12/03/2026
Í dag er grækarismessa, tá ið føroyingar hátíðarhalda, at tjaldrið er komið aftur til oyggjarnar. Dagurin verður hildin víða hvar um landið. Skúlar og dagstovnar savnast úti og syngja grækarismessu- og vársangir. Skótar og hornorkestur skipa fyri skrúðgongum, og kring landið verða røður hildnar í sambandi við dagin. Tá ið tjaldrið sæst aftur á oyggjunum, er tað tekin um, at veturin líður at enda, og at várið og ljósari tíðir eru í nánd. Eisini her hjá okkum í Íslandi er tjaldrið komið aftur. Á sama hátt sum tjaldrið er tekin um, at árstíðirnar skifta í Føroyum, er tað lógvin, ið boðar frá várinum her í Íslandi.
Góða grækarismessu!🌱
06/03/2026
29. august skulu íslendingar til
fólkaatkvøðu um, hvørt farast skal undir samráðingar við ES um møguligan limaskap. Talan er sostatt ikki um atkvøðu um sjálvan limaskapin.
Boða þjóðaratkvæðagreiðslu 29. ágúst
Þjóðaratkvæðagreiðsla um framhald á aðildarviðræðum Íslands að Evrópusambandinu verður haldin 29. ágúst næstkomandi.
27/02/2026
BRÆVATKVØÐUGREIÐSLA TIL LØGTINGS- OG FÓLKATINGSVAL 2026
Fram til 13. mars kunnu veljarar staddir í Íslandi greiða brævatkvøðu til Løgtingsvalið 2026 á:
Sendistovu Føroya í Reykjavík
Túngata 14, 3. hædd
101 Reykjavík
Brævatkvøðugreiðslan á sendistovuni fer fram mánadag-fríggjadag kl. 10–15.
Mælt verður til at greiða brævatkvøðu í seinasta lagi fríggjadagin 13. mars kl. 15, soleiðis at atkvøður kunnu sendast heim til valstaðið í góðari tíð.
FÓLKATINGSVALIÐ 24. MARS
Fólkatingsval verður 24. mars 2026.
Føroyingar staddir í Íslandi eru vælkomnir at seta seg í samband við Sendistovu Føroya í Reykjavík við spurningum um mannagongd og møguleika fyri at greiða atkvøðu.
LESANDI
Sum lesandi uttanlands hevur tú valrætt til Løgtingsvalið.
Fyri at koma á vallistan sum lesandi uttanlands, skalt tú lúka hesar treytir:
• Bústaðarkrav: tú hevur búð í Føroyum og hevur verið skrásett/ur í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans.
• Tú skalt ikki hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár.
• Tú ert uttanlands í lestrarørindum.
Soleiðis gert tú:
Tú søkir um at sleppa á vallistan í tí kommunu, har tú seinast var skrásett/ur í landsfólkayvirlitinum. Fleiri kommunur hava sjálvgreiðslu á Vanganum, har tú kanst søkja um at fáa valrætt á Vanganum.
1. Rita inn á Vangan
2. Vel ta kommunu, tú búði í, áðrenn tú flutti uttanlands
3. Søk um atkvøðurætt til Løgtingsval
Um tín kommuna ikki er á Vanganum, skalt tú útfylla skjal 1, sum tú finnur handan leinkið til kunngerðina.
Gev gætur, at tú fært ikki nakað valkort sendandi, tá tú hevur søkt um upptøku á vallistan. Tú mást tí minnast til at hava samleikaprógv við, tá tú greiðir brævatkvøðu. Samleikaprógv kann annaðhvørt vera pass ella koyrikort.
Sí meira kunning á:
https://www.fmr.fo/fo/kunning/tidindi/loegtingsval-nu-kanst-tu-soekja-um-valraett-a-vanganum-ella-beinleidis-hja-kommununi
SJÚKLINGAR
Hevur tú tørv á serligari skipan í sambandi við brævatkvøðugreiðslu, vinarliga set teg í samband við sendistovuna.
Eru ivamál, ber til at ringja til okkara á tlf. +354 511 3200 ella skriva til [email protected].
Sendistovan ynskir øllum føroyingum eitt gott val! 🇫🇴
12/02/2026
2026 International Summer Institute in Faroese language and culture - apply now!
Don't miss the 15 February deadline to apply for this year's International Summer Institute at the University of the Faroe Islands. Running from 30 July to 15 August, the University offers an intensive course in Faroese language and culture, with a successful passing certificate providing international students with 10 ECTS. See more details on the link.
Faroese Summer Institute
Faroese Summer Institute 2026 - Language and CultureTórshavn July 30 - August 15 An International Summer Institute in Faroese Language and Culture is planned to be held at the University of the Faroe Islands, Tórshavn, starting at 6 pm on July 30. Departure day is August 15, 2026. Programme:...
11/02/2026
Vit fegnast um at bjóða Karstini Magnussen vælkomnum sum starvslesandi á sendistovuni komandi fimm mánaðirnar.
Karstin lesur stjórnmálafrøði við Københavns Universitet og tekur starvslesturin sum fyrstu lestrarhálvu á kandidatunum. Komandi mánaðirnar verður hann ein partur av dagliga arbeiðinum á sendistovuni.
“Sum stjórnmálafrøðilesandi havi eg serligan áhuga fyri altjóða politikki og samstarvi millum lond. Starvslestrurin gevur mær ein spennandi møguleika at fáa innlit í diplomatiskt arbeiði og føroysku uttanríkistænastuna. Samstundis gleði eg meg til at læra meira um samstarvið millum Føroyar og Ísland og at uppliva íslendska samfelagið og mentanina.”
Vit gleða okkum til eitt gott og mennandi samstarv!
Vit fegnast um at bjóða Karstini Magnussen vælkomnum sum starvslesandi á sendistovuni komandi fimm mánaðirnar.
Karstin lesur stjórnmálafrøði á Københavns Universitet og tekur starvslesturin sum fyrstu lestrarhálvu á kandidatunum. Komandi mánaðirnar verður hann ein partur av dagliga arbeiðinum á sendistovuni.
“Sum stjórnmálafrøðilesandi havi eg serligan áhuga fyri altjóða politikki og samstarvi millum lond. Starvslesturin gevur mær ein spennandi møguleika at fáa innlit í diplomatiskt arbeiði og føroysku uttanríkistænastuna. Samstundis gleði eg meg til at læra meira um samstarvið millum Føroyar og Ísland og at uppliva íslendska samfelagið og mentanina.”
Vit gleða okkum til eitt gott og mennandi samstarv!
24/09/2025
Seinasta paradís á jørð verður sýndur á Reykjavík International Film Festival dagarnar 28. sep. og 1. og 4. okt.🇫🇴🇮🇸
Atgongumerki kunnu keypast her: https://tickets.riff.is/films/68c2a70f06a1990332bb0ab1
Føroyski filmurin eftir Sakaris Stórá, er tilnevndur at fáa norðurlendsku filmsvirðislønina🎥🏆
"Kári cherishes the simple life in his small Faroese village. Together with his sister Silja, he quietly mourns the loss of their mother. While Kári finds solace in the routine of his job at the fish factory, Silja struggles to summon the strength to finish school, and their father returns to the sea on a fishing boat. But when the factory faces the threat of closure, the fragile balance of their world begins to unravel. As friends dream of escape and seek new lives beyond the island, Kári makes a different choice: to stay and confront life head-on.
THE LAST PARADISE ON EARTH is a heartfelt drama about identity, grief, and longing. It is a story of resilience, rooted in the life we live today and the enduring hope for a brighter tomorrow."
23/08/2025
Vælkomin á Menningarnótt í dag í Ráðhúsi Reykjavíkar og eisini í Hörpu (Kaldalón), sí hjáløgdu skrá. Øll eru vælkomin!