23/11/2014
Jólatræið á Tvøroyri verður tendrað kl. 18.00 í kvøld :-) Jólasmátturnar, sum í fjør stóðu niðan fyri Fornminnissavnið, eru í ár komnsar niðan í túni at standa. Veturin 2013 var sera keðiligur við nógvum vindi, men vættrarnar vóna, at veðrið verður frægari komandi vikurnar - kanska tær so fáa ljós og okkurt pynt í húsini :-)
Jólatræið á Tvøroyri | Suðuroyarportalurin
Sjógøta og Tvørávegur eru upplýstar, Jólatræið reist og jólasmátturnar komnar at standa í túninum hjá Fornminnissavninum. Almenna tendringin verður sunnudagin 23. nov. kl.18:00. Sum vant verða bollar og cacao og jólamenn partar av haldinum í miðbýnum.
25/12/2013
Gleðilig jól øll somul :-)
Jólavættrarnar fegnast um, at so nógv børn hava verið og spælt í og kring jólahúsini :-) Tíverri hava tær ikki hættað sær út - vóru bangnar fyri, at um tær fóru út, fóru tær á flog í øllum vindinum, ið hevur verið hendan jólamánaðin :-/ Men tær eru samdar um, at komandi desember koma tær aftur á Tvøroyri, og tá skikkar veðrið sær vónandi betur enn í ár! :-)
23/11/2013
Vættrarnar hava verið ein túr og hugt at húsunum. Tær undraðist eitt sindur á uppsetingina og appilsingulu reimarnar, men tær skiltu kortini væl, at tað ikki ber til at gera tað øðrvísi í løtuni. Tíbetur :-) Okur hava lovað at royna aðrar loysnir komandi ár - og vóna, at tað eisini fer at bera til at "byggja út" komandi árini :-)
23/11/2013
Ikki er heilt liðugt enn, men nú nærkast :-)
23/11/2013
So skulu perur festast á húsini :-)
23/11/2013
Vit fingu góða hjálp at pynta húsini við perum og granni :-)
20/11/2013
Onkur hevur kanska varnast, at okkurt hevur verið á vási í miðbýnum á Tvøroyri í dag :-) Tað vísti seg tó bert at vera nakrar vættrar, ið hava valt miðbýin á Tvøroyri sum best egnaða stað til hús síni, nú tað nærkast jólum :-)