Føroya Fjallabjargarafelag

Directions

Føroya Fjallabjargarafelag Contact information, map and directions, contact form, opening hours, services, ratings, photos, videos and announcements from Føroya Fjallabjargarafelag, Emergency rescue service, Hjalteyrargata 12, Akureyri.

Fjallabjargar hava lokið altjóða útbúgvingSeinastu 10 daganir, hava 13 sjálvboðin frá Føroya Fjallabjargara felag tikið ...
29/09/2026

Fjallabjargar hava lokið altjóða útbúgving

Seinastu 10 daganir, hava 13 sjálvboðin frá Føroya Fjallabjargara felag tikið altjóða útbúgving innan fyrstu hjálp í óbydgum øki.

Føroya Fjallabjargara Felag hevur styrkt fakliga førleikan í tilbúgvingini, eftir at 13 bjargingarfólk hava lokið Wilderness First Responder-útbúgvingina hjá Wilderness Medical Associates International.

Wilderness First Responder, ofta stytt WFR, er ein altjóða útbúgving innan viðgerð og fyrstuhjálp í avsíðis- og krevjandi umhvørvi. Útbúgvingin er serliga ætlað fólki sum arbeiða í støðum, har tað kann ganga long tíð, áðrenn sjúklingurin fær atgongd til sjúkrahús ella aðra framkomna læknaliga viðgerð.

Hetta ger útbúgvingina serliga viðkomandi fyri bjargingararbeiði í Føroyum, har uppgávur kunnu fara fram í brøttum og illa atkomuligum lendi, undir skiftandi veðurviðurskiftum og langt frá vanligari heilsutænastu.
- Fyri okkum er tað sera týdningarmikið, at okkara bjargingarfólk hava førleikar, sum eru lagaðir til tað umhvørvið, vit arbeiða í, sigur Gundur Mortensen, undirvísingarleiðari.
Á skeiðnum hava sjálvboðin bjargingarfólkini millum annað arbeitt við sjúklingameting, álvarsligum skaðum, bráðsjúku, niðurkøling og viðgerð av sjúklingum yvir longri tíð. Ein týðandi partur av útbúgvingini er eisini at læra at taka avgerðir í støðum, har útgerð, manning og atgongd til læknahjálp eru avmarkað.

Hetta er eitt týdningarmikið stig í áhaldandi arbeiðinum hjá Føroya Fjallabjargara Felag at menna førleikar og fakliga støðið í føroyskum fjallabjargingararbeiði.

Gundur Mortensen, Undirvísingarleiðari:
Wilderness First Responder er ein altjóða útbúgving, sum er ment júst til støður, har hjálpin kann vera langt burturi, og har bjargingarfólkið má kunna taka ábyrgd av sjúklinginum í longri tíð.”
“Við 13 nýútbúnum Wilderness First Responders hava vit styrkt okkara tilbúgving munandi. Tað gevur okkum eitt enn sterkari grundarlag fyri at veita trygga og fakliga góða hjálp undir krevjandi umstøðum í føroysku náttúruni.”

Útbúgvingin verður veitt av Wilderness Medical Associates International, við undirvísarum úr Íslandi. Hetta er fyrstu fer at undirvíst verður í hesum í Føroyum. Neyðugt hevur tí veri við góðum samstarvi millum ábyrgdarlæknan hjá Fjallabjargarinum og Føroyskar myndugleikar herundir landslæknan, hetta samstarvið er eydnast sera væl. Hetta merkir at Fjallabjargarar nú kunnu veita lívsneyðugan heilivág tá tørvur er á tí.

Fyri Føroya Fjallabjargara Felag, er málið at halda fram við at menna bæði einstaka bjargingarfólkið og samlaðu tilbúgvingina, soleiðis at felagið er so væl fyrireikað sum gjørligt, tá tørvur er á hjálp í føroysku náttúruni.

Myndir: Heini Hansen & Jensjáku Hansen

Seinasta vikuskiftið luttóku vit í altjóða venjingarleguni Baltic-Nordic Volunteer Search & Rescue Proficiency and Coope...
25/06/2026

Seinasta vikuskiftið luttóku vit í altjóða venjingarleguni Baltic-Nordic Volunteer Search & Rescue Proficiency and Cooperation Initiative 2026, saman við bjargingar- og leitarliðum úr Estlandi, Lettlandi og Litava.🇪🇪🇱🇻🇱🇹
Venjingin hevði dent á fyrstuhjálp, samskipan av leitingum og nýggjar leitingarháttir, samstundis sum hon styrkti samstarvið millum londini.
Vit eru takksom fyri møguleikan at læra saman við dugnaligum sjálvbodnum úr øðrum londum – tí hvørt lív hevur virði. ⛰️

Fjallabjargarar og tyrla máttu til fyri at bjarga seyði, sum í átta dagar hevði staðið fastur í gleri í brattlendi við E...
19/01/2026

Fjallabjargarar og tyrla máttu til fyri at bjarga seyði, sum í átta dagar hevði staðið fastur í gleri í brattlendi við Eiði

Address

Hjalteyrargata 12
Akureyri
600

Website

Alerts

Be the first to know and let us send you an email when Føroya Fjallabjargarafelag posts news and promotions. Your email address will not be used for any other purpose, and you can unsubscribe at any time.

Shortcuts

Share