01/04/2026
Ræðandi tíðindi frá samgongusamráðingunum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.
Vit trúði hetta var ein farin tíð og ikki var neyðugt at leggja nakað út um hetta aftur nakrantíð. Tíanverri sær tað út til at henda síða er aktuell aftur. Nú ikki við ABDH, men ABC.
Tað eru ábendingar um at ístaðin fyri at gera ein tjóðarsemju um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land í ríkjafelagsskapi við Danmark, so ætlar man hinvegin at fara í holt við at hækka ríkisveitingina aftur. Hetta má steðgast í stundini!
https://www.facebook.com/fullveldi/posts/pfbid0VddMtgQ4MWGQSGPE1sWu6uqpChHYWH8hh8ov4cvj5vnj5DgnXL8nKY42dNDX2suGl
20/01/2016
Okkara mótmælið hjálpti einki í 2011 tá blokkurin bleiv hækkaður.
Sjálvt avgerðin at hækka blokkin kundi tó ikki steðga føroyinginum í at gerast meira óheftir av blokkinum enn hann var frammanundan.
í dag er blokkurin minni enn 3,8 % av BTÚ meðan hann í 2011 var omanfyri 4,6 % av BTÚ.
Blokkurin komin niður á 3,78 % av føroyska BTÚ
Blokkurin og tær ræðumyndir sum sambandsflokkarnir hava spunnið burturúr honum og hvat fer at henda um hann hvørvur eru so dyggiliga gjørdar til skammar. Ikki í nýggjari tíð hevur blokkurin verið so lítil partur av føroyska búskapinum og hóast hetta eru føroyingar nógv ríkari enn í 1998 tá blokkurin var uppi á 12,41 % av Føroyska BTÚ.
Hóast verandi samgonga ikki ein gongd hevur dirvið til at minka blokkin og undanfarna enntá vaks um blokkin í krónum og oyrum, so eru dagarnar hjá blokkinum taldir.
Sum myndin vísur so er týdningurin av blokkinum í Føroyska búskapinum við at hvørva heilt. í 1998 var blokkurin uppi á 12,41 % av føroyska BTÚ, meðan hann - um framskrivingarnar hjá hagstovuni fara at halda - kemur niður á 3,78 % av BTÚ í ár
Verandi landsstýrið hevur avgjørt at fastfrysta blokkin komandi árini á 642,4 mió kr., og um fastfrystingin av blokkinum heldur áfram komandi árini merkir tað at blokkurin kemur niður á 1 % av BTÚ um 30 ár í 2045.
Bara vi at minka blokkin 50 mió kr. um árið hevði blokkurin komið niður á 1 % av BTÚ longu um 7 ár í 2023.
Blokkurin hevur ikki verið, er ikki og fer heldur ikki framyvir at verða trygdin undir føroysku vælferðini.
Fullveldið er í eygsjón, men vit broyta ikki stórvegis uppá støðuna við at standa á gáttini og hyggja út, um vit ikki eisini taka tey fáu fetini í eftir eru og trýna útum ríkisfelagsskapsdunnuhylin.
Kelda:
BTÚ: 1998-2016 Hagstovan.
BTÚ: 2017 -> BTÚ rokna út við at brúka miðal vøksturin frá 1998 - 2016.
03/08/2015
Nú er skjótt løgtingsval, og gott at vita hvørji tey vóru sum valdu at hækka blokkin og nú brádliga vilja spæla sjálvbjargnisfólk, nú val er í hondum. Vinarliga deili so øll kunnu síggja.
Løgtingssetan 2012 Mál: 72 Viðgerð: 3
07-03-2013 12:03
Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2013 - Voting results
Present 29
Total JA 22
Total NEI 7
Total BLANK 0
JA: 22
1. Jógvan á Lakjuni
2. Jóna Mariusardóttir Mortensen
3. Helgi Abrahamsen
4. Alfred Olsen
5. Reimund Langgaard
6. Rósa Samuelsen
7. Bárður Nielsen
8. Eivin Jacobsen
9. Joen Magnus Rasmussen
10. Hanus Samró
11. Rodmundur Nielsen
12. Bjarni Djurholm
13. Jákup Mikkelsen
14. Kristianna Winther Poulsen
15. Jenis av Rana
16. Bill Justinussen
17. Eyðgunn Samuelsen
18. Henrik Old
19. Gerhard Lognberg
20. Mikkjal Sørensen
21. Aksel V. Johannesen
22. Edva Jacobsen
NEI: 7
1. Poul Michelsen
2. Páll á Reynatúgvu
3. Gunvor B***e
4. Bjørt Samuelsen
5. Kristina Háfoss
6. Høgni Hoydal
7. Janus Rein
BLANK: 0
http://www.logting.fo/casenormal/viewState.gebs?caseState.id=13054&menuChanged=16
03/08/2015
Klára okkum sjálvi? Hví skulu vit tað?
Jóna Mortensen tingkvinna fyri sambandsflokkin deilur út av sínum visiónum fyri Føroyar undir tingviðgerðini av málinum: Uppskot til ríkislógartilmæli um at ...
16/06/2015
Minnist tú enn? Tað sær út til at hann hevur gloymt tað so tit mugu fegin deila hettar á Facebook, so hann sær tað!
Janus Rein, tá Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin hækkaði blokkin
- "Hvat ger mann ikki fyri vald? Syndarligt at síggja hvussu nógv Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og miðflokkurin hava selt sína sál, bara fyri at sleppa upp í part. Eg er væl greiður yvir, at politikkur nú snýr seg um at keypa og selja her og har, fyri at gera tvørpolitiskar semjur, ikki so. Men at hesir flokkar nú agera so nógv beinleiðis ímóti egnari sannføring bara fyri magt átti onkusvegna at givi ekkó í upplandinum. Hvat siga allir fólkafloksveljarnir nú?
Eg eri glaður fyri at vit ikki eru við í hasum svansinum; vónandi minnist veljarin um 4 ár! - Tað ger hann ikki, satsar mann helst uppá í fólkaflokkinum.
Løgtingsval er eitt lottarí, og nú fingu nógir (A, D og H) veljarar NITTE."
Janus rein í dag
- "Ja til yvirtøkulógina men nei til heimildarlógina!"
https://www.facebook.com/janusrein/posts/1595016557452416
Samstundis sum Fólkaflokkurin sjey ferðir í
2006
2009
2010
2011
2012
2014
2015
hevur atkvøtt ímóti at avtaka heimildarlógina
14/06/2015
So er skjótt val og nú er at minnast til hvør hækkaði blokkin.
Flokkarnir um blokkin dagin fyri løgtingsvalið 29.okt 2011
My First Project
16/03/2015
Kinna Poulsen, røðu til grækarismessuhald í Havn.
- "Onkursvegna er tað sum um, at vit sigla við mentalum hentleikafløggum í hesum árum.
Vit vilja sjálvandi fegin flagga við merkinum, tá Pál kemur á mál. Ella tá aðrir føroyskir úrmælingar skara framúr í altjóða høpi. Men vit taka líka so altrá ímóti danska blokkstuðulinum hvørt tað einasta ár. Samstundis vilja vit virðast sum tjóð, men tá talan er um at taka ímóti flóttafólkum, stendur einki til hjá okkum. Tað mugu danskarar taka sær av..."
02/02/2015
Jógvan á Lakjuni, Løgtingsmaður Er blokkurin svarið?
folkaflokkurin.fo
Tá ið vit nú upp í saman hoyra Sambandsflokkin siga, at vit skulu fara niður til Danmarkar at biðja um meira blokk, so haldi eg ikki, at hetta er rætt at gera.