað gott! Herfyri fingu vit graskærsuppu, mmmmh lekkurt!

Nú kom kuldin Í summar fingu vit nýggja inngongd og úthurð setta í, í kjallaranum. Og áðrenn kuldin kom, fingu vit stoypt túnið og nú verður hampa rundan um, so tað verður so flott! Eisini gera vit havan vetrar kláran, klippa niður, rudda bløð og annað deytt burtur og fríska upp við heyst far...

Ein túr út í Koltur 30/10/2025

Av og á skipar Fountainhúsið fyri útferðum í egnum landi. Beint fyri summarferiuna fóru vit ein túr út í Koltur! Vit fóru av gomlurætt við Rib 62. Veðrið var gott, sól og stilt, so vit fingu ein góðan túr 😀 Tað vóru Marianna og maður hennara Jóhan Simonsen ið tóku ímóti okkum og greiddu okkum frá. Tá vit traðkaðu í land skuldu skógvarnir "reinsast" so einki ókent varð tikið við og órógvar náttúruna á oynni....

Ein túr út í Koltur Av og á skipar Fountainhúsið fyri útferðum í egnum landi. Beint fyri summarferiuna fóru vit ein túr út í Koltur! Vit fóru av gomlurætt við Rib 62. Veðrið var gott, sól og stilt, so vit fingu ein góðan túr :D Tað vóru Marianna og maður hennara Jóhan Simonsen ið tóku ímóti o...

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Statslig Tjeneste-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Internet side

Adresse


V. Utca HAMMERSHAIMB 3, TÓRSHAVN
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 08:30 - 15:00
Tirsdag 08:30 - 15:00
Onsdag 08:30 - 15:00
Torsdag 08:30 - 15:00
Fredag 08:30 - 12:00